Tíðindablaðið - 10.01.1975, Blaðsíða 1
Tíðindablaðið
l\lr. 2-2. árg. - leysasøla 2,00 kr.
Fríggjadagur 10. januar 1975
Skræddi
nótina
Mánadagin fekk Polaris
so nógv av brislingi í
nóLina, at hon skrædn-
aði. Teir fingu 60 tons
burturúr tí kastinum. I
gjár frættist, at Pqlaris
var á veg til Føroya við
480 Lonsurn. Teir royndu
eystur úr Newcastle.
Fór útav
í hálkuni
Seinnapartin mikudagin
fór ein kollfjarðarbilur út
av Oyggjarvegnum, tá
hann var á veg norður.
Bilurin fór niðan av veg-
num, tá førarin bremsaði
i hálkuni. Hann fór runt,
takið kroystist nakað
illa, men hvørki bilførar-
in ella dóttir hansara,
sum var í bilinum, fingu
nakran skaða.
Varð sæddur
Mikukvøldið ætlaði ein
maður at bróta inn í
Málingahandilin við at
taka rútin burtur úr út-
hurðini. Fólk var i hús-
unum, og tá hann sá tað,
rýmdi hann. Men tað
sást, hvør hann var, og
politiið hevur havt fatur
í honum.
Fyrr i vikuni varð her-
verk gjørt umborð á
Hólmi og roynt varð at
bróta inn á posthúsið.
Ein maður er tikin og
hevur viðgingið seg sek-
an.
7-800 kr.
stolnar
Hósnáttina varð brotið
inn í Salong Tove í
Kongagøtu. Viðkom-
andi var sloppin inn
gjøgnum eitt vindeyga
og hevði tikið 7—800 kr.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 14. i hs.'kunnu
hjúnini Amanda og Karl
Hansen í Klaksvík halda
silvurbrúdleyp. Tey eru
burturstødd.
Ævintýrið
um oljuna
Hækkingarnar i ráolju-
prísunum hevur gjørt
fleiri arabaralond ófatu-
liga rík — serliga saudi-
arabiska kongin Feisal.
Grein um oljuna og
Feisal á
síðu 9
i .
: 'i
Sakin millum Zakarias
Wang og formannin í
aðalstjórnini í tjóðveld-
isflokkinum og valeviiir í
Suðurstreym savnaði so '
nógvar áhoyrarar, at
Opperman dómari (á
myndini) ofta mátti slíta
fundin og koyra fólkið út
fyri at fáa fríska luft inn
í rættarhølið. Fundurin
týsdagin varð settur
klokkan 9.30 fyrrapartin
og endaði ikki fyrr enn
klokkuni leið væl at ell-
ivu um kvøldið. Tá vórð-
u átta vitnir avhoyrd
umframt tey átta sak-
søktu og saksøkjaran.
Mikudagin var proce-
duran, sum vardi í góðar
fýra tímar.
Hetta er ikki
óvanligur tóni
í føroyskum
politikki
Halgir Winther Poulsen
segði, at tað sum 14. Sep-
tember skrivaði tann 7.
- sigur Sigurd Joensen
í rættinum
Proceduran t sakarmálinum millum Zak-
arias Wang og átta iimir í tjóðveldis-
flokkinum var í Føroya rætti seinnapart-
in mikudagin. Sakførarin hjá Zakarias
Wang, Halgir Winther Poulsen, kravdi
tey saksøktu í fyrsta lagi dømd fyri ill-
mæli og í øðrum lagi-fyri æruskemming í
útvarpinum og í blaðnum 14. September
at hava skuldsett Zakarias Wang fyri
falsan av undirskriftum og at vera lagst-
an á virðisskjøl. Hann kravdi eisini
skuldsetingarnar dømdar deyðar at vera
og at tey saksøktu skuldu gjalda sakar-
málskostnaðin og kunngerðing av-.dóm-
november um tey horvnu
virðisskjølini mátti skilj-
ast sum ein skuldseting
um svik, meðan Sigurd
Joensen meinti, at hetta
var ikki heilt rætt, tí tað
stóð bert, at tey vóru
horvin. Sigurd Joensen
meinti, at «sannheitsbev-
ís» vórðu førd fram, meðan
verjin hjá Zakarias Wang
ikki var samdur við hann í
hesum.
Halgir Winther Poulsen
meinti, at í hesum máli
hava summir verið førandi
og villleitt aðrar, men
eingin hevur loyvi til at
vera so gáloysin og óansin
uttan víðari at góðtaka
hesar skuldsetingar.
Sjálvt um øll trúðu at
hetta var satt, var tað ikki 1
nóg mikið, men tey áttu
eisini at trúð upp á, at
hetta kundi prógvast, áð-
renn skuldsetingarnar
inum.
Verjarnir hjá teimum saksøktu, Sigurd
Joensen, Dánjal Magnussen og D.P.
Danielsen kravdu fríkenning í øllum á-
kærugreinum.
vórðu settar fram. Hann
legði stóran dent á, at
ongin av teimum saksøktu
hevði sett seg í samband
við Zakarias fyri at fáa
hansara frágreiðing. Tað
hevði Svenning á Lofti,
sum eisini var valevni,
gjørt, og hann helt seg frá
hesum yvirlýsingum, segði
Halgir Winther Poulsen.
Ikki takast
hátíðarliga
Sigurd Joensen nevndi, at
hetta var ikki nakar óvan-
ligur tóni í føroyskum
politikki og nevndi sakar-
mál, sum fyrr hava verið
fyri her á landi. Hann
segði, at tað finst præce-
dens fyri, at tónin í før-
oyskum politikki er so
harður, at hann skal ikki
takast hátíðarliga. Hann
segði m.a. at tað var ikki
løgið, at hetta kom fram, tí
á veljarafundum høvdu
hesi fólk hoyrt lítið annað
frá Zakarias Wang enn á-
lop á tjóðveldisfólk, og tá
hann nýtti tað seinasta
høvið í útvarpinum til at
varpa hesar skuldsetingar
út um alt landið í staðin
fyri at royna at fáa fólk at
styðja tjóðveldishugsjón-
ina, so var tað ikki løgið,
at tað nú var teimum ov-
boðið.
Semingsuppskot?
Proceduran, har allir fýra
sakførararnir hovdu orðið,
vardi í fýra tímar.
Áðrenn fundurin endaði
beyð dómarin seg til at
seta fram eitt semingsupp-
skot. Støða var ikki tikin
til hetta á fundinum. men
tað verður avgjørt seinni,
um eitt semingsuppskot
skal setast fram.
Verður ongin semja
gjørd, fellur dómur tann 5.
februar.
Meira á síðu 4 og 5
Telefon 1 48 49
Ting-
ingar
um
lands-
\ 1
stýri
í dag
Væntandi koma javnað-
arflokkurin, tjóðveldis-
flokkurin og fólkaflokk-
urin saman aftur í dag at
halda fram við samráð-
ingunum um skipan av
landsstýri.
Flokkarnir høvdu
fund í Tinganesi seint
mikukvøldið..
Skjalið
liðugt
Áðrenn flokkarnir fóru
hvør til sítt hetta kvold-
ið, vóru teir komnir á-
samt um innihalđið og
orðaljóðið í samgongu-
sáttmálanum, sum er
rættuliga drúgvur —
einar 6 maskinskrivaðar
siður.
Einstøk mál vóru ikki
liðugt avgreidd týsdag-
in, men flokkarnir samd-
ust um hesar spurningar
mikukvøldið.
Teir flestu vóru hug-
aðir fyri at fáa landsstýr-
i valt, áðrenn fólkatings-
val var í gjár, men fólka-
flokkurin ynskti at fáa
tað útsett.
Hvat eftir er
Tað kann roknast við, at
tað koma at verða seks
mans í Tinganesi. Javn-
aðarflokkurin kemur at
velja Atla Dam til løg-
mann og Jákup Linden-
skov til landsstýris-
mann. Fólkaflokkurin
hevur ikki tikið endaliga
stoðu til, hvør skal um-
boða hann, men nevnt
hevur verið, at Demmus
Hentze verður aanar.
Tjóðveldisflokkurin hev-
ur heldur ikki tikið stoðu
til sina mannmg.
Flokkarnir skulu —
umframt at velja lands-
stýrismenninar — eisini
semjast um, hvorji máls-
oki teir skulu hava.
Ætlanin hevur verið at
velja landsstýri í morg-
in.