Tíðindablaðið - 17.01.1975, Síða 11
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 17. januar 1975 Síða 11
*
♦
við harðskapi móti jødun-
um kundu fáa fólk at
hugsa um annað enn sosi-
alar og búskaparligar ný-
skipanir.
«Politi-
sosialisma»
Eitt av tiltøkunum, sum
tsarveldið framdi fyri at
hava eftirlit við arbeiðs-
monnunum og fyri at
trýsta kollveltingarflokk-
arnar, var tann sokallaða
«politisosialisman». Hetta
merkti, at myndugleikar-
nir góvu loyvi til, at fak-
feløg vórðu skipað við slík-
um monnum á odda, sum
stjórnin antin hevði góð-
kent ella sett í starvið.
Eitt arbeiðarafelag av
hesum slag varð stovnað i
St. Pætursborg, og odda-
maður gjørdist ein prestur
úr arbeiðarabýlinginum,
faðir Gapon, sonur ein
kosakk.
Undir ófriðinum í des-
ember 1904 vaks trýstið á
Gapon frá tveimum siðum.
Arbeiðsmenninir høvdu á-
lit á honum 03 vildu hava,
at hann skuldi seta fram
krav teirra um styttri ar-
beiðstíð og hægri løn.
Myndugleikarnir kravdu,
at hann skuldi sissa ar-
beiðsmenninar.
í januar í 1905 vaks ó-
friðurin. Arbeiðsmenninir
gjørdu av at ganga krav-
gongu til tsarin í Vetrar-
bcrgini og seta kravið
fram. Gapon kundi ikki
avlýsa kravgonguna, men
við sjálvur at ganga á odda
fekk hann tað at síggja út
sum eina fagnaðargongu.
Uppreisturin í St. Pætursborg í 1905 doyði út millum skansar-
nar á gøtuni
Tað eru liðin 70 ár síðani at ymiskir bólk-
ar í Russlandi fyrstu ferð av álvara
royndu seg móti tsarinum. í januar 1905
kyknaði tann ófriður upp, sum gjørdist
tann álvarsligasti uppreisturin móti tsar-
inum burtursæð frá kollveltingini í 1917,
tá kommunistarnir fingu valdið.
Tsarveldið hevði tá í fleiri
ár kríggjast við Japan, og
tað hevði ikki gingist væl.
Fólk vóru troytt av krign-
um, og nýggir hermenn
fingust ikki, uttan teir við
vápnum vórðu riknir av-
stað.
Tað kom tí Russlandi
væl við, at amerikanski
forsetin Theodore Roose-
welt — sum seinni fekk
Nobel-friðarheiðurslønina
fyri hetta stig — í juni
1905 beyð sær til at royna
semju millum teir stríð-
andi partarnar. Tilboðið
kom eisini japanarum væl
við. Hóast teir høvdu havt
nógvar sigrar, vóru her-
menninir illa fyri. Orsøkin
til, at Roosewelt legði
uppí, var, at USA ynskti
ikki at geva Japan møgu-
leika til at gerast eitt
sterkt Kyrrahavsveldi.
«Teir svørtu
hundrað»
Harðar tingingar vóru í
amerikanska býnum
Portsmouth, har Japan
vann friðin. Japanarar
fingu fótin fastan á asiat-
iska meginlandinum og
ræðið yvir Manchuria og
Korea. Russland misti
flotahavnina Port Arthur,
og Japan var nú eitt sterkt
flotaveldi í Kyrrahavinum.
í 1902 høvdu japanarar
gjørt eina verjuavtalu við
Bretland, og hon varð
styrkt nú. Eftir friðin í
1905 varð Japan roknað
sum eitt stórveldi, meðan
Russland viknaði í hvørj-
um, og í heilum varð herj-
að av harðskapi øll tey 12
árini, tiarveldið hevði eft-
ir.
Ónøgdin millum fólkið í
Russlandi vaks ta seinastu
tíðina av krígnum, og tað
var mangan ófriðarligt.
Men tað funnust eisini
mong, sum styðjaðu tsar-
in. Kendast var ein stríðs-
felagsskapur, ið kallaðist
«Teir svørtu hundrað».
Felagið skipaði fyri krav-
gongum til frama fyri tsar-
in og ímóti arbeiðsmonn-
um i verkfalli og uppreistr-
arhugaðum bóndum.
Seinni kom fram, at
politiið hevði skipað henda
og liknandi felagsskapir.
Teir vórðu eisini brúktir til
jødaforfylging; myndug-
leikarnir vónaðu, at teir
Russar reisa seg
móti tsarinum -
men tapa stríðið
Bønarbrævið til tsarin
hevði eitt eyðmjúkt og
virðiligt orðaljóð.
Tann blóðigi
sunnudagurin
Tsarurin var ikki staddur á
Vetrarborgini, men kortini
skutu hermenninir eftir
mannamúgvuni, tá hon
nærkaðist, og kosakkarnir
ruddaðu síðani gøturnar.
Tað var ikki mark fyri
harðskapinum. Fólk, sum
vóru við, søgdu seinni, at
hermenninir enntá høvdu
skotið smádreingir, sum
kluvu upp í trøini at
hyggja.
Hetta var «tann blóðigi
sunnudagurin», ið førdi til
1905-uppreisturin. Hetta
gjørdist tó ongin kollvelt-
ing og nýskipaði ikki sam-
felagið, men gav fólkinum
eina vánaliga stýrisskipan,
sum í eina stutta tíð loysti
einaveldið hjá tsarinum
av.
Faðir Gapon slapp til
rýmingar tann dagin við
Vetrarborgina. Hann kom
afturíaftur í Sveits, Paris
og við Miðalhavsstrond-
ina, har hann varð fagnað-
ur sum kollveltingarhetja.
Árið eftir vendi hann aftUr
til St. Pætursborg sum ein
maður, ið var oyðilagdur
av skemtilívinum og mest
hevði áhuga fyri víni og
konufólki. Loynipolitiið
bjóðaði honum pening fyri
upplýsingar um sínar koll-
veltingarhugaðu vinmenn,
og hann tók av. Men
fregnartænastan hjá koll-
veltingarmonnunum var
góð og fekk beinanvegin
uppspurt, at Gapon hevði
svikið. Teir lokkaðu hann
út í eini hús á Karelinum,
og har viðgekk hann sam-
bandið við politiið. Aftan
fyri ein tunnan vegg stóðu
vinmenn hansara frá «ti
blóðiga sunnudegnum» og
hoyrdu hvørt orð. Hann
varð myrdur á staðnum og
likið goymt í einum klædn-
askápi. Har fann politiið
seinni tann navnframa
Gapon.
Forskúli
Ófriðurin, sum helt á alt
árið 1905, gjørdi arbeiðs-
menninar politiskt meðvit-
andi. Stjórnin forðaði ikki
fólki í at halda fundir.
Fakfeløgini vuksu tey
komandi árini, so hvørt
sum áhugin millum ar-
beiðsmenn fyri politikki og
kollveltingarteknikki
vaks.
Fyri nógvar av teimum,
sum vóru við i kollvelting-
ini í 1917, var 1905 ein for-
skúli. Lenin hevði bert
samband við teir bolsje-
vikkarnar, sum stríddust á
gøtunum í Moskva, meðan
Trotskij hevði eitt stórt
orð at siga í sovjettini í St.
Pætursborg. Báðir settust
teir aftaná at granska
støðuna í 1905, lærdu av
mistøkunum og fyrireik-
aðu seg til næstu ferð at
renna bæði tsarveldið og
ta búskaparligu skipanina
um koll.
Faðir Gapon i sínum góðu døgum, tá hann umboðaði
arbeiðsmenninar í St. Pætursborg. Seitiri myrdu teir
hann fyri svik