Tíðindablaðið - 10.01.1975, Blaðsíða 9
\
• ' \ ■'
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 10. januar 1975 Síða 9
Feisal — ársins maður í 1974
■ - ' ' / , , \
, ’ \ '
Til síðst í 1960unum høvdu tey stóru olju-
feløgini ampa av, at tað fór kanska at
verða ov nógv olja til, og at hetta fór at
føra til príshækkingar og minni vinning.
Menn vóru ikki í døpurhuga av hugsan-
ini um, at olja fór at tróta. í 1967 segði
stjórin í Esso, Michael Haider, at hann
vónaði at vera til tann dag, tá olja fór at
tróta.
1974 verður standandi í
søguni sum árið, tá heim-
urin raknaði við og gav
sær far um, at lond, sum
vit áður hava mett fátæk,
veik og ósamd, eiga ræði
yvir ti ráevni, sum er
grundarlagið undir riki-
døminum í teimum fram-
komnu londunum. I hvørj-
um bili, traktori, flogfari,
krambúð, computara,
sjónvarpi, bátamotori og
mánarakett finst hetta
sama evni og kann ikki
verast fyri uttan: oljan.
I 1974 viknaðu gomul
stórveldi, sterkar sam-
gongur og gomul heims-
speki. Og nakað annað
kom í staðin. Príshækk-
ingin, sum tey arabisku
londini settu i gildi, skak-
aði heimin. Inflatiónin fór
at gera um seg sum ongan-
tíð fyrr, teir búskaparligu
trupulleikarnir øktust og
gjørdust hættisligir. Men
tey fáu londini, sum áttu
tað natúrliga ríkidømi og
nú fóru at nýta tað sum
eitt vápn, vunnu bæði
pening og vald.
Samanhaldið
Arabaralondini gingu sam-
an í ein sølufelagsskap,
sum heimurin ikki hevði
sæð makan til fyrr, og
gjørdu sær til góðar av tí
heilt avgerandi týdningi,
sum oljan hevur fyri tey
framkomnu londini., Vald
teirra er grundað á ta ser-
støðu, sum oljan hevur,
bæði við tað at hon fæst
neyvan aftur, tá hon eina-
ferð er brúkt, og so tað, at
heimurin í nógv ár hevur
oyðslað við nýtsluni. Tað
finst ikki mest av olju, har
hon mest verður brúkt.
Tað verður tí Ihandlað meir
við hesi vøru kring allan
heim enn við nakrari aðrari
vøru.
OPEC-felagsskapurin
hækkaði prisin i heilum.
Fyrst í sjeytiárunum tóku
framleiðaralondini minni
enn ein dollara fyri eina
tunnu av olju. Áðrenn ok-
toberkríggið brast á í Mið-
eystri fyri 15 mánum síð-
ani, var prisurin komin
upp á 1,99 dollars fyri
tunnuna. Við árslok í 1973
var hann 3,44 dollars. Við
árslok í 1974 var hann meir
enn 10 dollars fyri tunn-
una. Orslitið var, at ríki-
dømi skifti heimstað so
skjótt sum ongantíð fyrr í
søguni: tey 13 OPEC-lond-
ini tjentu i fjør 112 billiónir
dollars frá restini av heim-
inum. Hetta avlajpði alla
heimsins fíggjarskipan og
gav útflutningslondunum
stórt politiskt vald.
Umskifti gagnaði nøkr-
um oljuframleiðandi lond-
um i Afrika, Asia, Latín-
amerika og serliga í Mið-
eystri. Arabaralondini
framleiddu í fjør tveir trið-
ingar av allari útfluttari
ráolju, og teir eiga meir
enn tríggjar fimtingar av
øllum oljunámum, sum
menn vita um í ikki-
kommunistiskum londum.
V
Feisal og land
hansara
Saudi-Arabia — eitt stórt
land við lítlum fólkatali —
er nógv tann størsti olju-
útflytarin í heiminum og
eigur nógv meir olju á
goymslu enn nakað annað
land. Feisal kongur er
maðurin, sum ræður í hes-
um landi. Hann var ein av
undangongumonnunum í
arbeiðinum at hækka prís-
in, og hann hevur í dag
meir enn nakar anriar á-
virkan á, um prísurin skal
hækkast ella lækkast.
Sagt verður, at hann í 1974
var ársins maður.
í fjør tjenti Sauđi-Arab-
ia 28,9 billiónir dollars fyri
at selja næstan fimtingin
av allari olju, sum varð
brúkt i teimurn ikki-
kommunistisku londun-
um. Feisal setti ein part av
he§um peningi av til bygg-
ingav verksmiðjum, reins-
iverkum, havnum, sjúkra-
húsum og skúlum, ið
kundu gagna teimum 5,7
milj.- íbúgvum í landinum.
Hann brúkti eisini tvær
billiónir dollars afe- keypa
vápn fyri til herin, sum
enn er litil, men vaksandi.
Feisal læt eisini bróður-
partin av 2,35 billiónum
dollarum, sum arabara-
londini samtyktu at geva
teimum londunum, sum
vóru í kríggi við ísrael.
Hann veitti øðrum londum
1,2 billiónir dollars i láni
og veitti fátækum londum
uttan fyri arabaraheimin
200 miljónir dollars sum
hjálp.
Men tað restaði nógv í,
at Feisal kláraði at brúka
alt tað, sum hann tjenti.
Saudi-Arabia hevði í fjør
23 billiónir dollars í yvir-
skoti.
Avlopið
Saudi-Arabia er bert eitt
dømi um ríkidømið hjá
teimum oljuframleiðandi
londunum í Miðeystri.
Hesi lond høvdu tilsamans
60 billiónir dollars í yvir-
skoti í fjør, t.v.s. at tey
tjentu 164 miljónir doll'ars
meir um dagin ella 6,8
miljónir dollars meir um
tíman, enn tey í mesta lagi
eru før fyri at brúka. Held-
ur hetta fram, kunnu arab-
aralondini eftir fáum árum
keypa alla týðandi vinnu í
heiminum.
Feisal kongur er ikki
einans tann rikasti av
OPEC-leiðarunum. Hann
er eisini andligur leiðari av
600 muhammedanarum í
heiminum, tí í hansara
landi liggja báðir teir halg-
astu býirnir hjá muhamm-
edanarum, Mecca og Med-
ina. Feisal, sum er 68 ára
gamal, ynskir at sleppa at
biðja i trið-halgasta býn-
um hjá muhammedanar-
um, Jerusalem, uttan at
seta fófm á ísraelskt land-
aøki. Tað fæst neyvan frið-
ur í Miðeystri, fyrr enn
hann hevur fingið ynski
sítt uppfylt. Feisal hatar
zionismuna og sigur, at
zionistarnir og kommun-
istarnir hava tikið seg
saman um at vinna ræðið í
heiminum.
I 1974 brúkti Feisal sítt
vald til at hjálpa Henry
Kissinger við at fáa eina
fyribils friðarskipan í lag.
i
Arabiska
valdið v
Eitt av mistøkunum hjá
londunum vjestanfyri var,
at tey roknaðu ov litið við
viljanum hjá Feisal og øð-
rum arabiskum leiðarum
at taka upp samvinnu i
oljumálum. Kravið um
hægri oljuprísir hevði ljóð-
að í 15 ár, fyrst frá Vene-
zuela og Persia, síðani úr
Libya, AlgieV og Irak.
Feisal, sum var konserva-
tivur hg leingi hevði verið
USA vinarliga sinnaður,
var ímóti príshækking;
men orsakað av amerikan-
sku vápnahjálpini til ísra-
el, broytti hann støðu.
Feisal kongur og tals-
menn hansara søgdu ferð
eftir ferð í 1973, at Saudi--
arabia fór at minka um.
oljuframleiðsluna, um
USA ikki fekk ísrael at
takø seg av tí hersetta ar-
abiska lendinum og at
geva Palestinaarabarunum
land sítt aftur. Amerikan-
arar hildu, at onki veruligt
lá aftan fyri hóttanina.
Oktober-kríggið í 1973
skapti eina vend. Bert 10
dagar eftir at Sýrialand bg
Egyptaland høvdu lopið á
ísrael, hækkaðu arabarar-
nir og persarnir í OPEC
oljuprísin frá 1,99 dollars
til 3,44 dollars fyri tunn-
una. Tá amerikanarar fóru
at senda ísrael vápna-
hjálp, skipaðu arabararnir
- undir leiðslu av Feisal
— fyri, at allur oljuút-
flutningur til USA varð
steðgaður, og teir avmark-
aðu samstundis framleiðsl-
una av olju.
Vesturheimurin hevði
onki svar uppá arabiska
tiltakið, og OPEC-londini
hildu ti fram við príshækk-
ingunum i 1974. F'eisal
kongur vann stóra virðing
millum arabararnar, og
hesir vunnu samstundis
virðing hjá londum, sum
fvrr høvdu hildið lítið um