Tíðindablaðið - 10.01.1975, Blaðsíða 4

Tíðindablaðið - 10.01.1975, Blaðsíða 4
Síða 4 TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 10. januar 1975 Suðuroyar- ting Tann fyrsti rættarfund- urin á Tvøroyri í ár verður 11. februar. Rætturin verður settur kl. 19. Starv ítróttarsambandið søk- ir ein skrivstovumann, roknskaparkønur hevur fyrimun. Gudstænastur Sunnudagin hevur J. Follend gudstænastu i Æðuvík. Kjartan Mørkøre verður í Havn- ar kirkju kl. 11. Jóhan Weyhe hevur altar- gongd á Argjum. Torkil Beder hevur altargongd í Gøtu. Salomon Joen- sen hevur altargongd á Viðareiði. Jákup Magn- ussen verður á Húsum. Høgni Poulsen hevur altargongd í Sandavág- i. Martin Restorff Jac- obsen hevur altargongd í Sumba kl. 12 og á Leiti kl. 18. í Nes prestagjaldi gongur talvan fyri Heidningamissiónina. Møtir V. Thomasson hevur Bibliugransking á ad- ventistaskúlanum við Hoyvíkstjørn leygar- dagin kl. 9.30, og A. Sandbeck hevur guds- tænastu kl. 10.45.. ! Filadelfia, Landa- vegi 12, hevur Curt Nielsen Bíbliutíma í kvøld kl. 20 við evnin- um: FJn loyndardómur. í kvøld kl. 20 er sang- venjing. Telefonandakt á tlf. 1.4880. í Frelsunarherinum verður soldátarmøti í kvøld kl. 20 (Bíbliu- timi), og møti verður á Vaglinum kl. 21.45. Sunnudagin kl. 11 verð- ur halgimøti, kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 17 møti á Vaglinum, kl. 19.30 bønarmøti og kl. 20 møti, har frú Jons- son brigaderur talar. Sunnudagsskúli verður í Missiónshúsin- um við Landavegin kl. 14, og møti verður sunnukvøldið kl. 19. Jehova Vitni hava teokratiskan skúla i kvøld kl. 19.30 og síð- ani tænastumøti í Rík- issalinum, Noregsvegi 4. Møti verður i Eben- ezer sunnukvøldið kl. 18. Evangeliska Røddin sendir mánakvøld kl. 21 á mb 205 metrum (1466 kHz) frá Monte Carlo. Vil hava forboð fyri flótitroli Norski fiskivinnuráð- harrin, Eivind Bolle, sigur, at hann meinar, at forboð eigur at setast fyri at brúka flótitrol í altjóða farvatni. Flóti- trol er ein tann mest oyðandi fiskireiðskap- ur, sum finst, sigur hann, og hann meinar at tað eigur ikki at vera loyvt at fiska við hesum reiðskapi innanfyri norska fiskimarkið, tá tað verður flutt út. Norski fiskivinnuráð- harrin sigur eisini, at fiskivinnan í góðum tíð- um eigur at leggja pen- ing til siðis at hava at taka til, tá ringari tíðir koma. Leikirnir avlýstir? Olympisku leikirnir, sum skulu vera í Kanada í 1976, kunnu verða av- lýstir ella minni umfat- andi enn ætlað, um eitt verkfall millum metalar- beiðsmenn ikki endar í seinasta lagi um eina viku, sigur arbeiðsmála- ráðharrin í Quebeck. Ar- beiðið at gera stadion í Montreal hevur at kalla ligið stilt, síðani verk- fallið byrjaði fyri seks vikum siðani. Formað- urin í altjóða olympisku nevndini sigur, at hann ber stórliga ótta fyri, at fyrireikingarnar til olympisku leikirnar verða ikki lidnar rætt- stundis. Slopnir úr fongslinum Úr Washington frættist at tríggir menn, sum hava við Watergate- málið at gera, eru latnir leysir úr fongslinum. Teir eru John Dean, Jeff Magruder og Herb Combar. Tað var John Sirica dómari, sum av- gjørdi, at teir skuldu latast leysir. Hetta var sami dómari, sum dømdi teir tríggjar menninar. John Sirica sigur, at hann hevur tikið hesa avgerð eftir at hava umhugsað ein appell um, at fongsuls- tíðin hjá hesum monn- um verður stytt. Allir tríggir hava teir verið vitni í Watergate-sak- armálinum, sum førdi til, at fýra limir í Nix- on-umsitingini vórðu dømdir. Verjir seg móti skuldsetingunum Allan týsdagin var próvførsla í sakar- málinum, sum Zakarias Wang hevur lagt móti formanninum í aðalstjórn tjóðveld- isfloksins og teimum flestu av valevnun- um í Suðurstreymoy til løgtingsvalið. Zakarias Wang greiddi frá, at í oktober í 1967 gjørdist hann formaður í Suður- streymoyar tjóðveldisfelag, í 1968 kom hann í nevndina í partafelagnum Blað- starv, og 1. mei í 1970 gjørdist hann stjóri Alt gekst væl, til tað fór at prutla undir loki í sam- band við fólkatingsvalið í oktober í 1971. Aðalstjórn- in í flokkinum kom tá við uppskoti um at stilla upp til valið, men tað fall. - Tað vóru nøkur tjóðveldisfólk, sum hildu, at tey tjóðveld- isfólk, sum fóru á val, skuldu sleppa at atkvøða upp á sín egna mann, og so stillaði eg upp uttanflokk- a, segði Zakarias Wang. Men ein limur i tingbólkin- um hjá flokkinum heitti i 14. September á fólk um at sita heima og ikki fara á val. Zakarias Wang nevndi, at í 1960 stillaði ein annar tjóðveldismaður, Karsten Hoydal, upp til fójkatings- valið, og at flokkurin hev- ur stillað upp til tey fólka- tingsval, sum hava verið síðani 1971. Upp á spurn- ing frá Sigurd Joensen játtaði hann, at tað var ongin flokssamtykt, sum gekk ímóti, at Karsten Hoydal stillaði upp í 1960, og at tað var ein samtykt í 1971, at flokkurin ikki skuldi stilla upp. Eisini frá sum stjóri Zakarias Wang greiddi síð- ani frá aðalfundinum í Blaðstarv í mei i 1973. Hann segði, at hesin fund- ur var framhald av einum øðrum fundi, sum var hild- in 21. februar í 1973. Á fundinum í februar kom eitt uppskot um, at Zakar- ias Wang ikki skuldi vera limur í nevndini, og hetta roknaði hann sum eitt mis- álit á seg, og tí meinti hann, at hann eisini mátti leggja frá sær sum stjóri fyri Pf. Blaðstarv. Nevnd- arvalið varð útsett, og á fundinum 27. mei var bert nevndarval á skránni. Ólavur Michelsen setti fram uppskot um, at sama nevndin varð afturvald við undantak av einum manni, sum ynskti at fará burtur- úr, men uppskotið hjá Ólavi kom ikki til atkvøðu- greiðslu. Tá fundurin var lokin og Zakarias Wang ikki varð afturvaldur segði hann, at hann fór eisini frá sum stjóri her og nú, og hann settist beinanvegin at skriva eina fráboðan til partafelagsskrásetingina um broytingina í nevndini. Zakarias Wang greiðir frá, at tá hetta hendi, var Ólavur Michelsen til steðar og hann segði, at hann legði frá sær sum nevndar- limur og segði við Zakarias Wang, at so skuldi hann taka við sum fyrsti tiltaks- maður, men tað vildi Zak- arias Wang ikki gera, og Ólavur Michelsen fór so av fundinum. - Tá eg hevði skrivað fráboðanina til partafel- agsskrásetingina, skrivað- u hinir fýra nevndarlimir- nir undir beinanvegin, og eg vónaði so at fáa fatur á Ólavi Michelsen seinni, so eisini hann kundi skriva undir sum limur. I fráboð- anina skrivaði eg eisini, at eg var farin burturúr nevndini, sigur Zakarias Wang. Vildi ikki skriva undir Zakarias Wang heldur fram, at stutt eftir at hann var komin til hús, kom Ólavur Michelsen niðan til hansara og segði við hann, at hann var nevndarlimur í Blaðstarv, ti Ólavur sjálv- ur hevði lagt frá sær. Ólavur vildi tá ikki und- irskriva fráboðanina til partafelagsskrásetingina, ti hann segði seg vera farn- an burturúr nevndini. Zak- arias Wang sigur, at hann fleiri ferðir bað Ólav Mich- elsen um at skriva undir, men hann vildi ikki. Sjálvur vildi Zakarias ikki taka við sum nevndar- limur og hann vendi sær tí til tann næsta tiltaks- mannin, F'innboga Isak- sen, og bað hann fara upp i nevndina, men hesin vildi heldur ikki fara uppí, hann segði, at hann vildi halda fingrarnar langt burtur frá hesum. Útskriftin Tann 24. juni, sigur Zak- arias Wang, at hann um- siðir skrivaði undir fráboð- anina og sama dag skriv- aði hann bræv til allar nevndarlimirnar og segði teimum, at hann tók við sum nevndarlimur. í frá- Zakarias, sum hevur stevnt formanninum í að- alstjórnini og 7 valevnum úr Suðurstreym boðanini til partafelags- skrásetingina strikaði hann so navn sítt út sum útfarandi limur og setti navnið hjá Ólavi Michel- sen í staðin. Hann skrivaði so undir fráboðanina og sendi hana til partafelags- skrásetingina. Ta útskrift- ina úr gerðabókini, sum hann sendi saman við, hevði hann sjálvur gjørt. Her verður sagt, at Ólavur Michelsen hevur sagt seg frá sum nevndarlim, með- an hetta ikki stendur í fundarbók felagsins. Hann fekk mammu sína og eitt systkinabarn at vátta, at útskriftin var røtt. Út- skriftina gjørdi eg i vón um, at nú fór alt at laga seg, sigur Zakarias Wang. Rætturin má tala Tað næsta, sum hendi, sigur Zakarias Wang, var, at hann fekk eitt anbefalað bræv frá Pf. Blaðstarv, har teir siga seg undrast á, at hann hevur sagt, at hann hevur tikið við sum nevndarlimur, tí teir vistu onki um, at nevndin ikki var fullmannað, og í bræv- inum varð eisini sagt, at Zakarias Wang var farin frá sum stjóri. - Eftir hetta svar undr- aði tað meg, at tann frá- boðan, sum eg hevði sent partafelagsskrásetingini, kortini varð lýst, tað hendi i oktober, sigur Zakarias Wang. - í mars í 1974 var eg biðin um at koma við eini frágreiðing viðvíkjandi fal- san av fráboðanini. Eg bað Ólav Michelsen koma om- an á politistøðina at for- klára málið fyri politinum. Eg fór yvir til Ólav ti) á- setta tið, men tá segði hann. at tað var ongin grund hjá sær at koma við til politiið og gav mær so eitt bræv við eini frágreið- ing, har hann segði frá, at hann var ikki nevndarlim- ur og ti mátti eg sum fyrsti .^Liltaksmaður taka við. - Tann 6. november í fjør sá eg í 14., at eg varð lagdur undir at hava falsað undirskriftir og helt, at nú var tað komið so langt, at rætturin mátti tala. Eg stevndi við kravi um, at henda skuldseting varð dømd deyð at vera, men kravdi ikki revsing fyri tey, sum stóðu aftanfyri. Dagin eftir varð eg i blað- num eisini lagdur unđir stuldur, og tá kravdi eg revsing. Partabrøvini Viðvíkjandi teimum parta- brøvum, ið sigast at vera horvin, greiðir Zakarias Wang soleiðis frá: - í 1968 varð avgjørt at hækka partapeningin í Pf. Blaðstarv úr 80.000 upp í 200.000 krónur. Tá eg tók við sum stjóri vóru 113.000 krónur inngoldn- ar. D.P. Danielsen hevði verið stjóri frammanundan og frá honum fekk eg ein kassa við ymsum tilfari, og harimillum vóru nakrir formularar til partabrøv í Blaðstarv. - So var pengatrot, og stjórnin í suðurstreymóy- ar tjóðveldisfelag teknaði 10.000 krónur í partapen- ingi í Pf. Blaðstarv. Eg skrivaði í aktiuprotokoll- ina, at peningurin var goldin, og tá eg skuldi útfylla formulararnar, var ikki nóg mikið til av teim- um. Partabrøvini vóru prentað hjá H.N. Jacob- sen, men um hetta mundið var ongin sáttmáli millum Blaðstarv og prentarafel- agið, og ti var vandi fyri, at vit ikki kundu fáa partabrøv av sama slag. Eg fór oman á prentsmiðj- una hjá H.N. Jacobsen og spurdi, um teir kundu prenta nakað brævpappír fyri okkum, men fekk tað svar, at teir prentaðu onki fyri Blaðstarv. So kannaði eg gjølla reglurnar fyri partabrøv og skilti, at tað var onki ólógligt í tí, at aktiurnar bert vóru noter- aðar í aktiuprotokollini. Tey virðisbrøvini fyri 10.000 krónur, sum teir saksøktu siga vera horvin, hava sostatt ongantíð ver- ið Lil, sigur Zakarias Wang. Um lykilin til banka- trøksina, sum 14. skrivar ikki fekst frá Zakarias Wang, sigur Zakarias, at hann hevur onki havt við hesa boks at gera, og hann heldur seg ongantíð hava havt lykil til hana.

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.