Tíðindablaðið - 17.01.1975, Blaðsíða 1

Tíðindablaðið - 17.01.1975, Blaðsíða 1
4 Tíðindablaðið # Nr. 4 - 2. árg. - leysasøla 2,00 i Fríggjadagur 17. januar 1975 Telefon 1 48 49 ■■■■■■■■■■■■■■■■ Brúgv í Svínáum Eiðis kommuna letur í løtuni byggja 22 metrar upp í lendingarbrúnna í Svínáum. Teir rokna við, at hetta arbeiðið fer at taka einar fýra mánar tilsamans, og tað er nú um at vera komið í helvt. Kostnaðurin liggur um 500.000 krónur. Tá hetta arbeiðið er liðugt verður brúgvin 45 metrar til longdar. End- amálið er at skapa eitt pláss norðanfyri Streym, har liggjandi kann vera hjá skipum i øllum veðri, verður sagt av Eiði. Tá keiin er liðug, skal eitt skip sum Tummas Ny- gaard kunna liggja har á øllum ættum, verður sagt. Toskalivur betri prís Eitt danskt blað skrivar, at týskar medisinalverk- j smiðjur keypa alla ta toskalivur, sum tær kunnu fáa i Danmark. I Prísurin á toskalivur er í Danmark komin upp í fýra krónur fyri kilo, | men prísurin fyrr hevur jj ligið millum 25 og 50 oyru á fiskauppboðunum jj í Hirtshals, Hanstholm, | Thyborøn og Esbjerg. Tær týsku verksmiðj- urnar brúka livrina til ymisk sløg av medisini, og tær kunnu keypa alt tað, sum danir kunnu \ selja teimum. Blaðið skriyar, at tað < er mangt, sum bendir á, at hesin økti eftirspurn- ingur eftir toskalivur fer at standa við. Aftur til natúruna Tað hevur mangan av vísum monnum verið \ talað um at fáa menn- j iskjað at venda aftur til natúruna. Tann navn- frami norðmaðurin Thor Heyerdahl. hevur eina- j ferð roynt hetta. Síðu 9 Møguleikar okkara í komandi Tíðindabløð- um verður givið eitt yv- irlit yvir ta fiskaveiðu, ■ føroyingar nú reka, og teir møguleikar vit hava í fyri fjølbroyttum fiski- 1 skapi í framtíðini. Fyrst- I a grein er í blaðnum í 1 dag á síðu 7 ® Sjálvuppgávan verður goymd til evstu løtu. Hon skuldi vera inni 15. hjá teimum, sum ikki hava bókhaldsskyldu. í Havn var troðkan um kvøldið niðri í gamla kommunuskúlanum, har býráðið nú hevur skrivstovu. Bygdarráðið keypir jørð Bygdaráðið í Mykinesi fer nú at royna at fáa nakað av uttanbýggjajørðini aftur á hendurnar á teimum, sum búgva á stað- num. í lýsing sigur bygdaráðið seg hugað fyri at keypa uttanbíggjajørð. Úr Mykinesi verður sagt, at teir fara at ting- ast um prísin við møguligar seljarar, og at uttanbíggjajørð ofta verður seld øðrum, uttan at mykinesmenn fáa at vita um tað. Nítjan av teimum 40 mørk- unum í oynni eru uttanbíggjajørð. Umleið 30 fólk eru í Mykinesi í vetur og tað er nakað tað sama sum í fjør. Fólk búgva í 10 húsum, meðan 20 onnur hús standa tóm, tí at fólkið er flutt av oynni at búgva. Taka mannirt úr nevndini Prísásetingarnevndin verður nú væntandi óarbeiðsfør. Tann lækkandi avreið- ingarprísurin hevur fing- ið krøvini frá útróðrar- monnum um betri sømd- ir til at herðast. Tað seinasta stigið er, at Klaksvíkar Útróðrarfel- ag hevur tikið sin um- boðsmann úr ráfiska- prísnevndini. Tað er Frits Olsen, sum hevur verið limur, síðani nevndin varð 'skipað. Tað kann roknast við, at ráfiskanevndin verður ó- arbeiðsfør, tá- hon nú ikki verður fullmannað. Stovnandi aðalfund Leygardagin kl. 15 verð- ur stovnandi aðalfundur á Hotell Hafnia í Havn, har umboðsmenn fyri útróðrarmenn í øllum landinum koma saman. Ein fyrireikandi fundur varð hildin millum jól og nýggjár, har einir 120 menn vóru til steðar. Tá vóru umboð fyri einar 65 av teimum 75 bátunum yvir 60 tons, sum eru i Føroyum. Eitt uppskot til reglu- gerð varð seinri sent út til útróðrarfeløgini og til allar teir, sum vóru á fundinum. Uppskotið er afturkomið við ymiskum viðmerkingum, sum vera viðgjørdar á fund- inum, sigur Adolf Han- sen, ið kallaði útróðrar- menninar saman. í reglugerðini verður sagt, at landsfelagið skal fyrst og fremst arbeiða við øllum málum, sum gagna útróðrarmonnum. Fleiri feløg Síðani tann fyrireikandi fundurin var hildin í Havn er nýtt lív komið í fleiri feløg, sum vóru til fyrr, men ikki vóru virk- som, og nýggj feløg eru eisini stovnað. Bæði í Nólsoy og í Lorvík eru stovnað nýggj feløg, Vágoyggin hevur fingið eitt felag fyri alla oynna, og i syðru helvt av Suðuroy- syðru helvt av Suður- oynni hava menn gjørt eitt felag, har teir fyrr høvdu fleiri. Meira um prísir á síðu 5 Frímerki bíløgd fyri 3,6 milj. til fyrsta dagin 30. januar koma tey fyrstu føroysku frímerkinl út, og arbeitt verður nú bæði í Havn og í Keypmannahavn við fyrstadagsstempling. Frí- merkjasavnarar úr ymsum londum, tó mest úr Dan- mark, hava bílagt fyri 3,6 milj. kr. 20 fólk arbeiða í Føroyum við stempling. Síðu 4

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.