Tíðindablaðið - 17.01.1975, Blaðsíða 3
4
TÍÐINDABLAÐIP fríggjadagin 17. januar 1975
Síða 3
*
♦
*
#■
LESARIN SKRIVAR
Bert lesarabrøv við navni undir koma í blaðið.
Stutt søgulig frá-
greiðing um setan av
sjálvstýrislandsstýri nú
eftir løgtingsvalið 1974
Áðrenn nakar flokkur boð-
aði til samráðingar um set-
an av landsstýri sást á
stemmutalinum, at sjálv-
stýrisflokkamir høvdu
munandi fleirtal, sum mið-
aði imóti at seta eitt sjálv-
stýrislandsstýri.
Hetta førdi til, at tjóð-
veldisflokkurin tók sum
størsti sjálvstýrisflokkur
og boðsendi sjálvstýris-
flokkinum, fólkaflokkinum
og framburðsflokkinum til
fundar uppi á kvistinum í
løgtingshúsinum. Fyri
tjóðveldisflokkin møttu
FinnbogiIsaksen, Jógvan
Durhuus og Petur Reinert.
Fyri sjálvstýrisflokkin As-
bjøm Joensen og Marius
Johannesen. Fyri fólka-
flokkin Jógvan Sundstein,
Dánjal P. Danielsen, og
fyri framburðsflokkin
Kjartan Mohr og J.P. Sør-
ensen.
Finnbogi bjóðaði væl-
komin og mælti til, at vit 4
flokkar, ið høvdu flest
stemmur á sjálvstýrisleið,
kundu finna hvønn annan
við nú aftur at seta eitt
sjálvstýrislandsstýri. Eftir
at hvør flokkur hevði fing-
ið eitt uppskot frá tjóð-
veldisflokkinum í ymisk-
um punktum, sum vit
kundu brúka sum grundar-
lag til víðari samráðingar,
var tað bert sjómarkið,
sum eina mest skilti okk-
um í fyrstu syftu. Tó varð
avtalað at hittast aftur, tá
ið menn høvdu lagt úrslitið
fyri flokkar sínar.
Eg má siga, at eg var so
fróður yvir henda fyrsta
fundin, ið kundi vísa, at nú
var sjóvarfallið við okkum
aftur eina ferð, og nógv av
tí, sum forðaði okkum at
halda fram í gamla sjálv-
stýrislandsstýri, kveistrað
burtur.
Síðani boðaði javnaðar-
flokkurin hvørjum einstak-
um flokki til samráðingar-
fund, og var framburðs-
flokkurin á fundi, hvar
Atli Dam og Haldor Han-
sen vóru møttir. Fyri
framburðsflekkin møttu
KjartanMohr, J.P. Søren-
sen og Jógvan Olsen úr
Klaksvík. Vit fingu frá
Atla Dam teirra upplegg,
ið var so sosialiserað, at
vit søgdu takk fyri, og
eftir at hava lagt upp til
okkara sjónarmið, sam-
bært stevnuskrá fram-
burðsfloksins, skiltust vit.
Eftir at allir flokkar
høvdu verið til samráðing-
ar við javnaðarflokkin,
komu flokkar saman at
tosa um samgongu. Tjóð-
veldisflokkurin boðaði nú
aftur til fundar við sjálv-
stýrisflokkin, sum tá
møtti við Asbjøm Joensen
og Hilmar Kass, fyri tjóð-
veldisflokkin Petur Rein-
ert, Finnbogi Isaksen og
Jógvan Durhuus, fyri fólk-
aflokkin Hákun Djurhuus
og Jógvan Sundstein, og
fyri framburðsflokkin
Kjartan Mohr og J.P. Sør-
ensen.
Eftir at Finnbogi hevði
sett fundin sum framhald
av fyrsta fundinum, leyp
Hákun Djurhuus upp á
bæði bein við gomlum
briksli, einamest sipað til
Petur Reinert og tjóðveld-
isflokkin. Petur Reinert
ønti honum ikki aftur, tí-
verri tók Hilmar til deils
undir við Hákun.
Vit í framburðsflokkin-
um tóku til orða, at tað var/
ikki slikt gamalt briksl, vit
vóru komin saman til, men
har afturímóti at gera velj-
arum úr sjálvstýrisflokk-
unum til vildar eftir agita-
tión og stevnuskrá, sum
miðaði ímóti at seta sjálv-
stýrislandsstýri av hesum
fýra flokkum. Tíverri skilt-
ust vit sostatt í klandri
fyri hesu ferð. Síðani fór
hvør flokkur til at sam-
ráðast við aðrar flokkar.
Tjóðveldisflokkurin var
komin so langt við javn-
aðarflokkinum, at ein
møguleiki var at gera sam-
gongu við javnaðarflokk-
in, tjóðveldisflokkin og
framburðsflokkin sum 14.
mann. Eg hevði fleiri sam-
røður við Finnboga um at
taka við, men eg helt fast
uppá, at vit sjálvstýris-
flokkar, sum ongantið
fingu slíkan møguleika til
sjálvstýrislandsstýri aftur
fyrst skuldu møtast ella
skiljast, og eg bað hann
um at innkalla til fund,
fyri søguliga at møtast ella
skiljast. Fyrrenn hetta
varð gjørt, vildi eg ikki
taka støðu til samgongu
sum 14. maður saman við
tjóðveldisflokkinum og
j avnaðarflokkinum.
Eg frætti onki aftur,
uttan at fólkaflokkurin
hevði fingið kaldar føtur,
um framburðsflokkurin
tók við, og fór Hákun til
verka at sleppa teirra
stavnhaldi, liberalismu og
tað fría initiativið, hann er
jú gamal í garði at hoppa
yvir í síðstu løtu, sum á
sinni tá ið hann bankaði
uppá dyrnar hjá sam-
bandsflokkinum. Hann er
komin aftur á gamlar gøt-
ur, frá tí hann var í javn-
aðarflokkinum í Klaksvík.
Framburðsflokkurin
varð sostatt settur uttan-
fyri allar samráðingar, tí
hann var einasti flokkur, ið
stóð sum kletturin at seta
eitt sjálvstýrislandsstýri,
og er nú einasti veruligi
sjálvstýrisflokkur eftir á
tingi.
Hetta er so tað søguliga
skjal, hvar hinir flokkarnir
svíktu sínar veljarar við at
fara í sambanđsleypin,
sum hava slept loysing,
kvetting, fólkaatkvøðu 14.
september og republikkin
Føroyar.
Fyri at lýsa, hvussu
tann fyrsti fundurin fór
fram millum sjálvstýris-
flokkarnar við samgongu-
roynd, viðleggi eg punkt-
ini, ið vórðu sett fram av
tjóðveldisflokkinum.
Tað er lítil munur á tí, ið
fór fram millum okkum til
setan av sjálvstýrislands-
stýri og á samgonguskjal-
inum, sum teir 3 flokkar-
nir, ið nú hava sett lands-
stýri, hava gjørt, tó at tað
ikki miðar ímóti sjálvstýr-
islandsstýri, tíverri.
Nøkur' høvuðsmál, sum
tjóðveldisflokkurin ynskir
at fáa framt í møguligari
landsstýrissamgongu.
1. Broytingar í viður-
skiftinum Føroyar og Dan-
markar ímillum. I fyrstu
syftu ynskir flokkurin fult
sjálvstýri, men er annars
til reiðar at tingast um
hesar broytingar:
a. Tær broytingar í
heimastýrislógini, sum
løgtingið samtykti í 1966,
verða settar í verk innan á-
vísa tíðarfrest.
b. Skúlamál, postverkið
og skipasýnið verða yvir-
tikin.
c. I hesum løgtings-
skeiði verður gjøgnum
samráðingar við ríkis-
stjórnina gjørd ein skipan
fyri blokkstudningi.
2. Fiskimarkið verður
flutt út. Á ST-ráðstevnuni
í Geneve verður virkað fyri
200 fjórðinga marki.
3. Skattalógin og av-
skrivingarlógin verða
broyttar. Lønarlagið verð-
ur gjørt føroyskt.
4. Virkað verður fyri
fullkomuliga at halda Før-
oyar uttan fyri felags-
marknaðin.
5. Undirgrundin og hav-
botnurin við Føroyar koma
undir føroyskt ræði.
Skrá fyri samráðingum
um landsstýrissamgongu.
1. Flokkarnir leggja
fram eitt yvirlit yvir nøkur
fá av sínum høvuðsmálum
og tingast um tey.
2. Flokkarnir leggja
fram eitt yvirlit yvir onnur
mál, teir ynskja at fáa
framd, og tingast um tey.
3. Samráðst verður um,
hvussu nógvir landsstýris-
menn skulu vera.'
4. Samráðst verður um,
hvør flokkur skal hava
løgmannin.
5. Samráðst verður um,
hvørjir flokkar skulu hava
a. landsstýrismenn.
b. tingformannin.
c. formannin í fíggjar-
nevndini.
d. formannin í marknað-
arnevndini.
6. Samráðst verður um,
hvør flokkur skal hava
a. umboð í Norðurlanda-
ráðið.
b. formannin í lógar-
nevndini.
c. formannin í skatta-
nevndini.
d. formannin í fiski-
vinnunevndini.
e. formannin í sosialu
nevndini.
f. formannin í kommun-
alu nevndini.
g. tingskrivara.
7. Samráðst verður um
setan av størvunum.
8. Allir tingmenn fyri
samgonguna skriva undir
samgongusáttmálan.
Á løgtingi 14.1.75
Føroya Framburðsflokkur
Kjartan Mohr
^ ^2.
h~ Ojj
o
% £
Klokkaragøta 19
3800 Tórshavn
TLF. 14849
..............-.........................
NÝTT
UM NØVN
80 ár
í dag fyllir Jákup Jac-
obsen í Sørvági 80 ár.
Keldu-Jákup, sum
hann verður nevndur,
róði út sum ungur, var
við bretskum trolarum
og einaferð við slupp.
Hann hevur siglt i rutu
til Mykines í nógv ár
við Súluni.
70 ár
Sunnudagin 19. januar
fyllir Hans Hansen í
Klaksvík 70 ár. Hans í
Garðinum var til sjós
sum ungur, men megin-
partin av livinum hevur
hann verið bilførari.
Hann hevur koyrt last-
bil, og hóvligur hevur
hann altíð verið. Hann
er røkin maður, og teir
bilar, hann hevur havt,
høvdu langa livitíð. Tað
var tí stórur dagur hjá
Hans, hvørja ferð hann
fekk nýggjan bil, og
ikki mundi hann vera
sørt vónsvikin ta ferð-
ina, tá tann nýggi bil-
urin hjá honum var við
Barjamu, sum sigldi á
Kirkjubønes og sakk.
Hans í Garðinum
giftist i 1930 við Fred-
erikku Jacobsen úr
Kunoy. Tey eiga 6
børn: Sonja í Runavík,
Asta á Húsum, Hildi-
gerð, Hovar, Svend
Karl og Katrin í Klaks-
vík.
65 ár
Sunnudagin 19. januar
fyllir Mathias Petersen
á Selatrað 65 ár. Mathi-
as hevur vrið sjómaður
og arbeiðsmaður. Hann
giftist í 1937 við Karin
Høgnesen uttán av
Oyri, og tey búsettust í
Klaksvík, har tey vóru í
nógv ár. Mathias býr
nú aftur í heimbygdini
Selatrað, har hann hev-
ur kiosk á bryggjuni.
Karin og Mathias
fingu 6 bøm: Kirstin í
Havn, Olaf í Vági, Mal-
an og Torbjøm í Havn,
Sólbjørg og Rúna.
ning Star, og siðani
førdi hann Guðrun Zo-
ega, sum N.J. Morten-
sen á Tvøroyri átti.
Lassi tók skiparaprógv
hjá Djurholm í 1923. í
1926 fór hann at føra
Godtháb hjá sama reið-
arí. Hetta skip førdi
hann í fýra ár, og frá
1930 til 1941 førdi hann
Normanner. Lassi hev-
ur ført ymisk onnur
skip, og síðani hann
legðist upp á land hevur
hann arbeitt á Skála
inntil nýliga.
Kona hansara, Sigg-
a, sum var ættað úr
Vík, doyði fyri 10 áram
síðani. Børn teirra era
Martin og Micolina,
sum búgva á Strond-
um, John, Hannemia
og Poul Johannes, sum
búgva í Danmark, og
Richard og Jóhannes,
sum búgva í Havn.
75 ár
Mikudagin 15. januar
fylti Tummas Hansen,
vanliga róptur Tummas
heimi í Túni, á Toftum,
75 ár. Tummas hevur
verið fiskimaður og
sigldi m.a. við beiggja
sínum Andreas í Túni.
Kona hansara, Bir-
ita, er ættað av Glyvr-
um. Tey eiga sjey børn
á lívi.
Andlát
Mikudagin 15. januar
andaðist Kristoffer 01-
sen í Árnafirði, 82 ára
gamal. Síni yngri ár var
Kristoffer til skips, og
hann var við Ernestinu,
tá hon fór á land á Suð-
urlandinum, og hann
hevur ikki verið til
skips síðani, men hann
róði nógv út og var
dúgligur útróðrarmað-
ur.
Kona hansara Lena
er ættað úr Klaksvik.
75 ár
Sunnudagin 20. januar
fyllir Rasmus Johan-
sen, fyrrverandi skipari
á Strondum, 75 ár.
Rasmus — ella Lassi —
sum hann vanliga verð-
ur nevndur, førdi i nógv
ár skip og fiskaði óføra
væl. Hann fór til skips í
1915 við John Bull,
sum Karl á Høvdanum
førdi. Við hesum skipi
var hann í fýra ár. í
1922 og 1923 var hann
bestimaður við Mor-
*
*
*
Nýtt um nøvn, føðing-
ardagar, brúdleyp o.a.
kunnu sendast til Tið-
indablaðið, Klokkara-
gøtu 19, 3800 Tórshavn
ella ringjast til tlf. 1 48
49.