Fróðskaparrit - 01.01.1978, Blaðsíða 122
130
Føroysk fólkamentan
Hátíðir ársins og lívsins.
Siðurin at bera barn til dópin í kiltingi er viðgjørdur av
Holger Rasmussen (1959). Robert Joensen (1974) lýsir hátíðar-
og veitsluhald um veturin, bæði lívs- og árshátíðir. Rasmus
Rasmussen (1949) greiðir sera nágreiniliga frá jólunum og frá
føstuni. Eisini kann verða víst til Chr. Matras (1924) í hesum
sambandi. Rasmus Rasmussen (1949) greiðir eisini sera gjølla
frá brúdleypi í Miðvági. Brúdleyp er annars sera væl viðgjørt
hjá øllum teim eldru høvundunum. Tarnovius 1950, Debes
1673, Landt 1800, Svabo 1959, Sørensen 1862, H. C. Lyngbye
1820 og Hammershaimb 1846 viðgera brúdleypshátíðina gjølla
hvør í sínari ritgerð. Siðurin at yrkja um drunn verður lýstur
av Chr. Matras (1957), sum setur hann í samband við keltiska
tradisjón. Fólkalívslýsingarnar í anthologiini hjá Hammers-
haimb (1891) eru eisini í mongum førum sera góð dømi um
føroyskt lív á hátíðardøgum. Sum dømi um siðir umborð á
skipum kann siðurin at geva einum ungum steikipannuna á
rassin verða umrøddir (Joensen 1975 B).
Fólkatrúgv og fólkahugsan.
Amtmaðurin C. Pløyen hevur í 1846 skrivað eitt sindur um
pátrúgv og gandaørindi, men eisini Hammershaimb (1846,
1852 og 1969) hevur savnað upplýsingar um fólkatrúgv. Sagn-
irnar bæði hjá Hammershaimb og Dr. Jakobsen (1898—1901)
lýsa væl fólkatrúnna. í nýggjari tíð hevur serliga Andreas
Weihe (1938) við bókini »Tjóðminni« savnað ikki bert fólka-
trúgv, men eisini sagnir og orðtøk. Eisini eigur »Føroysk orða-
felli og orðtøk« hjá Jóan Chr. Poulsen (1958) at verða umrødd
eins og Chr Matras (1924): »Fornur hugsunarháttur«, har hann
viðger fólkatrúgv og siðir. Fornminnisfrøðingurin Mortan
Nolsøe hevur í eini óprentaðari magistararitgerð sett saman
eitt stórt tilfar um fólkatrúgv í sambandi við útróður (Nolsøe
1964). 1 hesum sambandi eigur eisini grein hansara um navna-
gávu av føroyskum miðum at vera nevnd (Nolsøe 1977).
Fólkatrúgv í sambandi við sluppfiskiskap er serliga viðgjørd
av Jóan Paula Joensen 1975, og hann hevur eisini viðgjørt