Tíðindablaðið - 17.01.1975, Blaðsíða 7
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 17. januar 1975
Síða 7
«►
#
Fiskiveiða hevur
ongantíð enn
útruddað stovnar
Fiskimarkið, veiðan á nærleiðum, mi-
leiðum og fjarleiðum verða millum tey
høvuðsmál, sum vit fara at hoyra um og
taka støðu til í komandi árum. Tíðinda-
blaðið fer at geva eina frágreiðing í kom-
andi bløðum um okkara fiskiskap í dag
og teir møguleikar, vit hava.
Tað mesta av tilfarinum er
úr einari frágreiðing, sum
fiskifrøðingurin Kjartan
Hoydal gjørdi á einum
fiskiteknologiskum skeiði í
Havn í fjør. Teir upplýs-
ingar, hann gevur, eru frá
fiskirannsóknarstovnun-
um í Havn og í Bergen og
frá altjóða havrannsóknar-
ráðnum ICES.
Leiðirnar
Veiðuleiðirnar kunnu být-
ast í tríggjar partar (hygg
atkortinum). Nærleiðimar
eru undir Føroyum og á
Føroya Banka, t.v.s. óll
mið, sum liggja styttri enn
100 fjórðingar úr Havnini.
Síðani koma miðleiðir-
nar. Tær eru upp til 600
fjórðingar úr Havnini.
Tað, ið verður kallað mið-
leiðir, eru Eysturgrønland,
Island, meginparturin av
Norskahavinum, Norð-
sjógvurin, Skagerak og
leiðirnar vestan fyri
bretsku oyggjarnar.
Uttan fyri hetta øki
liggja fjarleiðirnar. Tað er
eysturstrondin av Amer-
ika, Vesturgrønland,
Norðurnorra, Bjarnoyggj-
in og Barentshavið. Sigl-
ingsleiðin til hesi fiskimið
er long. Or Føroyum til
Cap Breton eru 2400 fjórð-
ingar og til Norðurnorra
1100 fjórðingar.
Rávøran kann býtast í
trý eins og leiðirnar. Tað er
ógjørligt at landa feskan
fisk av fjarleiðunum, með-
an miðleiðirnar lata okkum
feskfisk og ídnaðarfisk, og
nærleiðirnar lata feskfisk
av bestu góðsku.
Ovurfisking
Útbyggingin av veiðuflot-
anum við betri skipum
hevur gjørt, at tað verður
roynt ov nógv á teimum
leiðum, har vit plaga at
veiða, og tað tykjast held-
ur ikki at vera møguleikar
fyri at finna nýggjar leiðir,
har vit kunnu royna eftir
teimum fiskasløgum, sum
vit vanliga plaga at fiska.
Úrtøkan hjá skipunum
verður ov lítil, og tað gerst
torført at fáa tey at bera
seg. Hetta er høvuðsmein-
bogin, sum stendst av tí,
vit kalla ovurfisking.
Tað er hetta, sum tey
seinastu árini hevur fingið
gongd á millumtjóða ar-
beiðið við at stýra fiski-
skapinum. Høvuðsstarvið
hjá fiskifrøðingum og al-
tjóða fiskivinnustovnum í
dag er at skipa so fyri, at
tað verður veitt við skili.
Starvið hjá hesum
monnujm og stovnum er
ikki — sum mong kanska
halda — at verja fiskin
móti útrpdding. Vit vita
onki đómi um, at fiski-
skapur hevur útruddað
nakað fiskaslag. Endamál-
ið er at leggja fiskiveiðuna
soleiðis til rættis, at mest
møguligt fæst burturúr við
so lítlari roynd sum gjør-
ligt.
Tá mest fæst
burturúr
Ein spurningur, sum ar-
beitt verður við, er hvussu
mest kann fáast burtur úr
VEIflA OKKARA
DG MOGULEIKAR
einum fiskastovni. Fiskur-
in veksur skjótt í vekt ta
fyrstu tíðina, men síðani
tyngist hann spakuligari.
Ein partur av fiskinum
doyr av natúrligum grund-
um, so sjálvt um vit ikki
royna eftir hesum stovni,
hvørvur kortini ein partur.
Úrslitið verður, at eina
ferð fyrr ella seinni er talið
á fiski faldað við vektini
størst. Vit eru komin upp á
hæddina, og tað er nú, vit
skulu veiða.
STIJTT
UTTANEFTIR
Henda frágreiðing førir
okkum fram til, hvussu
lítil fiskurin kann vera,
fyri at vit kunnu fáa mest
møguligt burtur úr hon-
um. í løtuni eru útrokn-
ingar gjørdar fyri tey
flestu fiskasløgini, vit
royna eftir, og tað er upp
til myndugleikarnar, um
teir vilja brúka hesa vitan
ella ikki, sigur Kjartan
Hoydal i frágreiðingini.
Avmarkingar
Skulu vit veiða soleiðis, at
vit — sum nevnt omanfyri
— fáa tað mest møguliga
burtur úr stovninum, verð-
ur neyðugt at gera av-
markingar. Hetta er yvir-
høvur torført, og rættuliga
vónleyst er tað, tá skip úr
ymiskum londum royna
eftir sama stovni.
Ein høvuðsspurningur
er eisini, at tað eru ov nógv
skip. Avmarkingar verða
oftast gjørdar á tann hátt,
at tað við lóg verður ásett,
at tað er ikki nóg nógvur
fiskur til øll skipini.' Hetta
skapar sjálvandi teimum
trupulleikar, sum skulu
driva skipini, men vit
kunnu rokna við, at trup-
ulleikarnir høvdu komið,
sjálvt um vit ikki avmark-
aðu.
Viðhvørt er støðan so
hættislig, at heilt álvars-
ligar avmarkingar mugu
gerast fyri at tryggja veið-
una yvir longri áramál.
Hetta stendst sum oftast
av, at menn hava ikki
roynt minni, sjálvt um
stovnurin verður raktur av
óhepnum natúrviðurskift-
um. Eitt dømi um hetta er
sildin á okkara leið.
Óbrúktir
stovnar
Ymsir møguleikar eru fyri
veiðu av fiskasløgum, sum
vit ikki hava roynt eftir
fyrr. Her hava serliga tveir
veiðuhættir áhuga. Annar
er botntroling á land-
grunninum út ímóti tí
djúpa havinum; bretar
hava gjørt royndir eftir
fiskasløgum, sum fáast
har. Hin er fiskiskapur við
flótitroli, har roynt verður
eftir fiski uppi í sjónum,
yvir djúphavinum.
Enn er hesin fiskiskapur
bert á royndarstigi. Stórir
fiskistovnar, sum finnast
úti á víðum havi, eru
svartkjaftur, kongafiskur
og gulllaksur. Nógv onnur
sløg í smærri nøgdum
finnast eisini, t.d. lakssild.
Og at enda er tað høggu-
slokkurin.
Tað krevjast góð og væl
útgjørd skip at veiða hesi
fiskasløg. Spurningurin
verður tí í seinasta umfari,
um tað loysir seg at
byggja so dýr skip til hesa
veiðu.
Mótstøða móti
vallógini
Tað nýggja uppskotið
hjá Giscard d’Estaing
forseta í Fraklandi um
broyting av vallógini
hevur ikki fingið góða
undirtøku millum teir
størru flokkarnar.
Ætlanin hjá forsetan-
um er, at tann nýggja
vallógin fyrst skal vera
galdandi fyri býráðs-
val, men meiningin er,
at hon seinni eisini skal
galda fyri tjóðartings-
val.
Henda valskipanin
kemur at gera tað møg-
Beinleiðis
val
Undir orðaskiftið í Eu-
ropa-tinginum týsdagin
var ein stórur meiriluti
fyri beinleiðis vali til
Europa-tingið. Tann
galdandi reglan er tann,
at limirnir í tinginum
verða valdir við óbein-
leiðis vali, við tað at
teir vera útnevndir av
flokkunum og tingun-
um í heimlandinum.
uligt hjá fleiri smærri
flokkum at fáa umboð í
tjóðartingið. Tað kem-
ur at føra til, at gaull-
istarnir vikna nógv, og
tað fer at verða torfør-
ari hjá kommunistun-
um og sosialistunum at
fáa ein meiriluta til at
skipa stjórn. Gaullista-
flokkurin hevur funnist
harðliga at uppskotin-
um hjá forsetanum og
hevur samstundis eisini
sett seg upp ímóti ætl-
anini hjá forsetanum
um at Europa-tingið í
Strassbourg skal velj-
ast við beinleiðis vali
innan 1980.
Wilson til
Moskva
Bretski forsætisráð-
harrin, Harold Wilson,
og uttanríkisráðharrin
James Callaghan, skulu
vitja Moskva í næsta
mána. Bretska sendi-
stovan í Moskva boðaði
frá vitjanini, men ongin
dagur var nevndur, nær
vitjanin skal byrja.