Fróðskaparrit - 01.01.1978, Blaðsíða 116
124
Føroysk fólkamentan
mentan. Jørgen Landt (1800), Jens Chr. Svabo (1959) og H. J.
J. Sørensen (1859), viðgera eisini seyðarøktina nágreiniliga.
Av meira praktiskum týdningi er greinin hjá S. Patursson 1949.
E. A. Bjørk hevur í eini stuttari grein viðgjørt svínahald í
Føroyum í eldri tíð við m. a. at nýta staðarnøvn sum heimild
(Bjørk 1970).
Fiskiskapur og sjóvinna.
Útróður er umrøddur hjá Svabo 1959 og hjá H. J. J. Søren-
sen 1959, somuleiðis hjá Rasmusi Rasmussen 1949 og Sámali
Johansen 1971, men eisini í øðrum bygdasøgum t. d. J. C.
Poulsen 1947. Robert Joensen hevur eisini skrivað eina bók
um útróður, serliga viðvíkjandi Klaksvík (1946). Eisini hevur
Robert Joensen skrivað um mið og ýti norðanfyri (1958).
Til samanberingar kann verða víst til »Mið, plinkar og ýti«
(Jákup M. Magnussen og Páll J. Nolsøe 1947), ið er um mið
sunnanfyri. Símun Hansen hevur umframt sínar frálíku bygda-
søgur (1971 ff) eisini skrivað um útróður og sjómenning. Hann
hevur skrivað Norðuroya skipa- og handilssøgu (1960) og eina
bók um útróður (1966). Báðar verk av stórum týdningi. Lands-
skjalavørðurin Páll J. Nolsøe hevur síðani 1955 givið út Før-
oya Siglingarsøgu, sum longu telur nógv bind og fleiri eru á
veg (Nolsøe 1955 ff). Sofus Pedersen hevur eisini skrivað eitt
yvirlit yvir útróður, bjørgini og grind (1958). Sí eisini Mikkjal
á Ryggi 1924.
Um føroyska bátin hevur Verland Johansen (1958) skrivað
eina frálíka grein. Sum keldutilfar nýtir hann fyri stóran part
uppmátingar, sum hann sjálvur hevur gjørt. Jóan Pauli Joen-
sen hevur eisini skrivað eitt sindur um bátin (1977). Her eigur
eisini greinin hjá Morten Gøthche: Bádebygning i árhundreder
(1978) at vera nevnd. Sami maður hevur í hyggju at skriva
eina bók um føroyska bátin. Ein sera hugnalig lýsing um dyrg-
ing er greinin, sum N. Djurhuus skrivaði í 1949. Sambandið
millum smábátar í víkingatíð og føroyska bátin verður við-
gjørt av Sverra Dahl (1950).
1 doktararitgerðini hjá Jóan Paula Joensen: »Færøske slupp-