Tíðindablaðið - 10.01.1975, Blaðsíða 5
o
TÍDINDABLAPID fríggjadagin 10. januar 1975
- Eg segði meg
ikki frá, sigur
Ólavur Michelsen
Ein av teimum avgerandi spurningunum
í sakarmálinum, sum Zakarias Wang
hevur reist, er um Ólavur Michelsen tók
seg aftur sum nevndarlimur í Pf. Blað-
starv, eftir at nýggj nevnd varð vald 27.
mei í 1973. Um Ólavur Michelsen tók seg
aftur, átti Zakarias Wang at gerast
nevndarlimur.
Grundarlagið fyri stevningini er nak-
að, sum stóð í 14. September 6. og 7. no-
vember í fjør. Beint frammanundan
høvdu tey stevndu havt tveir fundir í
Havn um støðuna til Zacharias Wang.
Ólavur Michelsen segði í
rælUnum, aL hann varð
spurdur fyri nevndarfund-
in, um hann tók við vali,
og tað játtaði hann. Or-
slitið av valinum var, at
hann varð valdur í nevnd-
ina, og Zakarias Wang
kom at vera fyrsti tiltaks-
maður. Ólavur segði, at
sær dámdi valið sera illa,
av tí at Zakarias Wang
ikki varð afturvaldur, tí
hann hevði gjort eitt gott
arbeiði fyri blaðið. Ólavur
rýmdi ti skjótt av fundin-
um eftir at hava avleverað
gerðabókina.
Ólavur Michelsen segði,
at hann hevði heldur ikki
aftaná boðað frá, at hann
legði frá sær sum nevndar-
limur. Tann útskriftin av
fundarbókini, sum Zakari-
as Wang hevur sent parta-
felagsskrásetingini saman
við anmeldilsinum hevur
onki við veruleikan at ger-
a, segði Ólavur Michelsen.
Hann segði, at hann var
illa við, tá hann seinni fekk
at vita, at Zakarias Wang
hevði sent eina fráboðan til
partafelagsskrásetingina,
har sagt varð, at Zakarias
Wang var limur og Ólavur
ikki. Ólavur Michelsen
segði, at formaðúrin bert
ynskti at fáa hetta rættað
og ikki vildi hava nakra
golu.
Saksøkti greiddi víðari
frá, at Zakarias Wang kom
til sín og bað seg koma við
sær út á politistøðina, men
tað vildi hann ikki. Ifann
skilti, at Zakarias Wang
var komin í eina torføra
stoðu. og hann gav honum
eina skrivliga frágreiðing
fyri at hjálpa honum. (í
skjalinum sigur Ólavur
Michelsen, at hann hevði
boðað frá, at hann ikki
vildi vera nevndarlimur,
og ti roknaði hann við, at
Zakarias Wang sum fyrsti
tiltaksmaður tók við sum
limur, og ó fundinum tann
‘27.5.73 læt hann gerðar-
bók'ina fiá sær til ta nýggj-
ii nevndina).
Ólavur Michelsen sigur, at
hann gav Zakarias eina
skrivliga frágreiðing fyri
at hjálpa honum burturúr
trupulleikum
í rættinum segði Ólavur
Michelsen, at hann kendi
onki til spurningin um tey
horvnu partabrøvini.
Ivaðust ikki
Kjartan Mørkøre greiddi
frá, at hann var á fundin-
um 5-november, tá tann
fyrra y virlýsingin um Zak-
arias Wang varð gjørd.
Kjartan Mørkøre segði, at
hann undir valstríðnum
ofta hevði kent seg provo-
keraðan av Zakarias Wang
serliga í taluni, sum hann
helt í útvarpinum. Hann
segði, at hann tók støðu til
yvirlýsingina eftir ti, sum
varð sagt á fundinum, og
tí fráboðan, sum send varð
partafelagsskrásetingini.
Á fundinum ivaðust teir
ikki í, at Zakarias Wang
ikki hevði borið seg rætt
at, segði Kjartan Mørkøre.
Hann segði, at yvirlýsing-
in l)leiv ikki undirskrivað.
Gav fulltrú
Jákup í Jákupsstovu
greiddi frá i raittinum, at
hann var ikki við til tann
fvrra fundin, sum var 5.
november. Hann undir-
vísl i á handilsskúlanum og
skuldi júst fara út um
hurðina, tá Kjartan Mørk-
øn> ringdi til hansara og
segði, at nú varð ein yvir-
lýsing skrivað og beyð sær
til at lesa hana upp fyri
honum í telefonini. Jákup i
Jákupsstovu segði, at
hann hevði skund og hevði
ikki tíð til at lurta eftir
honum, men hann gav eina
blankofulltrú, treytað av
at hinir vóru samdir.
Jákup í Jákupsstovu
var harímóti við á ti seinna
fundinum. Hann segði, at
um kvøldið tann 5. novem-
ber segði útvarpsstjórin í
útvarpinum, at nú komu
vit ikki at hoyra meira til
valið í útvarpinum, men
kortini bar útvarpið i
middagssendingini dagin
eftir tey tíðindi, at Zakar-
ias Wang hevði stevnt, og
hann helt at tað var keði-
ligt, at hetta skuldi verða
seinasta orðið í valstríð-
num. Ein roynd varð gjørd
at fáa nakað fram í útvarp-
inum um hetta, men tað
eydnaðist ikki, og tað sum
stóð í 14. September var tí
sum eitt slag av neyðverju
fyri tað, sum varð sagt í
útvarpinum, segði Jákup í
Jákupsstovu.
Líka ringt sum
at falsa
íngrið Dalsgarð segði, at
hon hevur ikki tikið lut í
politikki í fleiri ár, av tí at
hon hevur verið burtur-
stødd. Hon kendi onki til
frammanundan, hvat tað
var, Zakarias Wang hevði
gjørt, annað enn leysatið-
indi, sum vóru at hoyra í
býnum. Men á fundinum
hevði hon sæð fotokopi av
skjølum, sum komu í blað-
ið tann 7. november, og
fyri sær var tað líka ringt
at strika nøvn út sum at
brúka eina falska undir-
skrift, segði hon.
Ingrid Dalsgarð segði,
at undir valstríðnum kendi
ein seg provokeraðan av
Zakarias Wang, tí hann
hevði onki annað at føra
fram enn at leypa á fólk í
flokkinum. Hon segði, at
yvirlýsingin bleiv ikki
undirskrivað.
Vilhjálmur Patursson
var við á báðum fundun-
um, men hann var nakað
seinur á tann seinna fund-
in. so hann hevði ikki
fingið alt við. Hann segði,
at hann tók undir við tí,
sum hevði staðið i blaðn-
um, tí ein skeiv útskrift úr
eini gerðarbók er eitt øgi-
ligt fals.
Hann segði. at hann
visti ikki annað um horvin
virðisbrov enn, at teir
fingu at vita. at banka-
boksin hja Pf. Blaðstarv
varð brotin upp, og virðis-
bmvini vóru ikki har.
Ein rætting í
fráboðanini
Á rættarlundinum týsdag-
in vórðu tleiri vitnir førd
fram. Finnur Johansen
greiddi frá, at Ólavur
Michelsen áðrenn atkvøðu-
greiðsluna á fundinum i
Blaðstarv tann ‘27.5.73
varð spurdur um hann tók
við vali, og hann játtaði,
og hann segði seg ikki frá
seinni. Hann hevði fingið
bra>v frá Zakarias Wang,
dagfest 24.6.73 um at
Zakarias Wang boðaði frá,
at hann tók við sum
nevndarlimur, men hann
visti onki um, at Zakarias
Wang hevði sent eina frá-
boðan til partafelagsskrá-
setingina. Hann undraðist
tí, tá hann sá lýsingina í
Dimmalætting í oktober í
1973. Hann fór tá til parta-
felagsskrásetingina og
fekk at síggja, at ein rætt-
ing varð gjørd i fráboðan-
ini. Ein onnur fráboðan
varð so gjørd og ein nýggj
lýsing kom seinni i Dimm-
ala'Lting.
Finnur Johansen segði,
at hansara persónliga
meining var, at onki meira
skuldi gerast við hetta
mál, men ein meiriluti í
nevndini var fyri, at tað
skuldi kannast nærri. Men
á heysti í 1974 fekk hann
at vita frá politimeistara-
num, at málið varð lagt
burtur orsakað av áður-
nevnda brævi frá Ólavi
Michelsen.
Fekk ikki
lykilin
Eitt annað vitni, Sverri
Djurhuus, tók við sum
kassameistari í Suður-
streymoyar tjóðveldisfelag
i 1972 eftir Zakarias
Wang. Hann segði, at
hann fekk at vita frá
Zakarias Wang, at parta-
brøvini hjá felagnum lógu í
bankaboksini í Sjóvinnu-
bankanum og bað Zakarias
Wang um lykilin, men
hesin segði, at hann fann
hann ikki. Hann gjørdi
roknskapin lidnan fyri
bæði 1972 og 1973 uttan at
hava fingið nakran lykil,
hóast hann ofta hevði vent
sær til Zakarias Wang um
at fáa hann. Av tí'át bank-
in ongan lykil hevði til
boksina, varð at enda av-
gjort at bróta hana upp, og
tó vísti tað seg, at har var
fyri 10.000 krónur minni í
partabrøvum enn tað, sum
bókført varð.
Sverri Djurhuus var á
fundinum 27. mei í 1973 og
segði, at Ólavur Michelsen
tók við vali, og hann mint-
ist onki til. at hann hevði
sagt starvið frá sær.
Eisini Jóhan Simonsen
segði, at hann mintist, at
Ólavur tók við vali, og
visti onki um, at hann
hevði sagt seg frá. Ilann
Framhald á bls. 7
Síða 5
TÍÐINDI
ÚR
EYSTUROY
1.000 tons
í fjør
Fuglafjarðar ísvirki
hevur ongan fisk fingið
enn í ár. Útróður hevur
ongin verið. og teir
plaga ofta at fáa nakað
av fiski frá skipunum,
sum royna eftir ídnað-
arfiski, men tey hava
hávt ringt veður í sein-
astuni.
í fjør tók ísvirkið í-
móti 1.000 tonsum i rá-
fiski. og hetta er nakað
tað sama sum teir fingu
i 1973. Fyrru helvt av
árinum i fjør fingu teir
nakað av fiski, men Lað
var seinna helvtin, sum
sveik. Teir hava lítið av
fiski á goymslu, fleiri
avskipingar hava verið
síðani nýggjár. Í fyrra-
dagin høvdu teir tvær
avskipingar. Mars tók
nakað av saltfiski frá
teimum til Portugals og
Frost var eftir flaki til
USA. í gjár Lók Bakur
nakað av flaki til Ong-
lands.
Onki boð
Columbus fór mána-
dagin til Portugal við
garnaveiðuni. Colum-
bus, sum kom heim fyri
jól, hevði eini 55 tons,
og hevur ti eisini tikið
fiskin hjá Morgun-
stjørnuni og ein part av
fiskinum hjá Kalli.
Morgunstjørnan hevði
eini 60 tons og Kallur
millum 70 og 80 tons.
Columbus kundi ikki
taka allan fiskin hjá
Kalli, eini 25 tons vóru
eftir. og tey fóru um-
borð á Mars, sum eisini
skuldi til Portugal við
garnafiski.
Columbus varð her-
fyri lýst til sølu. Frá pf.
D.P. Højgaard verður
upplýst, at fyrispurn-
ingar hava verið frá á-
hugaðum um skipið,
men onki beinleiðis boð
er komið. Columbus
varð bygt í 1961.
Hava reinsað
motor
Jógvan Norði fór fyrsta
túrin í ór týskvøldið.
Teir fóru til íslands.
Morgunroðin liggur á
Skála. Skipið hevur
ikki verið úti síðani fyri
jól. Morgunroðin fekk
motorin reinsaðan mill-
um jól og nýggjár.
Hevur ikki
viðrað væl
Av skipunum hjá Trol-
fisk eru øll í Norðsjón-
um uttan Stjørnan,
sum er til árligt eftirsýn
á Skála. Skipið hevur
staðið uppi í einar tveir
dagar, og tað verður
vamtandi klárt at fara
út aftur mitt i næstu
viku.
Polarfisk, Magnus í
Rytuvík, Koralfisk og
Havborgin fóru øll av-
stað 3. januar niður í
Norðsjógvin. rl’að hevur
ikki viðrað væl hjá
teimum. men fiskur
hevurverið at fingið, tá
veðrið hevur verið til
vildar. 'Feir hava ligið
um eini 10 til 15 tons
upp á hálið.
Ætla at selja
í V. Týsklandi
Ólavur Halgi fór nýggj-
an ísfiskatúr týsdagin.
Ilann fóreystureftir, og
hann fer ætlandi at
selja í Vesturtýsklandi.
Orsakað av fiskimarks-
ósemjuni millum Vest-
urtýskland og Ísland er
lítil fiskur á vestur-
týska marknaðinum, og
prisurin har er hampu-
ligur. verður sagt.