Tíðindablaðið - 17.01.1975, Blaðsíða 4
Síða 4
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 17. januar 1975
Fundur
IOGT Losjan Støt Vilj-
en hevur fund í kvøld
kl. 20 í Uppistovu,
Vestmanna útróðrarfel-
ag hevur fund í kvøld,
har lógir felagsins eru
til viðgerðar.
Útvarpið
Fríggjakvøldið held-
ur Páll Nolsøe fyrilestur
úr Siglingarsøguni, kl.
19.30 kemur onnur
jazzsendingin Nakrir
Saxofonspælarar, sum
Jógvan Joensen leggur
til rættis, og seinasta á
skránni er sendingin
Fríggjakvøld kl. 20.
Telving
Talvsambandið skipar
fyri Føroyameistara-
kapping fyri einstak-
lingar. Tað verða fýra
bólkar, og kappingin
byrjar 22. februar.
Frímerki
Føroya Filatelistfelag
hevur fund á Hotel Før-
oyum mánakvøldið 20.
kl. 20. Postmeistarin
verður hjástaddur og
svarar spurningum frá
limunum.
Málsøkini
Tað var komið bland í
tað, vit skrivaðu í sein-
asta blaði um málsøkini
hjá fólkafloksmonnun-
um í landsstýrinum.
Býtið er soleiðis, at
Demmus Hentze hevur
fíggjarmál, meðan Dán-
jal Pauli Danielsen hev-
ur øll onnur mál, sum
flokkurin skal umsita
— tað eru vegir og
havnir, handilsmál,
búnaðarmál og mentun-
armál.
Skrásetingar
Á Eiði er stovnað P/F
Vaðhorn, sum skal
byggja ella keypa fisk
ella farmaskip, reka
handil og idnað og in-
vestering. Partapening-
urin er 110.000 kr., sum
er goldin kontant.
Stovnarar eru Petur
Reinert, Sofus Erling
Nielsen, Heini Nygaard
Petur Martin Rasmus-
sen og Hans Reinert.
Sofus Erling Nielsen er
stjóri og hevur prokura.
í Vági er stovnað
P/F Sjúrður Strøm —
Autoverkstaður, sum
rekur bilverkstað,
handil og annað virki í
hesum sambandi. Part-
apeningurin er 50.000
kr., og er goldin.
Stovnarar eru Sjúrður,
Poula og Harry Strøm.
Møtir
Á evangeliska fundin-
um í Gideon í Vest-
manna sunnukvølđið
kl. 18 er evnið: Harma-
geddon. Fremmandir
talarar.
Frelsunarherurin
hevur í kvøld bønar-
møti kl. 19.30 og møti
kl. 20. Leygarkvøldið
kl. 19.30 verður bønar-
møti og kl. 20 møti. Á
báðum møtunum tala
D. Oskarsson og kona
hansara.
í Evangeliihúsinum í
Tróndargøtu verður
bønarmøti í kvøld kl.
21. Andakt á tlf.
1.2266.
Filadelfia, Landavegi
12, hevur sangvenjing í
kvøld kl. 20. Andakt á
tlf. 1.4880.
Jehova Vitni hava í
kvøld kl. 19.30 teokrat-
iskan skúla og síðani
tænastumøti í Ríkissal-
inum, Noregisvegi 4.
Evangeliska Røddin
hevur føroyskar send-
ingar mánakvøld kl. 21
á mb. 20 metrum (1466
kHz) frá Monte Carlo.
I Missiónshúsinum
við Landavegin verður
sunnudagsskúli sunnu-
dagin kl. 14 og møti kl.
J9.00.
Fundir verða í Salem
á Tvøroyri í kvøld og
leygarkvøldið. J.M.
Davies talar.
Ásett
kvotu
NEAFC-londini eru á
fundi í Bergen í vikuni
komin ásamt um av-
marking av veiðuni av
tí norsk-arktiska tosk-
inum fyri árið 1975.
Noreg og Sovjetsam-
veldið skulu hava loyvi
at veiða góð 300.000
tons í part. Bretland
skal sleppa at veiða
98.000 tons, og hini
londini skulu tilsamans
sleppa at veiða 102.000
tons av hesum toskin-
um. Hesi londini kravd-
u á fundinum at sleppa
at veiða 160.000 tons av
norsk-arktiska toskin-
um, og henda avgerðin,
sum varð tikin á fund-
inum kemur at skerja
teirra veiðu eftir hesum
toskaslagnum.
Tað liggur ein hópur av nýggjum frímerkjum í bíðar eftir keyp-
arum, tá tey koma út
Bæði í Danmark
og Havn sita
fólk og stempla
Fyri nøkrum døgum síðani var frestin úti
fyri bílegging av føroyskum frímerkjum,
sum skuldu stemplast fyrsta dag. Til-
samans eru frímerki bíløgd fyri 3,6 milj.
kr.
Frímerkjasavnarar úr øll-
um heiminum, flestir í
Danmark, men annars aðr-
astaðni í Evropa, hava
bílagt fyrstadags stemplað
frímerki.
Umframt teir bræv-
bjálvar, sum fólk sjálvi
senda, hevur postverkið
latið nakrar brævbjálvar
gera til hetta endamál. Á
hesum brævbjálvum er
tekning, sum listamaðurin
Ingálvur av Reyni hevur
gjørt.
20 fólk
stempla
Utlendingar, einstakir
savnarar og millumtjóða
frímerkjafeløg eiga størsta
partin av bíleggingunum,
men føroyingar eiga tó eis-
ini sín part av fyrstadags
stemplingini.
Eini tvey føroysk feløg
hava latið postverkinum
serligar brævbjálvar til
fyrstadagsstemplingar, ið
síðani skulu sendast út-
lendskum fyritøkum m.a.
sum rekláma.
Tað verður arbeitt hart
fyri at fáa stemplað alt
tað, sum er bílagt. Post-
verkið hevur leigað sær
høli í arbeiðsmannafelags-
húsunum til hetta enda-
mál, og har arbeiða 20 fólk
tað mesta av samdøgrin-
um við stempling. Post-
húsið hevur sett eyka ar-
beiðsmegi í gongd til hetta
starv.
í Keypmannahavn buðu
teir sær til at hjálpa okk-
um, og vit tóku av, sigur
Esbern Midjord post-
meistari. - Tað verður
nógv stemplað í Danmark.
Framhald frá bls. 2
I
jørðin er smábýtt eigur
hon at leggjast í hóskandi
brúkseindir ella stuðlað
verður til tiltøk sum fel-
agsfjós.
Broytingar í jarðalógini
eiga at miða ímóti øktari
framleiðslu og at teir, ið
sita við almennari jørð,
betur vera førir fyri at
røkja hana í samsvar við
tað setta endamálið.
Størri dentur eigur at
leggjast á samferðsluút-
byggingina til smábygdir-
nar so hesar betur kunnu
sleppa av við framleiðslu-
na.
Ráðgevingar-, royndar-
og útbúgvingararbeiðið
eigur at útbyggjast, so
hesi vera betur før fyri at
stuðla vinnuni í trá við tað
setta endamálið.
Eg havi við hesum roynt
at víst á eitt endamál við
landbúnaðinum og í stutt-
um tikið fram nakrar av
teimum atgerðum, ið eru
neyðugar fyri at náa hetta
mál.
Skuldu vit gjørt alt sjálvir,
hevði tað verið eitt stórt
tak.
Eisini nógv
donsk merki
Á posthúsinum verður ikki
hildið, at tey frímerkini,
sum fáa fyrstadags stemp-
ul, koma at hava størri
virði enn tað, sum stendur
á merkjunum — uttan
mun til hvørji stempul
verða brúkt, ella um tey
Hvat kunnu vit so vinna
við einum miðvísum bún-
aðarpolitikki?
Búnaðarmenn fáa betri
livikor og størri tryggleika
í arbeiði teirra.
Brúkararnir fáa nógmik-
ið av góðum vørum fyri ein
tryggjaðan prís.
Bygdir, ið eru í vanda
fyri at avtoftast, høvdu
fingið betri umstøður, so
fólkið kundi trivist í teim-
um.
Ein útbygdur landbún-
aður hevði givið arbeiði til
fleiri hendur og sostatt
verið við til at gjørt alt
vinnulívið meira fjøl-
broytt.
Framleiðsluvirði land-
búnans, ið nú er um 20
milj. kr. árliga, hevði 2—3
faldast.
Vit vera betur fyri at
standa ímóti teimum bák-
køstum, ið koma, tá mat-
vørutrótið av álvara fer at
gera vart við seg.
Tað er at vóna, at á-
byrgdarmenn landsins nú
fara til verka og útbyggja
hesa vinnu, men teir eiga
standa á høvdinum ella
venda rættan veg. Sagt
verður, at hesi merkini
skulu nýtast í óásetta tíð,
og at ongin ávís nøgd er
ásetl.
Tey føroysku merkini
koma 30. januar. Fólk
kunnu tá keypa tey á post-
húsinum við fyrstadags-
stempli.
Áhugin millum savnarar
er eisini stórur fyri at fáa
donsk frimerki, sum eru
stemplað í Føroyum sein-
asta dag, tá donsk merki
verða brúkt her. Postverk-
ið hevur fingið 300.000
brævbjálvar við donskum
merkjum til stemplingar.
Áhugin
stórur
Hóast tað mest eru danir
og savnarar í Evropa ann-
ars, sum hava bílagt merk-
ini, er áhugin eisini stórur
viða hvar í verðini. Peter
Djurhuus, sum er skrivari
á danska generalkonsulát-
inum í New York, skrivar í
brævi til Tiðindablaðið:
Vanliga eru tiverri fáir
fyrispurningar viðvíkjandi
Føroyum, men í hesi tíð, tá
tey fyrstu føroysku frí-
merkini skulu koma, fær
generalkonsulátið her í
New York umleið tveir
fyrispurningar dagliga.
Tað skuldi bent á, at frí-
merkini fara at gera sítt til
at fáa amerikanarar og
sjálvandi eisini aðrar at
geva sær far um, at eitt
samfelag finst, sum kallast
Føroyar..
Eg sá eina frálíka grein
um tey føroysku frímerkini
og nakað um Føroya søgu í
The Boston Globe, sum
kemur út í 260.000 eintøk-
um gerandisdagar og
560.000 eintøkum sunnu-
dag.
at vita, at tað ikki er tíð at
spilla burtur.
Verður ikki gongd sett á
útbygging landbúnans í
bræði, kunnu eftirkomarar
okkara við fullum rætti
siga, at vit oyddu landsins
ognir.
*
♦
*