Tíðindablaðið - 10.01.1975, Blaðsíða 8

Tíðindablaðið - 10.01.1975, Blaðsíða 8
Síða 8 TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 10. januar 1975 I Mini-pe Hvat slag av preven- tiv-tablettum er «Exlu- tona»? Hvat er «Lynes- trenol NFN» fyri eitt evni og hvussu virkar tað? Hevur tað nakra á- virkan á eggloysingina? Hvussu álítandi eru «Exlutona»-tablettir- nar? Fær man óreglu- liga mánasjúku av teimum? Um «Exlu- tona» er eitt slag av mini-pillarum, hvør munur er tá á teimum og «mini-pe»? Kann man fara at nýta «mini-pe» eftir at hava havt mánasjúk- una, men ikki heilt regl- uliga? Ber til at fáa spiral, hóast man ikki hevur verið upp á vegin? Hvussu? Og hvussu lang er bíðitíðin? Hvussu álítandi er spir- al, tá man ikki hevur verið upp á vegin fyrr? Eg havi nú nýtt «mini-pe» í skjótt 2 ár (hevði ein steðg uppá 1 1/2 mánaða eftir at hava nýtt teir í 1 1/2 ár) men eg havi framvegis sera óreguliga mána- sjúku. Halda tygum, at eg kann halda fram við at taka «mini-pe», ella vilja tygum ráða mær til at nýta okkurt annað í staðin, t.d. «Exlu- tona» ella spiral (eg havi ongantíð verið upp á vegin)? (Eg ynski ikki at nýta p-pillarar, pess- ar, skúm ella nakað ti- líkt). 19 ár Hesi evni, tygum nevna verða kallað gestagen- er, og allir mini-pillarar innihalda tílíkt evni, bæði Exlutona og mini- pe, men evnini eru ikki heilt eins, tó er ávirk- anin tann sama. Tey á- virka ikki eggloysing, men slimið í móður- hálsinum og eitt sindur rovuna í lívmóðirini. Hetta seinasta ger, at bløðingarnar kunnu vera eitt sindur óreglu- ligar, men oftast bert í fyrstuni og verða so púra regluligar. Summ- ar kvinnur í tygara aldri hava óregluligar bløðingar uttan at tað HHnSBBBUKnE SPYRJIÐ LÆKNAN Marher Simonsen, yvir- lækni, svarar hepur nakað serligt at týða. Mini-pillarar og snyr- il eru eins sikrir, næst- an 100%. Viðvíkjandi spurn- inginum, um tygum skulu hava snyril, so vildi eg hildið, at tað var rættast, at tygum hildu fram við einum mini-pillara í staðin, tí hjá einari kvinnu, sum ongantíð hevur verið við barn, detta snyrlar- nir ofta útaftur, og tað kann væl henda, uttan at ein er klárur yvir tað. MS Afturstig Ifyri Saigon Við at hava mist landslutahøvuðsstaðin, Phuoc Binh, hevur stjórnin hjá van Thieu í Suðurvietnam verið fyri einum álvars- ligum politiskum ósigri. Ynskja eitt barn Vit eru eini ung hjún mitt í 20unum, vit hava verið gift i hálvtannað ár, og nú halda vit, at tað er tíð uppá at fáa eitt barn, men tað vísir seg ikki at lukkast. Eg havi tikið p-pillarar í eini 2 ár og helt uppat fyri einum ári siðani. Mánasjúkan hevur verið reglulig síðani. Kann tað hugsast, at eg ikki blívi uppá vegin, av ti at eggjastokkamir eru skaddir? Skal eg fara til læknan at verða kannað? Eg havi altíð verið bangin fyri at eg ikki fór at bliva uppá vegin, og hetta ger tað ikki betri. S-a Tað er bert eitt ár síðani tygum hildu uppat at taka p-pillarar, so øll vón er ikki úti enn. Tygum skulu royna enn eitt ár, og um tað ikki tá hevur eydnast, tá vildi eg rátt tygum til at farið til lækna. Egg- røturnar nýtast ikki at hava tikið skaða av p-pillarunum, um tær vóru í lagi áðrenn. Tyg- um hava ótta fyri, at tað ikki fer at eydnast. Tað hevur kanska eitt lítið sindur at siga fyri, at tað er trupult at verða við barn. Best hevði verið als ikki at hugsa um henda spurn- ing ovmikið, so kanska tað eydnaðist lættari. MS Bæði i Suðurvietnam og Cambodja hevur virksemi hjá teimum hermonnum, ið berjast ímóti stjórnini, verið vaksandi í seinast- úni. Menn roknaðu við í fjør, at bardagamir fóm at hasa av, meðan rísheyst- ingin vardi, men so var ikki. Við hesum bardøgum tykjast teir ikki bert at hava til endamáls at tryggja sær ein størri part av risinum, men at vinna meira landaøki. Um teir, ið berjast ímóti stjórnini, vóna at vinna ein avgjørd- an sigur í hesum umfari, stendur ikki greitt, men ó- sigurin hjá stjórnini sein- astu dagarnar er ein dygg- ur smeitur fyri Nguyen van Thieu forseta. Fáa herfólk úr Mekong- munnanum Tá vápnahvíldin varð gjørd fyri næstan tveimum ámm síðani var megin- parturin av Phuoc Binh- landslutinum í hondunum á stjórnini. Ikki bert er nú allur hesin landslutur, sum liggur tætt við Saigon, fallin í heijidumar á viet- cong og norðurvietnames- amm, men hetta er eisini hent uppá eina ógvuliga stutta tið. Teir hava hervið økt munandi um tey økir, sum teir hava ræðið yvir framvið cambodiska mark- ið. og hetta bøtir væl um møguleikarnar fyri sam- bandi millum Norður- og Suðurvietnam. Men støðan kann gerast uppaftur verri fyri stjórn- ina hjá van Thieu, tí talan verður um, at tann støðin eisini verður tikin, ið verjir landslutahøvuðsstaðin, Tay Ninh, ið liggur tætt við. Tað frættist eisini, at mótstøðumenninir hjá stjórnini eru farnir at krevja skatt av fólki í Mekong-munnanum og fáa herfólk haðani. í Mekong- munnanum býr umleið helvtin av íbúgvunum í Suðurv ietnam, og í tí av- gerandi bardaganum um Suðurvietnam verður tað ein stórur fyrimunur fyri tann, sum hevur ræði yvir hesum parti av landinum. Biðja USA um hjálp Hesin seinasti ósigurin hjá suðurvietnamesiska stjór- narherinum norðanfyri Saigon hevur ført til, at stjórnin í Saigon hevur heitt á USA um at økja hjálpina til Suðurvietnam. Tann nógva hjálpin, sum amerikanaramir veittu Suðurvietnam undir tí drúgva krígnum, hevur verið ógvuliga nógv av- markað, síðani vápna- hvildarsáttmálin varð gjørdur. Nú hevur ein talsmaður fyri amerikanska uttanrík- isráðið gjørt eina viðmerk- ing um møguleikarnar fyri 'ji'* ' • •*i f f g| Ein mynd frá krignum í Vietnam at hjálpin verður- økt. Talsmaðurin segði einans, at Gerald Ford og ráðgev- arar hansara umhugsa, hvussu teir kunnu fáa yv- irtala kongressina til at økja um hjálpina. Hann vildi ikki siga, um her bert var hugsað um pening ella eisini um hernaðarliga hjálp. Talsmaðurin helt ikki stórar møguleikar verða fyri, at kongressin játtar. Amerikanska fólkið er troytt av tí krígnum, sum var og ynskir ikki at USA aftur fløkir seg upp í eitt slíkt kríggj, og sum tann búskaparliga støðan er í dag, er tað[ lítið hugsandi, at tann nýggja kongressin, sum kemur saman i næstu viku, fer at taka væl ímóti uppskoti um størri hjálp. pf. PREIVT- STOVAN Bøkjarabrekka 5 TELF. 4725 Men tað var einum báti, teir skuldu hava fatur á, og Allan dugdi væl at finna upp á ráð. Hann greiddi frá, hvussu ringt hansara ungi vinur hevði tað, og hvussu væl hann fór at verða passaður, um teir bert sluppu yvir um ánna. Tann hjartagóða gentan sat hugtikin og lýddi á hansara lygisøgur. At enda gjørdist hon so hugaS fyri at hjálpa teimum, at hon bað teir fara oman til ánna og fjala seg á einum ávísum stað og bíða har, til hon kom. Stutt eftir, at tað var vorðið myrkt, hoyrdu teir ein bát koma rógvandi. Hon var einsamøll í bátinum. I tøgn róði hon teir yvir um, og stillisliga legði hon frá landi aftur pttan at lurta eftir teimum rósandi orðum, sum teir báðir flóttarmenninir høvdu til hennara.

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.