Fróðskaparrit - 01.01.1978, Blaðsíða 46
Forn búseting í Føroyum')
Arne Thorsteinsson
Inngangur.
Tá talað verður um forna búseting, er tað helst búsetingin
í víkingaøld og miðøld, ið hugsað verður um; hesi tíðarskeið,
sum vit lítið og einki vita um frá skrivligum keldum, og har
søguligi kunnleikin tí má verða bygdur á eina samskipaða við-
gerð av skrivligum, málsligum og fornfrøðiligum keldum.
Helst verður eisini hugsað um tíðarskeiðið undan víkinga-
øldini, tá onnur fólk enn norðbúgvar, helst keltar, hava búð
í Føroyum, men vit vita ógvuliga lítið um hesa búseting, og
heldur ikki hugsi eg, hon hevur havt nakran týdning fyri ta
seinru búsetingarsøguna, so eg ætli ikki at gera meira burtur
úr tíðarskeiðinum undan víkingaøldini á hesum sinni.
Hóast flest okkara hava upplivað stórar samfelagsligar
broytingar ta stuttu tíð, vit hava livað, eru tað helst ikki nógv,
sum til fulnar eru før fyri at skilja, hvussu púra øðrvísi okk-
ara samfelag var skipað fyri 200 ella bert fyri 100 árum
síðani, tá tær fyrstu sluppirnar vóru farnar at leggja lunnar
undir nútíðar fiskimannasamfelagið í Føroyum, men land-
búnaðurin tó enn var høvuðsvinnan, hóast landbúnaðarskip-
anin varð nógv broytt av teimum rembingum, sum í 19. øld
fyrireikaðu ta nýggju samfelagsskipanina (Joensen 1975: 17
ff). Longu í endanum á 18. øld síggja vit, at menn hava ikki
longur hug at vera húskallar undir teimum treytum, sum
*) Greinin er við ymsum broytingum prentað eftir handriti til fyrilestur,
sum hildin varð í Útvarpi Føroya 1. og 15. januar 1978.