Tíðindablaðið - 17.01.1975, Síða 3

Tíðindablaðið - 17.01.1975, Síða 3
4 TÍÐINDABLAÐIP fríggjadagin 17. januar 1975 Síða 3 * ♦ * #■ LESARIN SKRIVAR Bert lesarabrøv við navni undir koma í blaðið. Stutt søgulig frá- greiðing um setan av sjálvstýrislandsstýri nú eftir løgtingsvalið 1974 Áðrenn nakar flokkur boð- aði til samráðingar um set- an av landsstýri sást á stemmutalinum, at sjálv- stýrisflokkamir høvdu munandi fleirtal, sum mið- aði imóti at seta eitt sjálv- stýrislandsstýri. Hetta førdi til, at tjóð- veldisflokkurin tók sum størsti sjálvstýrisflokkur og boðsendi sjálvstýris- flokkinum, fólkaflokkinum og framburðsflokkinum til fundar uppi á kvistinum í løgtingshúsinum. Fyri tjóðveldisflokkin møttu FinnbogiIsaksen, Jógvan Durhuus og Petur Reinert. Fyri sjálvstýrisflokkin As- bjøm Joensen og Marius Johannesen. Fyri fólka- flokkin Jógvan Sundstein, Dánjal P. Danielsen, og fyri framburðsflokkin Kjartan Mohr og J.P. Sør- ensen. Finnbogi bjóðaði væl- komin og mælti til, at vit 4 flokkar, ið høvdu flest stemmur á sjálvstýrisleið, kundu finna hvønn annan við nú aftur at seta eitt sjálvstýrislandsstýri. Eftir at hvør flokkur hevði fing- ið eitt uppskot frá tjóð- veldisflokkinum í ymisk- um punktum, sum vit kundu brúka sum grundar- lag til víðari samráðingar, var tað bert sjómarkið, sum eina mest skilti okk- um í fyrstu syftu. Tó varð avtalað at hittast aftur, tá ið menn høvdu lagt úrslitið fyri flokkar sínar. Eg má siga, at eg var so fróður yvir henda fyrsta fundin, ið kundi vísa, at nú var sjóvarfallið við okkum aftur eina ferð, og nógv av tí, sum forðaði okkum at halda fram í gamla sjálv- stýrislandsstýri, kveistrað burtur. Síðani boðaði javnaðar- flokkurin hvørjum einstak- um flokki til samráðingar- fund, og var framburðs- flokkurin á fundi, hvar Atli Dam og Haldor Han- sen vóru møttir. Fyri framburðsflekkin møttu KjartanMohr, J.P. Søren- sen og Jógvan Olsen úr Klaksvík. Vit fingu frá Atla Dam teirra upplegg, ið var so sosialiserað, at vit søgdu takk fyri, og eftir at hava lagt upp til okkara sjónarmið, sam- bært stevnuskrá fram- burðsfloksins, skiltust vit. Eftir at allir flokkar høvdu verið til samráðing- ar við javnaðarflokkin, komu flokkar saman at tosa um samgongu. Tjóð- veldisflokkurin boðaði nú aftur til fundar við sjálv- stýrisflokkin, sum tá møtti við Asbjøm Joensen og Hilmar Kass, fyri tjóð- veldisflokkin Petur Rein- ert, Finnbogi Isaksen og Jógvan Durhuus, fyri fólk- aflokkin Hákun Djurhuus og Jógvan Sundstein, og fyri framburðsflokkin Kjartan Mohr og J.P. Sør- ensen. Eftir at Finnbogi hevði sett fundin sum framhald av fyrsta fundinum, leyp Hákun Djurhuus upp á bæði bein við gomlum briksli, einamest sipað til Petur Reinert og tjóðveld- isflokkin. Petur Reinert ønti honum ikki aftur, tí- verri tók Hilmar til deils undir við Hákun. Vit í framburðsflokkin- um tóku til orða, at tað var/ ikki slikt gamalt briksl, vit vóru komin saman til, men har afturímóti at gera velj- arum úr sjálvstýrisflokk- unum til vildar eftir agita- tión og stevnuskrá, sum miðaði ímóti at seta sjálv- stýrislandsstýri av hesum fýra flokkum. Tíverri skilt- ust vit sostatt í klandri fyri hesu ferð. Síðani fór hvør flokkur til at sam- ráðast við aðrar flokkar. Tjóðveldisflokkurin var komin so langt við javn- aðarflokkinum, at ein møguleiki var at gera sam- gongu við javnaðarflokk- in, tjóðveldisflokkin og framburðsflokkin sum 14. mann. Eg hevði fleiri sam- røður við Finnboga um at taka við, men eg helt fast uppá, at vit sjálvstýris- flokkar, sum ongantið fingu slíkan møguleika til sjálvstýrislandsstýri aftur fyrst skuldu møtast ella skiljast, og eg bað hann um at innkalla til fund, fyri søguliga at møtast ella skiljast. Fyrrenn hetta varð gjørt, vildi eg ikki taka støðu til samgongu sum 14. maður saman við tjóðveldisflokkinum og j avnaðarflokkinum. Eg frætti onki aftur, uttan at fólkaflokkurin hevði fingið kaldar føtur, um framburðsflokkurin tók við, og fór Hákun til verka at sleppa teirra stavnhaldi, liberalismu og tað fría initiativið, hann er jú gamal í garði at hoppa yvir í síðstu løtu, sum á sinni tá ið hann bankaði uppá dyrnar hjá sam- bandsflokkinum. Hann er komin aftur á gamlar gøt- ur, frá tí hann var í javn- aðarflokkinum í Klaksvík. Framburðsflokkurin varð sostatt settur uttan- fyri allar samráðingar, tí hann var einasti flokkur, ið stóð sum kletturin at seta eitt sjálvstýrislandsstýri, og er nú einasti veruligi sjálvstýrisflokkur eftir á tingi. Hetta er so tað søguliga skjal, hvar hinir flokkarnir svíktu sínar veljarar við at fara í sambanđsleypin, sum hava slept loysing, kvetting, fólkaatkvøðu 14. september og republikkin Føroyar. Fyri at lýsa, hvussu tann fyrsti fundurin fór fram millum sjálvstýris- flokkarnar við samgongu- roynd, viðleggi eg punkt- ini, ið vórðu sett fram av tjóðveldisflokkinum. Tað er lítil munur á tí, ið fór fram millum okkum til setan av sjálvstýrislands- stýri og á samgonguskjal- inum, sum teir 3 flokkar- nir, ið nú hava sett lands- stýri, hava gjørt, tó at tað ikki miðar ímóti sjálvstýr- islandsstýri, tíverri. Nøkur' høvuðsmál, sum tjóðveldisflokkurin ynskir at fáa framt í møguligari landsstýrissamgongu. 1. Broytingar í viður- skiftinum Føroyar og Dan- markar ímillum. I fyrstu syftu ynskir flokkurin fult sjálvstýri, men er annars til reiðar at tingast um hesar broytingar: a. Tær broytingar í heimastýrislógini, sum løgtingið samtykti í 1966, verða settar í verk innan á- vísa tíðarfrest. b. Skúlamál, postverkið og skipasýnið verða yvir- tikin. c. I hesum løgtings- skeiði verður gjøgnum samráðingar við ríkis- stjórnina gjørd ein skipan fyri blokkstudningi. 2. Fiskimarkið verður flutt út. Á ST-ráðstevnuni í Geneve verður virkað fyri 200 fjórðinga marki. 3. Skattalógin og av- skrivingarlógin verða broyttar. Lønarlagið verð- ur gjørt føroyskt. 4. Virkað verður fyri fullkomuliga at halda Før- oyar uttan fyri felags- marknaðin. 5. Undirgrundin og hav- botnurin við Føroyar koma undir føroyskt ræði. Skrá fyri samráðingum um landsstýrissamgongu. 1. Flokkarnir leggja fram eitt yvirlit yvir nøkur fá av sínum høvuðsmálum og tingast um tey. 2. Flokkarnir leggja fram eitt yvirlit yvir onnur mál, teir ynskja at fáa framd, og tingast um tey. 3. Samráðst verður um, hvussu nógvir landsstýris- menn skulu vera.' 4. Samráðst verður um, hvør flokkur skal hava løgmannin. 5. Samráðst verður um, hvørjir flokkar skulu hava a. landsstýrismenn. b. tingformannin. c. formannin í fíggjar- nevndini. d. formannin í marknað- arnevndini. 6. Samráðst verður um, hvør flokkur skal hava a. umboð í Norðurlanda- ráðið. b. formannin í lógar- nevndini. c. formannin í skatta- nevndini. d. formannin í fiski- vinnunevndini. e. formannin í sosialu nevndini. f. formannin í kommun- alu nevndini. g. tingskrivara. 7. Samráðst verður um setan av størvunum. 8. Allir tingmenn fyri samgonguna skriva undir samgongusáttmálan. Á løgtingi 14.1.75 Føroya Framburðsflokkur Kjartan Mohr ^ ^2. h~ Ojj o % £ Klokkaragøta 19 3800 Tórshavn TLF. 14849 ..............-......................... NÝTT UM NØVN 80 ár í dag fyllir Jákup Jac- obsen í Sørvági 80 ár. Keldu-Jákup, sum hann verður nevndur, róði út sum ungur, var við bretskum trolarum og einaferð við slupp. Hann hevur siglt i rutu til Mykines í nógv ár við Súluni. 70 ár Sunnudagin 19. januar fyllir Hans Hansen í Klaksvík 70 ár. Hans í Garðinum var til sjós sum ungur, men megin- partin av livinum hevur hann verið bilførari. Hann hevur koyrt last- bil, og hóvligur hevur hann altíð verið. Hann er røkin maður, og teir bilar, hann hevur havt, høvdu langa livitíð. Tað var tí stórur dagur hjá Hans, hvørja ferð hann fekk nýggjan bil, og ikki mundi hann vera sørt vónsvikin ta ferð- ina, tá tann nýggi bil- urin hjá honum var við Barjamu, sum sigldi á Kirkjubønes og sakk. Hans í Garðinum giftist i 1930 við Fred- erikku Jacobsen úr Kunoy. Tey eiga 6 børn: Sonja í Runavík, Asta á Húsum, Hildi- gerð, Hovar, Svend Karl og Katrin í Klaks- vík. 65 ár Sunnudagin 19. januar fyllir Mathias Petersen á Selatrað 65 ár. Mathi- as hevur vrið sjómaður og arbeiðsmaður. Hann giftist í 1937 við Karin Høgnesen uttán av Oyri, og tey búsettust í Klaksvík, har tey vóru í nógv ár. Mathias býr nú aftur í heimbygdini Selatrað, har hann hev- ur kiosk á bryggjuni. Karin og Mathias fingu 6 bøm: Kirstin í Havn, Olaf í Vági, Mal- an og Torbjøm í Havn, Sólbjørg og Rúna. ning Star, og siðani førdi hann Guðrun Zo- ega, sum N.J. Morten- sen á Tvøroyri átti. Lassi tók skiparaprógv hjá Djurholm í 1923. í 1926 fór hann at føra Godtháb hjá sama reið- arí. Hetta skip førdi hann í fýra ár, og frá 1930 til 1941 førdi hann Normanner. Lassi hev- ur ført ymisk onnur skip, og síðani hann legðist upp á land hevur hann arbeitt á Skála inntil nýliga. Kona hansara, Sigg- a, sum var ættað úr Vík, doyði fyri 10 áram síðani. Børn teirra era Martin og Micolina, sum búgva á Strond- um, John, Hannemia og Poul Johannes, sum búgva í Danmark, og Richard og Jóhannes, sum búgva í Havn. 75 ár Mikudagin 15. januar fylti Tummas Hansen, vanliga róptur Tummas heimi í Túni, á Toftum, 75 ár. Tummas hevur verið fiskimaður og sigldi m.a. við beiggja sínum Andreas í Túni. Kona hansara, Bir- ita, er ættað av Glyvr- um. Tey eiga sjey børn á lívi. Andlát Mikudagin 15. januar andaðist Kristoffer 01- sen í Árnafirði, 82 ára gamal. Síni yngri ár var Kristoffer til skips, og hann var við Ernestinu, tá hon fór á land á Suð- urlandinum, og hann hevur ikki verið til skips síðani, men hann róði nógv út og var dúgligur útróðrarmað- ur. Kona hansara Lena er ættað úr Klaksvik. 75 ár Sunnudagin 20. januar fyllir Rasmus Johan- sen, fyrrverandi skipari á Strondum, 75 ár. Rasmus — ella Lassi — sum hann vanliga verð- ur nevndur, førdi i nógv ár skip og fiskaði óføra væl. Hann fór til skips í 1915 við John Bull, sum Karl á Høvdanum førdi. Við hesum skipi var hann í fýra ár. í 1922 og 1923 var hann bestimaður við Mor- * * * Nýtt um nøvn, føðing- ardagar, brúdleyp o.a. kunnu sendast til Tið- indablaðið, Klokkara- gøtu 19, 3800 Tórshavn ella ringjast til tlf. 1 48 49.

x

Tíðindablaðið

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.