Tíðindablaðið - 17.01.1975, Blaðsíða 8

Tíðindablaðið - 17.01.1975, Blaðsíða 8
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 17. januar 1975 Síða 8 Hvat er rætt? Eg havi kastað burtur tvær ferðir, og seinast fekk eg boð frá læknan- um um at halda frið í 1/2 ár. Eg taki nú mini- pillarar, og eg spurdi læknan, tá eg fekk teir, um teir kundu hava ta ávirkan, at eg ikki bleiv við barn aftur ta fyrstu tíðina, aftaná at eg var hildin uppat við at taka teir, og svaraði hann, at teir høvdu onga ávirkan í so máta. Nú las eg herfyri nakað, sum ein danskur gynækologur hevði skrivað um mini- pillarar, og segði hann, at ein kundi roknað við, at tað gekk umleið 1 ár frá tí ein helt uppat við teimum, til ein bleiv við barn aftur. Hvørjum skal ein trúgva? Ivingarsom Eg haldi, at tygum mugu haua misskilt okkurt, tí aftaná van- ligar p-pillarar, sum hava verið nýttir í fleiri ár, er tað ofta torført at verða við barn aftur tað fyrsta árið. Tað er ein royndur lutur. Orsøkin til hetta er, at p-pillarar hava rættuliga stóra á- virkan á likamið, soleið- is at normal egglóysing ikki altíð kemur í gongd aftur beinanvegin. Har- afturímóti hava mini- pillarar onga ávirkan á eggloysingina, og tí skuldi tað ikki verið trupult at verið við barn aftaná at ein hevur hildið uppat við mini- pillara. Møguleikin fyri at verða við barn skuldi verið aftaná, ein hevur havt eina normala bløð- ing aftaná mini-pillara, t. v. s. ein til tveir mánar aftaná. Tygum skriva, at tygum hava hitt reis tvær ferðir, men nevna onki um, at tygum hava átt nakað barn. Hetta gevur varhugan av, at okkurt annað brek kann vera, sum er orsøkin til, at tygum hitta reis. MS Jarn Eg taki eina jamtablett hvønn dag. Nú havi eg hoyrt, at man eigur ikki at taka hesar tablettir, tá man hevur mána- Marner Simonsen, yvir- lækni, svarar sjúkuna, tí tá bløðir man nógv meira. Er tað beint? I Tað er púra rætt av tygum at taka eina jarntablett um dagin. Hatta, tygum hava hoyrt um jarntablett- irnar, er heilt burtur úr vón og viti. Jarntabl- ettir økja ikki um bløð- ingina. MS Harumynt Eg eri ein ung kvinna upp á 23 ár og skal eiga mitt fyrsta barn um fýra mánaðar. Vit hava verið gift í trý ár, og hava glett okkum nógv til at fáa eitt barn, men nú eri eg farjn at stúra fyri, at bamið kann verða harumynt, tí eg havi hoyrt, at hetta er arviligt, og maður mín eigur eina systur, sum er harumynt. Hvussu stórar er møguleikin fyri, at barnið verður haramynt? stúrin Vandin fyri, at barn tygara verður haru- mynt er ómetaliga lítil. Hann skuldi ikki verið størri, sjálvt um onkur einkultur í ættini hjá manni tygara er haru- myntur. MS Fótakuldi Allan vetur havi eg verið so ring av fóta- kulda, og ofta prikar tað í fótunum. Eg havi roynt at gingið í ullint- um hosum, men onki hjálpir. Eg eri 53 ára gomul og havi havt sukursjúku í 15 ár, men havi annars livað væl. Hvat skal eg gera, tí hetta við fótakuldanum er ikki til at halda út? V Einastu ráð at geva tygum eru, at tygum halda fram við at klæða tygum heitt - ikki bara um beinini, men yvir- høvur niðan fyri miðj- una, t. d. at tygum nýta langbuksur. Orsøkin til, at tygum hava fótakulda, man helst vera av tí, at tygum hava sukursjúk- una. MS Hava útbúgvið seg í 2 1/2 ár Mikudagin fingu átjan maskinmeistarar prógv á maskinskúlanum í Havn. Sum heiðursløn fekk Mor- tan Mortensen úr Havn samlaðu verkini hjá Heðin Brú frá realkredittinsti- tuttinum, Hjalmar Norð- berg Poulsen fekk eitt fototól frá Føroya Banka, og Niels Jákup Sofus 01- sen fekk Alisfrøði frá Nevnđini Fiskivinnuni til Frama. Harumframt fingu fleiri av teimum, sum tóku prógv, heiðurslønir frá donskum reiðaríum. 423 próvbrøv Útbúgvingin hevur vart í hálvttriðja ár, og hetta er størsta prógv, sum kann takast á maskinskúlanum. Síðani skúlin byrjaði fyri tíggju árum síðani, hava tilsamans 233 tikið prógv haðani. Tó era 423 próv- brøv latin, t.v.s. at fleiri hava tikið prógv á lægri stigi, áðrenn teir hava tikið maskinmeistara- prógv. Hesi tíggju árini hava 203 tikið prógv sum maskinistar, 125 føroyskt maskinistprógv og 103 maskinmeistaraprógv. Føroyska maskinistprógv- ið varð tikið av í 1972, og í staðin kom tað sokallaða nýggja maskinistprógvið. Eingin lóg er tó komin í gildi enn, sum ásetur, hvussu stórar motorar hesi prógv geva loyvi at røkja. Prógvið fyri føroysku mas- kinistlærana hevði eitt mark uppá 2000 HK. Tað mest positiva Maskinskúlin hevur fingið nýggj høli í Rættará, og hetta ber við sær, at møg- uleikar eru fyri at taka upp nýggjar tættir í maskinút- búgvingini. Um stutta tíð Útseta tíðar- frestina Stuđentaskúlanæmingar- nir settu fyri jól eitt krav til landsstýrið um at fáa greitt at vita innan 15. januar, hvussu tað verður við málspurninginum í Hoydølum, tá próvtøkur- nar koma fyri aftur í summar. í kravinum søgd- u teir, at fingu teir ikki fer skúlin undir motor- passaralæru, serliga ætlað heimaflotanum. Skeið vera eisini hildin í køliteknikki fyri maskinmeistarar. Ymsar meiningar era um tað uppskot um út- bygging av m.a. maskin- skúlanum, sum ein nevnd svar í seinasta lagi 15. jan- uar, so varð farið í verkfall fyribils í ein dag. Nú hava teir longt tíðar- frestina fyri svarinum til 5. febraar. Málbólkurin hjá næmingafelagnum sigur i eini frágreiðing til press- una, at teir hava verið úti í Tinganesi og talað við Finnboga Isaksen, sum er tann landsstýrismaður, ið hevur við skúlamál at gera. Hann segði, at hann stuðlaði næmingunum í kravi teirra og væntaði, at tær fyriskipanir, sum gjørdar verða fyri próv- kom við fyri jól. Uppskotið varð eisini nevnt á sam- komuni fyri teimum nýggju maskinmeistaran- um. Atli Jensen helt, at tað mest positiva við hes- um áliti er, at einki nega- tivt stendur í tí. tøkuna í summar, fara at ganga næmingunum á møti. Tað nýggja landsstýrið hevur ongan fund havt enn, við tað at løgmaður hevur verið uttanlanda. Hesir fingu maskinmeistaraprógv: Aftara rað: Jóhan Petur Ábrahamsen, Strendur, Súni Abrahamsen, Oyndarfjørður, Pætur Debes, Tórshavn, Regin Djurhuus, Hvítanes, Oli Erlendur Erlingsson, Fámjin, jóannes Eyðun Hansen, Funningur, Almfinn Jan Jacobsen, Skálabotn, Djon Djurhuus Jakobsen, Tórshavn, Jógvan Hendrik Joensen, Miðvágur, Karl Joensen, Syðrugøtu. Sitandi: Petur Olaf Larsen, Oyrabakka, Jens Olivur Mikkelsen, Tórshavn, Mortan Mortensen, Tórshavn, Niels Jacob Sofus Olsen, Argir, Hjalmar Norðberg Poulsen, Tórshavn, Páll Olavur Rubeksen, Tórshavn, Mannbjørn Vang, Miðvágur, Hans Gudmund Winthereig, Tórshavn R Æ N D U R Hann steðgaði uttan fyri eini gomul ríkmanshús. Meðan hann stóð og hugdi at teimum, kom ein eldri maður út, og David mannaði seg upp til at spyrja hann, hvønn veg hann skuldi ganga fyri at koma til sakførar- an Rankeillor. Maðurin steðgaði upp, hugdi við samkenslu at kloddunum hjá tí unga landa- strokinum og spurdi, hvør hann var. Tað tóktist, sum hann hevði áhuga fyri navninum David Bal- four. Hann fór inn á skriv- stovuna við David og gav boð um, at teir skuldu ikki órógvast. Og nú fór hann at spyrja aftur og fram, og David kundi svara honum greitt uppá allar spurn- ingar — men nakað skrivligt prógv hevði hann ikki. #• ♦ ♦

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.