Fróðskaparrit - 01.01.1978, Page 87

Fróðskaparrit - 01.01.1978, Page 87
Skeivar tenn hjá føroyskum børnum 95 seinna.Hetta samsvarar við aðrar kanningar (Kutin & Hawes 1969). Munurin millum donsku og føroysku smábørnini í jakslabiti bendir á, at kjálkabeinið ella niðari tanngarður hjá føroysku børnunum liggur longri frammi í andlitinum enn hjá javngomlum donskum børnum. Tann dyggi munurin í opnum biti man vísa á, at føroysk børn nýta tátur bæði longur og javnari enn tey donsku. Av tí at tátingarvanar ikki vóru kann- aðir saman við tí donsku skrásetingini, kunnu samanburðir ikki verða gjørdir á hesum øki enn. Tey føroysku skúlabørnini eyðkendu seg við oftari at hava skeiva vakstrarlegu og distalt jakslabit enn tey donsku, meðan føroyingarnir høvdu munandi færri snaraðar tenn og skeivar miðjur. Av tí at snaraðar tenn og trongstøða oftast koma fyri í senn, Helm (1968), kundi tað lága talið av snaraðum før- oyskum tonnum bent á, at tilfarið kanska ikki var umboðandi fyri rúmskeivleikar, men tá dyggur munur ikki var í trong- støðutølunum, má talan vera um veruligan mun í snaraðum tonnum. At føroysku skúlabørnini høvdu eyðkennandi fleiri distal jakslabit, meðan smábørnini høvdu eyðkennandi færri enn tey donsku, kemst helst av, at føroysk børn so tíðliga missa barnajakslarnar, og at 6-ára jakslarnir í ovara tann- garði flyta seg skjótari fram í tanngarðinum, (tá eingin barna- jakslur forðar) enn niðaru jakslarnir. Fremsti tørvurin á tannrættingarviðgerð hjá smábørnum er tann fyribyrgjandi. Smábørnini skulu helst venjast frá tátuni, so hvørt sum tørvurin á henni minkar, men fyribyrgjast má eisini, at tenninar brenna, so tær ikki vera tiknar í úrtíð, tí trongstøða í vaksnu tonnunum stendst oftast av hesum, Siers- bæk-Nielsen & Helm (1973). Av tannrættingarviðgerðum kundu krossbitini og tey ógvuliga stóru avvikini aftur og fram verið gjørd hjá smábørnum í 5—6 ára aldri, við fyrimuni fyri framhaldandi vøksturin (interceptiv viðgerð). Eisini skúla- børnini høvdu høg tøl av summum tannstøðuskeivleikum. Tað er tó ikki gjørligt úr hesum tølum at finna ávíst met fyri við- gerðartørvinum hjá skúlabørnunum, tí eitt er fakligt met, annað tað samfelagsliga sjónarmiðið (28. talva). Børnini eru serliga
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.