Tíðindablaðið - 10.01.1975, Blaðsíða 11
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 10. januar 1975 Síða 11
pFLÍÍCfCOn
Við Týskland á odda
inn í eina nýggja øld
Mýggjársnáttí 1900 vígdi Wilhelm II keis-
ari fløgg í Vápnagoymslugarðinum í
Berlin. Heryvirmenninir løgdu seg á knæ
og svóru keisaranum flaggeiðin.
Tá heimurin fór inn í 20. øld var týska
keisararíkið tann sterkasta maktin á
evropeiska meginlandinum og hevði ein
ógvuliga góðan og vælútgjørdan her.
Týski herurin var skipaður og uppvandur
til at kunna hava 25 herdeildir við tilsam-
ans 4 miljónum monnum klárar eftir
tveimum vikum fram við landamarkin-
um. ití
Vápnagoymsluhúsið i Ber-
lin bólgnaði av minnum og
traditiónum frá tíðini, tá
Fríðrikkur Stóri livdi og
ráddi fyri borgum. Hann
hevði í 1760unum og
1770unum umbroytt
Preussen frá at vera ein av
mongum týskum statum
til eitt evropeiskt stórveld-
i. Tað var tó ikki Fríðrikk-
ur Stóri, sum hevði skapt
tann týska herin, men her-
urin var harafturimóti eitt
úrslit av teimum bardøg-
um, sum týskarar høvdu
fyrst í 19. øld móti Napole-
on og hansara Fraklandi.
Tá vórðu reglur gjørdar
fyri, hvussu tað preussiska
liðið av heryvirmonnum
skuldi skipast. Flaggeið-
urin skuldi binda heryvir-
menninar til tann preuss-
iska kongin. Teir skuldu
ikki akta nakran annan
myndugleika. Hernaðar-
ligir heiðursdómstólar
vórðu einasti rættarstovn-
ur, ið kundi døma teir, utt-
an mun til hvussu álvars-
ligar brotsgerðir teir
framdu. Liðið av heryvir-
monnum varð skilt burtur
úr restini av tjóðini; tað
gjørdist ein statur í statin-
um.
Wilhelm II keisari
Bretland
var veikt
í 1900 var Wilhelm II keis-
ari 41 ára gamal, og fyri
honum vóru flaggeiðurin
og herurin mestsum religi-
øs hugtøk. Hvørki fyri
hann ella heryvirmenninar
var hátíðarhaldið í Vápna-
goymslugarðinum nakað
týdningarleyst og tómt,
sum bara mátti gerast.
Meðan tann týska her-
leiðslan ár eftir ár gekk og
granskaði ætlanirnar fyri,
hvussu herurin skuldi
brúkast, var bretski herur-
in veikur og illa skipaður.
Herleiðslan gekk og ynskt-
i, at um kríggj skuldi
brostið á, skuldu bretar
vera førir fyri at hava tvær
herdeildir at verja landið
og tvær at senda uttan-
lands — meðan týskarar
sum nevnt høvdu 25 herlið
klár. Samanborið við
Týskland, var Bretland
verjuleyst.
Bretland hevði fult álit
á, at flotin skuldi verja
landið Teir høvdu heimsins
sterkasta flota, ja hann
var sterkari enn flotarnir
hjá Týsklandi og Frak-
landi tilsamans. Konserva-
tivir bretar hildu, at so
leingi Bretland hevði ein
góðan flota, kundi ongin
vinna á tí, og teimum tørv-
aði tí ikki nakran stóran
her. Og skuldi tað hent
seg, at flotin varð lagdur i
oyði, so hevði Bretland
tapt, hvussu stóran her
tað so hevði.
Bretski forsætisráðharr-
in í 1900, Salisbury lorđur,
plagdi at siga: - Bretskur
politikkur er at reka spak-
uliga við streyminum og
bert av og á taka á
árarnar, so at sleppast
kann undan samanstoyti.
Spjaddur um
heimin
Tann litli herurin, bretar
høvdu, var spjaddur út um
heimin — tann størsti
parturin var í India,
75.000 mans, ið teir flestu
vóru indarar. Herurin var
framvegis settur saman av
yvirmonnum frá aristokra-
tinum ella tí ríku miðal-
stættini og av meinigum
hermonnum úr teimum
vánaligari býarpørtunum.
1 hesum
døgum
fyri
75
árum
síðani
- Fátækafólk við gentle-
monnum sum leiðarum,
plagdu bretar at siga.
í Bretlandi hildu fólk
hesa skipan vera romant-
iska og ideella. Tá indiskir
heryvirmenn í teimum
prýðuligu og litføgru bún-
■•num vitjaðu Bretland,
varð hetta uppfatað sum
eitt stórfingið dømi um
maktina hjá bretska
heimsríkinum.
Men longu tey fyrstu
árini av øldini fingu bretar
at vita, at veruleikin var
øðrvísi. Tann lítli herurin
tapti i Suðurafrika, og eftir
einum hálvum ári noydd-
ust teir at skipa ein her av
einari hálvari miljón av
sjálvbodnum hermonnum
til at striðast ímóti boar-
unum.