Fróðskaparrit - 01.01.1978, Blaðsíða 87
Skeivar tenn hjá føroyskum børnum
95
seinna.Hetta samsvarar við aðrar kanningar (Kutin & Hawes
1969). Munurin millum donsku og føroysku smábørnini í
jakslabiti bendir á, at kjálkabeinið ella niðari tanngarður hjá
føroysku børnunum liggur longri frammi í andlitinum enn hjá
javngomlum donskum børnum. Tann dyggi munurin í opnum
biti man vísa á, at føroysk børn nýta tátur bæði longur og
javnari enn tey donsku. Av tí at tátingarvanar ikki vóru kann-
aðir saman við tí donsku skrásetingini, kunnu samanburðir
ikki verða gjørdir á hesum øki enn.
Tey føroysku skúlabørnini eyðkendu seg við oftari at hava
skeiva vakstrarlegu og distalt jakslabit enn tey donsku, meðan
føroyingarnir høvdu munandi færri snaraðar tenn og skeivar
miðjur. Av tí at snaraðar tenn og trongstøða oftast koma fyri
í senn, Helm (1968), kundi tað lága talið av snaraðum før-
oyskum tonnum bent á, at tilfarið kanska ikki var umboðandi
fyri rúmskeivleikar, men tá dyggur munur ikki var í trong-
støðutølunum, má talan vera um veruligan mun í snaraðum
tonnum. At føroysku skúlabørnini høvdu eyðkennandi fleiri
distal jakslabit, meðan smábørnini høvdu eyðkennandi færri
enn tey donsku, kemst helst av, at føroysk børn so tíðliga
missa barnajakslarnar, og at 6-ára jakslarnir í ovara tann-
garði flyta seg skjótari fram í tanngarðinum, (tá eingin barna-
jakslur forðar) enn niðaru jakslarnir.
Fremsti tørvurin á tannrættingarviðgerð hjá smábørnum er
tann fyribyrgjandi. Smábørnini skulu helst venjast frá tátuni,
so hvørt sum tørvurin á henni minkar, men fyribyrgjast má
eisini, at tenninar brenna, so tær ikki vera tiknar í úrtíð, tí
trongstøða í vaksnu tonnunum stendst oftast av hesum, Siers-
bæk-Nielsen & Helm (1973). Av tannrættingarviðgerðum
kundu krossbitini og tey ógvuliga stóru avvikini aftur og fram
verið gjørd hjá smábørnum í 5—6 ára aldri, við fyrimuni fyri
framhaldandi vøksturin (interceptiv viðgerð). Eisini skúla-
børnini høvdu høg tøl av summum tannstøðuskeivleikum. Tað
er tó ikki gjørligt úr hesum tølum at finna ávíst met fyri við-
gerðartørvinum hjá skúlabørnunum, tí eitt er fakligt met, annað
tað samfelagsliga sjónarmiðið (28. talva). Børnini eru serliga