Tíðindablaðið - 17.01.1975, Blaðsíða 5

Tíðindablaðið - 17.01.1975, Blaðsíða 5
♦ TÍÐIIMDABLAOIÐ fríggjadagin 17. januar 1975 •• Lækkingin Fyri nøkrum døgum síðani kunngjørdi sildavirkið í Fuglafirði, at prísurin á hvítingsbróður fall aftur. Hann fór úr 39 niður í 33 oyru fyri kilo. Alla seinnu helvt av árinum í fjør var prísurin 39 oyru, men hann var væl hægri fyrr á árin- um. Grundin til prísfallið er, at mjølið hevur ringan prís á heimsmarknaðinum, og tað verður sagt, at onki røkist fyri, at prísurin fer at hækka teir fyrstu mán- arnar. Lýsiprísurin er har- afturímóti góður á heims- marknaðinum, men hesa tíðina av árinum er ikki nógv lýsi í fiskinum. I Fuglafirði verður sagt, at onki lýsi fæst burtur úr hvítingsbróður frá februar og líka út i juni. Dýrt fyri skipini Prísfallið rakar skipini — harav fleiri eru nýggj — rættuliga meint. Summir reiðarar siga, at tað er iv- sløg. Útróðrarmaðurin ís- ak Matras í Klaksvík ger í einari grein i 14. Septem- ber eina meting av, hvat príslækkingin kostar út- róðrarmanninum. Tá prís- urin var hægstur i fjør, var hann 3,25 kr. fyri kilo í miðal. Eftir tí prísi, sum varð ásettur 30. desember, var miðaltalið 2,05 kr. fyri kilo. Hetta er eitt prísfall upp á 37%. Avreiðingarprísurin er fallin meira siðani, og roknast kann við, at í mið- al er prísurin lækkaður við 43%, síðani hann var hægstur í fjør. Fallið kann eisini førast yvir á úrtøkuna hjá útróð- rarmonnum. Fekk mann- ingin í fjør 50.000 kr., so fær hon við núverandi prísi bert 28.500 kr. Uppaftur verri er við upsanum. Menn á upsaveiðu, sum fingu 50.000 kr. í fjør, fáa fyri somu nøgd nú bert 22.000 kr., skrivar ísak Matras. Fall f prísinum kostar einum skipi 240.000 kr. Bæði fiskiskapurin undir Føroyum og í Norðsjónum kann koma í trupulleikar av tí stóra prísfallinum, sum hevur verið á ídnaðarfiski og ráfiski frá útróðrarbátun- um. Umboð fyri Klaksvíkar Útróðrarfel- ag vóru í Havn í gjár at tosa við tann nýggja landsstýrismannin í fiskivinnu- málum, Petur Reinert. um 4.000 tons. Hetta sein- asta prísfallið upp á 6 oyru fyri kilo, kemur at kosta hesum skipum 240.000 kr. yvir eitt ár. Prísurin á sild, sum verður landað til ídnað í Fuglafirði, er 43 oyru fyri kilo. Sambandsflokkurin hevur ingarsamt, um tað kann kravt, at tingið beinanveg- loysa seg at lata skipini in kemur saman at viðgera fiska. stuðulin til útróðurin. For- Einstakir ídnaðartrolar- maðurin hevur fyrr kunn- ar komu upp um 5.000 gjørt, at tingið heldur fund tons í fjør, og nógvir lógu 27. januar, og roknast kann við, at tann vánaliga støðan, sum fiskivinnan er komin í, verður eitt av teimum fyrstu málunum, ið koma til viðgerðar. Úrtøkan hjá útróðrinum Tað hevur eisini verið eitt støðugt fall í prísinum á útróðrarfiski, og ongin prisur er fyri fleiri fiska- Skiparin skuldi havt steðgað, sigur stjórin Verjusátt- máli Libya og Libanon hava gjørt ein verjusáttmála, sum gevur Libanon góða loftverjuútgerð, og at landið kann verja bygdir framvið markið móti álop- um, sigur libyski leiðarin, Muammar Gadaffi. Hann 'sigur, at sáttmálin var gjørdur stutt herfyri undir samráðingum í Tripoli millum embætismenn í verjumálaráðunum hjá teimum báðum londunum. Samráðingar fara nú fram við bretska trolarafelagið, sum eigur «Aberdeen Fis- her» um at fáa felagið at veita trygd fyri sakarmáls- kostnað og bót fyri at trol- arin fiskaði ólógliga innan- fyri fiskimarkið á jólum. Endamálið við at leggja hald á trolaran, um hann kemur inn á danskt øki, er at noyða felagið til at veita eina try.gd, og so fellur úr- skurðurin burtur um at leggja hald á skipið. Harí- móti kann so ákæra reisast ímóti skiparanum. Stjórin fyri felagnum, sum eigur «Aberdeen Fis- her» sigur við bretska blaðið The Times, at teir halda, at sjóverjuskipið gjørdi sína skyldu, og at skiparin á trolaranum nú veit, at hann bar seg skeivt at. Hann sigur eis- ini, at skiparin átti at steð- gað, tá hann fekk hoð um tað frá sjóverjuskipinum. Henda myndin, sum her sæst, varð tikin, tá Hvid- bjørnen herfyri var í Aber- deen og vitjaði. Meðan skipið lá i Aberđeen høvdu bretskir trolaraskiparar og -eigarar høvi til at fara umborð á «Polar Bear», sum teir kalla skipið, fyri at siggja seg um. Síða 5 TÍÐINDI ÚR EYSTUROY Settu stutt í síðstu viku avreiddi Norðsøki tvær ferðir til Norðís á Eiði. Aðru ferðina hevði hann 2.500 pund og hinu ferðina 4.000 pund. Njørður avreiddi 2.500 pund og 4.400. Hetta er Lað einastu, sum flaka- virkið á Eiði hevur fing- ið av fiski síðani nýggj- ár. Báðir bátarnir settu stutt teir dagarnar, teir vóru úti, og tað viðraði illa hjá teimum. Tummas Nygaard er undir íslandi. Hann fór fyri eini viku siðani. Størri nótapavn Jupiter liggur á Skála og fær størri nótapavn til brislingsnót. ís- lendski trolarin Emily, sum hevur ligið á Skála í nakrar mánaðar, er nú um at vera liðugur. Hann hevur fingið ógv- uliga stóra umvæling um at kalla alt skipið. Hann hevur eisipi fing- ið nýggjan hjálpimotor og nýtt trolspæl. Ar- beiðið hevur verið nógv seinkað av tí, at teir hava bíðað leingi eftir eykalutum úr Vestur- týsklandi. Á Skála liggja eisini onkrir av Kuba-trolarunum hjá Skipafelagnum. Á beding stendur Morgunroðin, sum hev- ur fingið ymiskt eftir- hugt og verður upp- pussaður. Borðoyarnes varð tikin upp seinasta fríggjadag fyri at skifta plátur út. Hann var næstan klárur at fara av aftur, tá vit frættu. Gera tekningar til nýtt skip Fyrireikingar verða nú gjørdar til at gera tekn- ingar til tann reyðutrol- ara, sum Skála Skipa- smiðja skal byggja til eitt felag á Toftum. Skipið skal vera 130 fót til longdar, hann skal hava ein 1200 hesta Alfa motor, og frysti- kapasiteturin verður 10 tons um samdøgrið. Hann skal verða liðug- ur einaferð næsta ár, og kostnaðurin er sam- bært sáttmálan 12,5 miljónir krónur. Hann verður bygdur eftir glíðisáttmála. Sektiónir til næsta skipið Á Skála Skipasmiðju eru teir byrjaðir upp á nýbygning nr. 28, sum er eitt nótaskip til pf. Búrhellu í Klaksvík. Nakað herfyri byrjaðu teir at gera sektiónir til hetta skipið, men tær verða ikki settar saman fyrr enn tað skipið, sum nú stendur í byggi- høllini, er farið á sjógv- in. Hetta skipið verður ikki sjósett fyrr enn i mars, tá Christian í Grótinum verður liðug- ur. Fara at spreingja Á Eiði eru teir farnir undir at gera klárt til spreingingar á økinum, har sum saltfiska- goymslan skal byggj- ast. Táð verður byrjað át spreingja fyrsta dag- in. Kommunan skal planera øki, sum húsini skulu byggjast á. 20.000 pakkar av sildamjøli Lómur var á Fuglafirði í gjár og tók 20.000 pakkar av silđamjøli til Polands. Norðaldan hevur verið á Fuglafirði og koyrt lýsið upp frá seinasta túrinum. Burtursæð frá tí, sum ídnaðarskipini landa, kemur ongin fiskur upp á land. Tarnað av veðri Arbeiðið upp á ta nýggju keiina í Fugla- firði gongur sína gongd, men tað hevur verið nógv tarnað í vetur av tí ringa veðrinum.

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.