Tíðindablaðið - 17.01.1975, Blaðsíða 11

Tíðindablaðið - 17.01.1975, Blaðsíða 11
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 17. januar 1975 Síða 11 * ♦ við harðskapi móti jødun- um kundu fáa fólk at hugsa um annað enn sosi- alar og búskaparligar ný- skipanir. «Politi- sosialisma» Eitt av tiltøkunum, sum tsarveldið framdi fyri at hava eftirlit við arbeiðs- monnunum og fyri at trýsta kollveltingarflokk- arnar, var tann sokallaða «politisosialisman». Hetta merkti, at myndugleikar- nir góvu loyvi til, at fak- feløg vórðu skipað við slík- um monnum á odda, sum stjórnin antin hevði góð- kent ella sett í starvið. Eitt arbeiðarafelag av hesum slag varð stovnað i St. Pætursborg, og odda- maður gjørdist ein prestur úr arbeiðarabýlinginum, faðir Gapon, sonur ein kosakk. Undir ófriðinum í des- ember 1904 vaks trýstið á Gapon frá tveimum siðum. Arbeiðsmenninir høvdu á- lit á honum 03 vildu hava, at hann skuldi seta fram krav teirra um styttri ar- beiðstíð og hægri løn. Myndugleikarnir kravdu, at hann skuldi sissa ar- beiðsmenninar. í januar í 1905 vaks ó- friðurin. Arbeiðsmenninir gjørdu av at ganga krav- gongu til tsarin í Vetrar- bcrgini og seta kravið fram. Gapon kundi ikki avlýsa kravgonguna, men við sjálvur at ganga á odda fekk hann tað at síggja út sum eina fagnaðargongu. Uppreisturin í St. Pætursborg í 1905 doyði út millum skansar- nar á gøtuni Tað eru liðin 70 ár síðani at ymiskir bólk- ar í Russlandi fyrstu ferð av álvara royndu seg móti tsarinum. í januar 1905 kyknaði tann ófriður upp, sum gjørdist tann álvarsligasti uppreisturin móti tsar- inum burtursæð frá kollveltingini í 1917, tá kommunistarnir fingu valdið. Tsarveldið hevði tá í fleiri ár kríggjast við Japan, og tað hevði ikki gingist væl. Fólk vóru troytt av krign- um, og nýggir hermenn fingust ikki, uttan teir við vápnum vórðu riknir av- stað. Tað kom tí Russlandi væl við, at amerikanski forsetin Theodore Roose- welt — sum seinni fekk Nobel-friðarheiðurslønina fyri hetta stig — í juni 1905 beyð sær til at royna semju millum teir stríð- andi partarnar. Tilboðið kom eisini japanarum væl við. Hóast teir høvdu havt nógvar sigrar, vóru her- menninir illa fyri. Orsøkin til, at Roosewelt legði uppí, var, at USA ynskti ikki at geva Japan møgu- leika til at gerast eitt sterkt Kyrrahavsveldi. «Teir svørtu hundrað» Harðar tingingar vóru í amerikanska býnum Portsmouth, har Japan vann friðin. Japanarar fingu fótin fastan á asiat- iska meginlandinum og ræðið yvir Manchuria og Korea. Russland misti flotahavnina Port Arthur, og Japan var nú eitt sterkt flotaveldi í Kyrrahavinum. í 1902 høvdu japanarar gjørt eina verjuavtalu við Bretland, og hon varð styrkt nú. Eftir friðin í 1905 varð Japan roknað sum eitt stórveldi, meðan Russland viknaði í hvørj- um, og í heilum varð herj- að av harðskapi øll tey 12 árini, tiarveldið hevði eft- ir. Ónøgdin millum fólkið í Russlandi vaks ta seinastu tíðina av krígnum, og tað var mangan ófriðarligt. Men tað funnust eisini mong, sum styðjaðu tsar- in. Kendast var ein stríðs- felagsskapur, ið kallaðist «Teir svørtu hundrað». Felagið skipaði fyri krav- gongum til frama fyri tsar- in og ímóti arbeiðsmonn- um i verkfalli og uppreistr- arhugaðum bóndum. Seinni kom fram, at politiið hevði skipað henda og liknandi felagsskapir. Teir vórðu eisini brúktir til jødaforfylging; myndug- leikarnir vónaðu, at teir Russar reisa seg móti tsarinum - men tapa stríðið Bønarbrævið til tsarin hevði eitt eyðmjúkt og virðiligt orðaljóð. Tann blóðigi sunnudagurin Tsarurin var ikki staddur á Vetrarborgini, men kortini skutu hermenninir eftir mannamúgvuni, tá hon nærkaðist, og kosakkarnir ruddaðu síðani gøturnar. Tað var ikki mark fyri harðskapinum. Fólk, sum vóru við, søgdu seinni, at hermenninir enntá høvdu skotið smádreingir, sum kluvu upp í trøini at hyggja. Hetta var «tann blóðigi sunnudagurin», ið førdi til 1905-uppreisturin. Hetta gjørdist tó ongin kollvelt- ing og nýskipaði ikki sam- felagið, men gav fólkinum eina vánaliga stýrisskipan, sum í eina stutta tíð loysti einaveldið hjá tsarinum av. Faðir Gapon slapp til rýmingar tann dagin við Vetrarborgina. Hann kom afturíaftur í Sveits, Paris og við Miðalhavsstrond- ina, har hann varð fagnað- ur sum kollveltingarhetja. Árið eftir vendi hann aftUr til St. Pætursborg sum ein maður, ið var oyðilagdur av skemtilívinum og mest hevði áhuga fyri víni og konufólki. Loynipolitiið bjóðaði honum pening fyri upplýsingar um sínar koll- veltingarhugaðu vinmenn, og hann tók av. Men fregnartænastan hjá koll- veltingarmonnunum var góð og fekk beinanvegin uppspurt, at Gapon hevði svikið. Teir lokkaðu hann út í eini hús á Karelinum, og har viðgekk hann sam- bandið við politiið. Aftan fyri ein tunnan vegg stóðu vinmenn hansara frá «ti blóðiga sunnudegnum» og hoyrdu hvørt orð. Hann varð myrdur á staðnum og likið goymt í einum klædn- askápi. Har fann politiið seinni tann navnframa Gapon. Forskúli Ófriðurin, sum helt á alt árið 1905, gjørdi arbeiðs- menninar politiskt meðvit- andi. Stjórnin forðaði ikki fólki í at halda fundir. Fakfeløgini vuksu tey komandi árini, so hvørt sum áhugin millum ar- beiðsmenn fyri politikki og kollveltingarteknikki vaks. Fyri nógvar av teimum, sum vóru við i kollvelting- ini í 1917, var 1905 ein for- skúli. Lenin hevði bert samband við teir bolsje- vikkarnar, sum stríddust á gøtunum í Moskva, meðan Trotskij hevði eitt stórt orð at siga í sovjettini í St. Pætursborg. Báðir settust teir aftaná at granska støðuna í 1905, lærdu av mistøkunum og fyrireik- aðu seg til næstu ferð at renna bæði tsarveldið og ta búskaparligu skipanina um koll. Faðir Gapon i sínum góðu døgum, tá hann umboðaði arbeiðsmenninar í St. Pætursborg. Seitiri myrdu teir hann fyri svik

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.