Tíðindablaðið - 10.01.1975, Qupperneq 11

Tíðindablaðið - 10.01.1975, Qupperneq 11
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 10. januar 1975 Síða 11 pFLÍÍCfCOn Við Týskland á odda inn í eina nýggja øld Mýggjársnáttí 1900 vígdi Wilhelm II keis- ari fløgg í Vápnagoymslugarðinum í Berlin. Heryvirmenninir løgdu seg á knæ og svóru keisaranum flaggeiðin. Tá heimurin fór inn í 20. øld var týska keisararíkið tann sterkasta maktin á evropeiska meginlandinum og hevði ein ógvuliga góðan og vælútgjørdan her. Týski herurin var skipaður og uppvandur til at kunna hava 25 herdeildir við tilsam- ans 4 miljónum monnum klárar eftir tveimum vikum fram við landamarkin- um. ití Vápnagoymsluhúsið i Ber- lin bólgnaði av minnum og traditiónum frá tíðini, tá Fríðrikkur Stóri livdi og ráddi fyri borgum. Hann hevði í 1760unum og 1770unum umbroytt Preussen frá at vera ein av mongum týskum statum til eitt evropeiskt stórveld- i. Tað var tó ikki Fríðrikk- ur Stóri, sum hevði skapt tann týska herin, men her- urin var harafturimóti eitt úrslit av teimum bardøg- um, sum týskarar høvdu fyrst í 19. øld móti Napole- on og hansara Fraklandi. Tá vórðu reglur gjørdar fyri, hvussu tað preussiska liðið av heryvirmonnum skuldi skipast. Flaggeið- urin skuldi binda heryvir- menninar til tann preuss- iska kongin. Teir skuldu ikki akta nakran annan myndugleika. Hernaðar- ligir heiðursdómstólar vórðu einasti rættarstovn- ur, ið kundi døma teir, utt- an mun til hvussu álvars- ligar brotsgerðir teir framdu. Liðið av heryvir- monnum varð skilt burtur úr restini av tjóðini; tað gjørdist ein statur í statin- um. Wilhelm II keisari Bretland var veikt í 1900 var Wilhelm II keis- ari 41 ára gamal, og fyri honum vóru flaggeiðurin og herurin mestsum religi- øs hugtøk. Hvørki fyri hann ella heryvirmenninar var hátíðarhaldið í Vápna- goymslugarðinum nakað týdningarleyst og tómt, sum bara mátti gerast. Meðan tann týska her- leiðslan ár eftir ár gekk og granskaði ætlanirnar fyri, hvussu herurin skuldi brúkast, var bretski herur- in veikur og illa skipaður. Herleiðslan gekk og ynskt- i, at um kríggj skuldi brostið á, skuldu bretar vera førir fyri at hava tvær herdeildir at verja landið og tvær at senda uttan- lands — meðan týskarar sum nevnt høvdu 25 herlið klár. Samanborið við Týskland, var Bretland verjuleyst. Bretland hevði fult álit á, at flotin skuldi verja landið Teir høvdu heimsins sterkasta flota, ja hann var sterkari enn flotarnir hjá Týsklandi og Frak- landi tilsamans. Konserva- tivir bretar hildu, at so leingi Bretland hevði ein góðan flota, kundi ongin vinna á tí, og teimum tørv- aði tí ikki nakran stóran her. Og skuldi tað hent seg, at flotin varð lagdur i oyði, so hevði Bretland tapt, hvussu stóran her tað so hevði. Bretski forsætisráðharr- in í 1900, Salisbury lorđur, plagdi at siga: - Bretskur politikkur er at reka spak- uliga við streyminum og bert av og á taka á árarnar, so at sleppast kann undan samanstoyti. Spjaddur um heimin Tann litli herurin, bretar høvdu, var spjaddur út um heimin — tann størsti parturin var í India, 75.000 mans, ið teir flestu vóru indarar. Herurin var framvegis settur saman av yvirmonnum frá aristokra- tinum ella tí ríku miðal- stættini og av meinigum hermonnum úr teimum vánaligari býarpørtunum. 1 hesum døgum fyri 75 árum síðani - Fátækafólk við gentle- monnum sum leiðarum, plagdu bretar at siga. í Bretlandi hildu fólk hesa skipan vera romant- iska og ideella. Tá indiskir heryvirmenn í teimum prýðuligu og litføgru bún- ■•num vitjaðu Bretland, varð hetta uppfatað sum eitt stórfingið dømi um maktina hjá bretska heimsríkinum. Men longu tey fyrstu árini av øldini fingu bretar at vita, at veruleikin var øðrvísi. Tann lítli herurin tapti i Suðurafrika, og eftir einum hálvum ári noydd- ust teir at skipa ein her av einari hálvari miljón av sjálvbodnum hermonnum til at striðast ímóti boar- unum.

x

Tíðindablaðið

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.