Tíðindablaðið - 10.01.1975, Síða 4
Síða 4
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 10. januar 1975
Suðuroyar-
ting
Tann fyrsti rættarfund-
urin á Tvøroyri í ár
verður 11. februar.
Rætturin verður settur
kl. 19.
Starv
ítróttarsambandið søk-
ir ein skrivstovumann,
roknskaparkønur hevur
fyrimun.
Gudstænastur
Sunnudagin hevur J.
Follend gudstænastu i
Æðuvík. Kjartan
Mørkøre verður í Havn-
ar kirkju kl. 11. Jóhan
Weyhe hevur altar-
gongd á Argjum. Torkil
Beder hevur altargongd
í Gøtu. Salomon Joen-
sen hevur altargongd á
Viðareiði. Jákup Magn-
ussen verður á Húsum.
Høgni Poulsen hevur
altargongd í Sandavág-
i. Martin Restorff Jac-
obsen hevur altargongd
í Sumba kl. 12 og á
Leiti kl. 18.
í Nes prestagjaldi
gongur talvan fyri
Heidningamissiónina.
Møtir
V. Thomasson hevur
Bibliugransking á ad-
ventistaskúlanum við
Hoyvíkstjørn leygar-
dagin kl. 9.30, og A.
Sandbeck hevur guds-
tænastu kl. 10.45..
! Filadelfia, Landa-
vegi 12, hevur Curt
Nielsen Bíbliutíma í
kvøld kl. 20 við evnin-
um: FJn loyndardómur.
í kvøld kl. 20 er sang-
venjing. Telefonandakt
á tlf. 1.4880.
í Frelsunarherinum
verður soldátarmøti í
kvøld kl. 20 (Bíbliu-
timi), og møti verður á
Vaglinum kl. 21.45.
Sunnudagin kl. 11 verð-
ur halgimøti, kl. 14
sunnudagsskúli, kl. 17
møti á Vaglinum, kl.
19.30 bønarmøti og kl.
20 møti, har frú Jons-
son brigaderur talar.
Sunnudagsskúli
verður í Missiónshúsin-
um við Landavegin kl.
14, og møti verður
sunnukvøldið kl. 19.
Jehova Vitni hava
teokratiskan skúla i
kvøld kl. 19.30 og síð-
ani tænastumøti í Rík-
issalinum, Noregsvegi
4.
Møti verður i Eben-
ezer sunnukvøldið kl.
18.
Evangeliska Røddin
sendir mánakvøld kl. 21
á mb 205 metrum (1466
kHz) frá Monte Carlo.
Vil hava forboð
fyri flótitroli
Norski fiskivinnuráð-
harrin, Eivind Bolle,
sigur, at hann meinar,
at forboð eigur at setast
fyri at brúka flótitrol í
altjóða farvatni. Flóti-
trol er ein tann mest
oyðandi fiskireiðskap-
ur, sum finst, sigur
hann, og hann meinar
at tað eigur ikki at vera
loyvt at fiska við hesum
reiðskapi innanfyri
norska fiskimarkið, tá
tað verður flutt út.
Norski fiskivinnuráð-
harrin sigur eisini, at
fiskivinnan í góðum tíð-
um eigur at leggja pen-
ing til siðis at hava at
taka til, tá ringari tíðir
koma.
Leikirnir
avlýstir?
Olympisku leikirnir,
sum skulu vera í Kanada
í 1976, kunnu verða av-
lýstir ella minni umfat-
andi enn ætlað, um eitt
verkfall millum metalar-
beiðsmenn ikki endar í
seinasta lagi um eina
viku, sigur arbeiðsmála-
ráðharrin í Quebeck. Ar-
beiðið at gera stadion í
Montreal hevur at kalla
ligið stilt, síðani verk-
fallið byrjaði fyri seks
vikum siðani. Formað-
urin í altjóða olympisku
nevndini sigur, at hann
ber stórliga ótta fyri, at
fyrireikingarnar til
olympisku leikirnar
verða ikki lidnar rætt-
stundis.
Slopnir úr
fongslinum
Úr Washington frættist
at tríggir menn, sum
hava við Watergate-
málið at gera, eru latnir
leysir úr fongslinum.
Teir eru John Dean,
Jeff Magruder og Herb
Combar. Tað var John
Sirica dómari, sum av-
gjørdi, at teir skuldu
latast leysir. Hetta var
sami dómari, sum
dømdi teir tríggjar
menninar. John Sirica
sigur, at hann hevur
tikið hesa avgerð eftir
at hava umhugsað ein
appell um, at fongsuls-
tíðin hjá hesum monn-
um verður stytt. Allir
tríggir hava teir verið
vitni í Watergate-sak-
armálinum, sum førdi
til, at fýra limir í Nix-
on-umsitingini vórðu
dømdir.
Verjir seg móti
skuldsetingunum
Allan týsdagin var próvførsla í sakar-
málinum, sum Zakarias Wang hevur lagt
móti formanninum í aðalstjórn tjóðveld-
isfloksins og teimum flestu av valevnun-
um í Suðurstreymoy til løgtingsvalið.
Zakarias Wang greiddi frá, at í oktober í
1967 gjørdist hann formaður í Suður-
streymoyar tjóðveldisfelag, í 1968 kom
hann í nevndina í partafelagnum Blað-
starv, og 1. mei í 1970 gjørdist hann stjóri
Alt gekst væl, til tað fór at
prutla undir loki í sam-
band við fólkatingsvalið í
oktober í 1971. Aðalstjórn-
in í flokkinum kom tá við
uppskoti um at stilla upp
til valið, men tað fall. - Tað
vóru nøkur tjóðveldisfólk,
sum hildu, at tey tjóðveld-
isfólk, sum fóru á val,
skuldu sleppa at atkvøða
upp á sín egna mann, og so
stillaði eg upp uttanflokk-
a, segði Zakarias Wang.
Men ein limur i tingbólkin-
um hjá flokkinum heitti i
14. September á fólk um at
sita heima og ikki fara á
val.
Zakarias Wang nevndi,
at í 1960 stillaði ein annar
tjóðveldismaður, Karsten
Hoydal, upp til fójkatings-
valið, og at flokkurin hev-
ur stillað upp til tey fólka-
tingsval, sum hava verið
síðani 1971. Upp á spurn-
ing frá Sigurd Joensen
játtaði hann, at tað var
ongin flokssamtykt, sum
gekk ímóti, at Karsten
Hoydal stillaði upp í 1960,
og at tað var ein samtykt í
1971, at flokkurin ikki
skuldi stilla upp.
Eisini frá
sum stjóri
Zakarias Wang greiddi síð-
ani frá aðalfundinum í
Blaðstarv í mei i 1973.
Hann segði, at hesin fund-
ur var framhald av einum
øðrum fundi, sum var hild-
in 21. februar í 1973. Á
fundinum í februar kom
eitt uppskot um, at Zakar-
ias Wang ikki skuldi vera
limur í nevndini, og hetta
roknaði hann sum eitt mis-
álit á seg, og tí meinti
hann, at hann eisini mátti
leggja frá sær sum stjóri
fyri Pf. Blaðstarv. Nevnd-
arvalið varð útsett, og á
fundinum 27. mei var bert
nevndarval á skránni.
Ólavur Michelsen setti
fram uppskot um, at sama
nevndin varð afturvald við
undantak av einum manni,
sum ynskti at fará burtur-
úr, men uppskotið hjá
Ólavi kom ikki til atkvøðu-
greiðslu.
Tá fundurin var lokin og
Zakarias Wang ikki varð
afturvaldur segði hann, at
hann fór eisini frá sum
stjóri her og nú, og hann
settist beinanvegin at
skriva eina fráboðan til
partafelagsskrásetingina
um broytingina í nevndini.
Zakarias Wang greiðir
frá, at tá hetta hendi, var
Ólavur Michelsen til steðar
og hann segði, at hann
legði frá sær sum nevndar-
limur og segði við Zakarias
Wang, at so skuldi hann
taka við sum fyrsti tiltaks-
maður, men tað vildi Zak-
arias Wang ikki gera, og
Ólavur Michelsen fór so av
fundinum.
- Tá eg hevði skrivað
fráboðanina til partafel-
agsskrásetingina, skrivað-
u hinir fýra nevndarlimir-
nir undir beinanvegin, og
eg vónaði so at fáa fatur á
Ólavi Michelsen seinni, so
eisini hann kundi skriva
undir sum limur. I fráboð-
anina skrivaði eg eisini, at
eg var farin burturúr
nevndini, sigur Zakarias
Wang.
Vildi ikki
skriva undir
Zakarias Wang heldur
fram, at stutt eftir at hann
var komin til hús, kom
Ólavur Michelsen niðan til
hansara og segði við hann,
at hann var nevndarlimur í
Blaðstarv, ti Ólavur sjálv-
ur hevði lagt frá sær.
Ólavur vildi tá ikki und-
irskriva fráboðanina til
partafelagsskrásetingina,
ti hann segði seg vera farn-
an burturúr nevndini. Zak-
arias Wang sigur, at hann
fleiri ferðir bað Ólav Mich-
elsen um at skriva undir,
men hann vildi ikki.
Sjálvur vildi Zakarias
ikki taka við sum nevndar-
limur og hann vendi sær tí
til tann næsta tiltaks-
mannin, F'innboga Isak-
sen, og bað hann fara upp
i nevndina, men hesin vildi
heldur ikki fara uppí, hann
segði, at hann vildi halda
fingrarnar langt burtur frá
hesum.
Útskriftin
Tann 24. juni, sigur Zak-
arias Wang, at hann um-
siðir skrivaði undir fráboð-
anina og sama dag skriv-
aði hann bræv til allar
nevndarlimirnar og segði
teimum, at hann tók við
sum nevndarlimur. í frá-
Zakarias, sum hevur
stevnt formanninum í að-
alstjórnini og 7 valevnum
úr Suðurstreym
boðanini til partafelags-
skrásetingina strikaði
hann so navn sítt út sum
útfarandi limur og setti
navnið hjá Ólavi Michel-
sen í staðin. Hann skrivaði
so undir fráboðanina og
sendi hana til partafelags-
skrásetingina. Ta útskrift-
ina úr gerðabókini, sum
hann sendi saman við,
hevði hann sjálvur gjørt.
Her verður sagt, at Ólavur
Michelsen hevur sagt seg
frá sum nevndarlim, með-
an hetta ikki stendur í
fundarbók felagsins. Hann
fekk mammu sína og eitt
systkinabarn at vátta, at
útskriftin var røtt. Út-
skriftina gjørdi eg i vón
um, at nú fór alt at laga
seg, sigur Zakarias Wang.
Rætturin
má tala
Tað næsta, sum hendi,
sigur Zakarias Wang, var,
at hann fekk eitt anbefalað
bræv frá Pf. Blaðstarv,
har teir siga seg undrast á,
at hann hevur sagt, at
hann hevur tikið við sum
nevndarlimur, tí teir vistu
onki um, at nevndin ikki
var fullmannað, og í bræv-
inum varð eisini sagt, at
Zakarias Wang var farin
frá sum stjóri.
- Eftir hetta svar undr-
aði tað meg, at tann frá-
boðan, sum eg hevði sent
partafelagsskrásetingini,
kortini varð lýst, tað hendi
i oktober, sigur Zakarias
Wang.
- í mars í 1974 var eg
biðin um at koma við eini
frágreiðing viðvíkjandi fal-
san av fráboðanini. Eg bað
Ólav Michelsen koma om-
an á politistøðina at for-
klára málið fyri politinum.
Eg fór yvir til Ólav ti) á-
setta tið, men tá segði
hann. at tað var ongin
grund hjá sær at koma við
til politiið og gav mær so
eitt bræv við eini frágreið-
ing, har hann segði frá, at
hann var ikki nevndarlim-
ur og ti mátti eg sum fyrsti
.^Liltaksmaður taka við.
- Tann 6. november í fjør
sá eg í 14., at eg varð
lagdur undir at hava falsað
undirskriftir og helt, at nú
var tað komið so langt, at
rætturin mátti tala. Eg
stevndi við kravi um, at
henda skuldseting varð
dømd deyð at vera, men
kravdi ikki revsing fyri
tey, sum stóðu aftanfyri.
Dagin eftir varð eg i blað-
num eisini lagdur unđir
stuldur, og tá kravdi eg
revsing.
Partabrøvini
Viðvíkjandi teimum parta-
brøvum, ið sigast at vera
horvin, greiðir Zakarias
Wang soleiðis frá:
- í 1968 varð avgjørt at
hækka partapeningin í Pf.
Blaðstarv úr 80.000 upp í
200.000 krónur. Tá eg tók
við sum stjóri vóru
113.000 krónur inngoldn-
ar. D.P. Danielsen hevði
verið stjóri frammanundan
og frá honum fekk eg ein
kassa við ymsum tilfari,
og harimillum vóru nakrir
formularar til partabrøv í
Blaðstarv.
- So var pengatrot, og
stjórnin í suðurstreymóy-
ar tjóðveldisfelag teknaði
10.000 krónur í partapen-
ingi í Pf. Blaðstarv. Eg
skrivaði í aktiuprotokoll-
ina, at peningurin var
goldin, og tá eg skuldi
útfylla formulararnar, var
ikki nóg mikið til av teim-
um. Partabrøvini vóru
prentað hjá H.N. Jacob-
sen, men um hetta mundið
var ongin sáttmáli millum
Blaðstarv og prentarafel-
agið, og ti var vandi fyri,
at vit ikki kundu fáa
partabrøv av sama slag.
Eg fór oman á prentsmiðj-
una hjá H.N. Jacobsen og
spurdi, um teir kundu
prenta nakað brævpappír
fyri okkum, men fekk tað
svar, at teir prentaðu onki
fyri Blaðstarv. So kannaði
eg gjølla reglurnar fyri
partabrøv og skilti, at tað
var onki ólógligt í tí, at
aktiurnar bert vóru noter-
aðar í aktiuprotokollini.
Tey virðisbrøvini fyri
10.000 krónur, sum teir
saksøktu siga vera horvin,
hava sostatt ongantíð ver-
ið Lil, sigur Zakarias
Wang.
Um lykilin til banka-
trøksina, sum 14. skrivar
ikki fekst frá Zakarias
Wang, sigur Zakarias, at
hann hevur onki havt við
hesa boks at gera, og hann
heldur seg ongantíð hava
havt lykil til hana.