Fróðskaparrit - 01.01.1978, Blaðsíða 118
126
Føroysk fólkamentan
Fuglaveiði.
Fuglaveiðin er eins og grindaveiðin umrødd hjá teimum
flestu, serliga Svabo 1959 og Williamsson 1948. Av serligum
greinum skal greinin hjá H. C. Miiller »Færøernes Fuglefauna
med bemærkninger om Fuglefangsten« (1862) verða nevnd. Eis-
ini hevur Sverri Dahl viðgjørt fuglaveiðina á eini ráðstevnu
{ Bergen 1955 við fyrilestrinum: »Om søfuglen i kulturhisto-
rien« (Dahl 1955) og í Kulturhistorisk Leksikon bind V bls. 18
(1960). Jóhannes av Skarði hevur skrivað um bjargarøkt í
Skúvoy (1957). Robert Joensen (1963) ber saman líkskapin
millum føroyska og japanska fleygastong. Sí eisini Sverra Pa-
tursson 1948.
Størsta og frægasta verkið um fuglaveiðina er kortini bókin
hjá fuglafrøðinginum Arne Nørrevang um fuglaveiðina í Før-
oyum (1977); heimildargrundarlagið eru umframt skjalatilfar
frásagnir, sum høvundurin fyri stóran part sjálvur hevur savn-
að. Bókin finst í føroyskari týðing, sum eitur: »Úr Bjargasøg-
uni«. Rannsóknirnar hjá Arne Nørrevang halda áfram, og vit
kunnu vænta okkum meira úr hansara hondum. Hann hevur
eisini skrivað eina minni grein um líraveiði, sum kom út í Folk
og Kultur 1977.
Bygguiður.
Daniel Bruun verður vanliga hildin at vera tann, sum stovn-
setti byggigranskingina í Føroyum, tí byggigransking og bú-
setingagransking er ein týðandi táttur í bók hansara »Fra de
færøske Bygder« (1929). Flestu bygningagranskararnir fylgja
Daniel Bruun og halda seg til uppfatan hansara, t. d. Holger
Rasmussen í 1958 og Curt von Jessen 1974. Her er tað høvuðs-
sjónarmið, at tað føroyska húsið siðsøguliga sæð er vaksið
fram úr einum gróthúsi til eini timburhús.
í sambandi við útveganina av einum føroyskum húsum til
danska útisavnið í Lyngby, fekk Bjarne Stoklund, professari
í etnologi í Keypmannahavn, áhuga fyri føroyskum byggisiði.
Hann hevur skrivað fleiri verk av týdningi um hetta evni, t. d.
um føroysku húsini, sum vórðu flutt úr Múla til Sorgenfri