Tíðindablaðið - 17.01.1975, Blaðsíða 2
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 17. januar 1975
Tíðindablaðið
Útgevari og blaðstjórn:
Finnbogi Isaksen
Ámi Absalonsen
Adr.: Klokkaragøta 19, Tórshavn. Tlf. 1 48 49
Leysasøluprísur 2,00 kr. eintakið. Prent:
Tiðindablaðið og Dimmalætting.
Nøkur orð um útbygging
av landbúnaðinum
Blaðið er óheft av øllum politiskum flokkum.
Avreiðingar
Fyri jól legði sambandsflokkurin uppskot
fram á ting um at hækka útróðrarstudn-
ingin við 5 oyrum, og nú hevur flokkurin
heitt á tingformannin um at kalla løg-
tingið saman beinanvegin at viðgera
hetta mál.
Tað er hvørjum manni greitt, at her
verður neyðugt at gera nakað beinanveg-
in, um heimaútróðurin ikki heilt skal falla
niðurfyri. í samgonguskjalinum hjá
nýggja landsstýrinum verður sagt:
«Reglumar um prísáseting og studn-
ingsveitingar verða endurskoðaðar. Fisk-
imonnum og tí almenna verður tryggjað
best møguligt innlit í fiskasølumál.»
Onki er at ivast í, at hetta stavnhaldið
er gott, um tað verður sett í verk á rætt-
an hátt. Men at fara undir ein heilt
nýggjan politikk á hesum øki, sum sam-
gonguskjalið tykist at benda á, kann
taka drúgva tíð. Ein nevnd hevur latið
. álit frá sær um studningamar til fiski-
vinpuna, men tað er mestsum onki nýtt í
hesum uppskoti. Nevndin mælir bert til
smærri bro^ingar. Og tað kann tí
hugsast, at landsstýrið setir eina nýggja
nevnd at gera eitt annað uppskot. Síðani
er spurningurin, um tann nýggja nevndin
kemur til eitt betri úrslit. \
IJtróðurin og útróðrarmaðurin hava
ikki tíð at bíða eftir broytingunum, um
hetta verður mannagongdin. Her má ber-
ast skjótt at. í løtuni tykist einasta
gongda leið at vera ein munandi hækking
av studninginum til útróðrarmenn —
nógv meira enn 5 oyra kilo.
Ikki kann sigast at tað,
her á landi, hevur verið
nógv sakligt kjak um før-
oyskan landbúnað. Sein-
asta hálva árið eru tað tó
fleiri, sum hava borið fram
teirra áskoðan um ta støð-
u, landbúnaðurin hevur og
eigur at hava í samfelag-
num.
Eitt felagseyðkenni fyri
hesar áskoðanir er, at kor-
ini, sum vinnan hevur at
arbeiða undir, eru alt
annað enn góð, og at tað er
øllum samfelagnum at
gagni, um broyting kemur
í sum skjótast.
Eisini hevur verið nomið
við, at tað er umráðandi at
vit í framtíðini gerast førir
fyri at framleiða fleiri bún-
aðarvørur, enn vit gera í
dag.
Matvørustøðan í heim-
inum bendir týðuliga á, at
tað verður meira og meira
umráðandi at vera sjálv-
bjargin við búnaðarvørum.
Vit vóru øll skelkaði, tá
orkukreppan tók seg upp,
og vit síggja, hvørjar av-
leiðingar hon hevur havt á
búskapin um allan heimin.
Hvør hevði nú ikki vilja
havt nóg stórar orkumøg-
uleikar til egið brúk.
Vit vita, at matfram-
leiðslan í heiminum, ið síð-
an fyrst í 50-árunum støð-
ugt var vaksandi, fyri
fyrstu ferð minkaði í 1972.
Vit vita, at 2/3 av øllum
menniskjum í heiminum
fáa ovlítið at eta. Vit vita,
at yvirskotsgoymslumar í
USA og øðram londum nú
era tómar. Vit vita, at
hetta er hent, hóast stórar
víddir av búnaðarjørð, ið
hevur veríð løgd «til síðis»,
nú era tiknar aftur í
nýtslu.
Búnaðarfrøðingurin Jóan-
es Dalsgarð skrivar, at
búnaðarmenn sjálvir mugu
meðvirka og samfelagið á-
taka sær skyldur, fyri at
vit skulu kunna framleiða
nóg mikið til landsins egnu
nýtslu av vørum, sum
kunnu framleiðast her
Tað era nú nógv ár síð-
an at menn fóra at vísa á,
at ein matvøra- og rávøru-
kreppa fór at koma. Fyrst-
u tíðina vóru teir sjáldan
tiknir fyri fult, men í dag
duga fleiri og fleiri at
siggja vandan, og flestu
lond hava tí tikið sín bún-
aðarpolitikk til umhugsun-
ar.
Matvørakreppan, ið
kemur, fer kanska ikki
beinleiðis at føra til hungur
í teimum ríkara londunum,
^sum vit enn hoyra til, men
fer at føra til ovurstórar
príshækkingar, nakað sum
longu hevur gjørt vart við
seg.
Tað skuldi tí verið ó-
neyðugt at sagt, at tað
hevði verið ein fyrimunur,
um vit kundu framleitt ein
størri part av okkara egnu
nýtslu og ikki sum nú lata
innflutningin vaksa ár
undan ári.
Vit vera tí at finna tær
atgerðir, ið neyðugar era,
men áðrenn vera vit at
gera okkum greitt, hvat
endamál vit skulu hava við
útbyggingini av landbún-
aðinum.
í dag er landbúnaðurin í
eini tílíkari støðu, at vit
við rætti kunnu spyrja
okkum: Skulu vit hava
nakran landbúnaða ella
skulu vit ikki? Millum
annað útfrá tí, sum er ført
fram, §kuldi hesin spum-
ingur verið lættur at svar-
a.
Tá tað ikki sýnist at
vera nakað endamál við
okkara búnaðarpolitikki,
fari eg at loyva mær at
seta fram eitt tílíkt, og
samstundis nevna nøkur
tiltøk, ið era neyðug fyri at
náa hetta mál.
Landbúnaðurin skal ger-
ast førur fyri at framleiða
nógmikið til landsins egnu
nýtslu av teimum vørum,
sum fyritreytir eru fyri at
framleiða.
Hetta mál náa vit ikki,
uttan búnaðarmenn sjálvir
meðvirka og at samfelagið
átekur sær skyldur fyri at
fremja tað og samstundis
tryggjar teimum, ið starv-
ast í vinnuni, eins góð kor
og aðrir stættir hava.
Aðalkravið til búnaðar-
menn er, at teir útbyggja
felagsskapin á øllum økj-
um, í felagsskapi taka at
sær allan handil við bún-
aðarvørum.
Tað almenna verður
beinleiðis at stuðla slíkum
felagsskapi, bæði fíggjar-
liga og við at leggja allan
innflutning av búnaðar-
vørum undir henda felags-
skap. Við pris- og góðsku-
eftirliti skal brúkaranum
vera tryggjað ein dygdar-
vøra fyri sámuligan prís.
Tær innfluttu búnaðar-
vørarnar, ið allar era fram-
leiddar og útfluttar við al-
mennum stuðuli, era við at
troðka okkara egnu vørar
burtur.
Førdur verður miðvísur
framleiðslupolitikkur, í
fyrsta umfari eigur at ger-
ast greitt, hvat og hvussu
nógv vit kunnu framleiða,
og hvussu henda fram-
leiðsla best kann gerast.
Vit vita, at fyritreytir
era fyri nóg stórari fram-
leiðslu av mjólk, kjøti,
eggum, eplum, rótum, og
at møguleikar era fyri að-
rari framleiðslu sum grøn-
meti, bæði úti og í vakstr-
arhúsi, korni (í hvussu er
til fóður), og møguliga øð-
ram við.
Grandarlagið undir
framleiðsluni — búnaðar-
jørð — er til staðar, tó ikki
óavmarkað, heldur ikki er
øll henda jørð tøk, men
verður nýtt til onnur enda-
mál. Vit vera tí at gera
greitt, hvat ið er búnaðar-
jørð, henda jørð skal ikki
nýtast til annað, og hvør
jørð ið kann nýtast til
byggingo.a. Greiða má fá-
ast á uttanbýggjajørðini,
soleiðis at fólkið í bygdíni
hevur fullan og óskerdan
brúksrætt á henni. Har
Endar á síðu 4
Upp úr
nýggjum
Fruktagott
valskeið
Lpngu áðrenn landsstýrið
varð valt, fingu veljaramir
hjá teimum trimum flokk-
unum høvi til at siga sína
áskoðan gjøgnum fólka-
tingsvalið, skrivar Sosial-
uriri:
Fyri samgonguna sum
heild var úrslitið av fólka-
tingsvalinum tað, at báðir
fólkatingsmenninir fullu til
samgonguna. Samanlagt
fingu samgonguflokkarnir
10.638 atkvøður móti
SJONARMIÐ
9.792 atkvøðum við sein-
asta fólkatingsval, og var
sostatt talan um eina
framgongd uppá 884 at-
kvøður. Sambandsflokkur-
in, sum einsamallur um-
boðaði nýggju andstøðuna
á tingi, fekk á valinum
3.213 atkvøður.
Tá javnaðarflokkurin fór
upp i hesa samgongu, so
var tað tí, at her fekk
flokkurin mest av sínum
málum við. Og ongatíð áð-
ur hevur javnaðarflokkur-
in fingið so nógv við i eitt
samgonguskjal sum hetta.
og ti heilsar Sosialurin hes-
um nýggja landsstýri við
bestu ynskjum um eitt
fraktagott valskeið.
Dimmalætting veit at sig-
a, at landsstýrissamráð-
ingarnar vóru so drúgyar,
av tí at ein flokkur kravdi
samgonguskjalið almann-
akunngjørt:
Tað er við øðram orðum
tær neyðsemjur, ið era
gjørdar millum teir kom-
andi lanđsstýrisflokkar-
nar, sum tað hevur tikið so
drúgva tíð at fáa umsett í
fagurskrivt til nýtslu út-
eftir, pluss ein uppaftur
longri tíð, um ikki tann
nýggi løgmaðurin (sum
verður tann sami sum
frammanundan) av tilvild
skuldi til Bergen at taka
ímóti boðum frá norsku
stjórnini um útbýting í
framtíðini av fremmandari
fiskiveiðu á nørskum leið-
um.
Tað ljóðar satt at siga
ikki serliga eggjandi at tað
nýggja landsstýrið trínur
fram á henda hátt. í fyrsta
lagi mugu vit tvørtur ímóti
halda, at starturin hjá ti
nýggja landsstýrinum ber
dám av trótandi styrki
innanhýsis og politiskari
umhugsan í einari tíð, tá
tað er dýrt at vera veikari í
stavnhaldi enn í parlamen-
tariskari styrki.
I oddagrein um landsstýr-
issamgonguna nevnir 14.
September nøkur av teim-
um málum í samgongp-
skjalinum, sum blaðið
heldur hava størstan týd-
ning fyri vinnu- og lønar-
stættirnar, og skrivar ann-
ars:
Tað er mangt gott og
mangt nýtt í hesum sam-
gonguskjali, og tað sæst
sjónliga, at tað era nýggj-
ar hendur og eisini he^p-
nar hendur, ið hava farið
um tað.
Vinnu- og lønarstættir-
nar hava nú fingið lands-
stýri, ið hevur givið lyfti
um at røkja áhugamál
teirra. Eyðvitað er sumt i
samgongumálinum ikki
annað enn sjálvsagdir lut-
ir, men alt samantikið er
tað sjónligt, at samgongu-
skjalið brýtur upp úr
nýggjum í føroyskum gpl-
itikki.
Dimmalætting skrivar, at
fólkaflokkurin ynskti
tríggjar, men noyddist at
ganga við til 6 landsstýris-
menn:
Og um mett verður eftir,
at longu í byrjan «spari»-
flokkur landsstýrisins
vrakar egna krav sítt um
einans tríggjar limir í
landsstýrinum, men víkir
fyri krøvum annara um tað
tvífaldaða, so man valla
kunna roknast við, at hes-
in man fara at hava stirðil
til at sláa knúgvarnar í
borðið.
Trótandi
styrki
í borðið?