Fróðskaparrit - 01.01.1978, Blaðsíða 73
Skeivar tenn hjá føroyskum børnum
Bergtóra Hanusardóttir
Tannstøðuskeivleikar eru týðandi tvørleikar í almennu
skúlabarnatannrøktini. Stórur tørvur er tí á skynsomum og
miðvísum ætlanum um fyribyrgjandi og viðgerandi arbeiðs-
bættir innan tannrættingarøkið. Fólkakanningar av tannstøðu-
skeivleikum eru neyðugar sum grundarlag undir nevndu ætl-
anum. Slíkar kanningar kunnu umframt vísa á orsakir til
ymsar tannstøðuskeivleikar, serliga tær umhvørvistreytaðu,
meðan tað eisini ber til at vísa á afturbregðiligar munir millum
fólkasløg.
Ein roynd hevur fyrr verið gjørd at skráseta tannstøðu-
skeivleikar í Føroyum av J. J . Holst (1940). Skrásetingin var
gjørd uttan nágreiniliga lýsing av, hvørji sermerki vóru
kannað. Tvørturímóti vóru fólk býtt sundur í tríggjar bólkar
alt eftir, um tenninar vóru mettar at vera beinar, at vera eitt
sindur skeivar ella at vera ógvuliga skeivar. Tey kannaðu
fólkini vóru í øllum aldrum (0—80 ár), vóru á ymsum tann-
búningarstigum og høvdu fingið tenn tiknar. Tað er vónleyst
at nýta hesi kanningarúrslit sum lýsing av tannstøðu føroy-
inga, tíansheldur sum grundarlag undir ætlan um miðvísa
tannrættingarviðgerð av skúlabørnum.
Landslæknanum Hanusi D. Joensen, skúlastjórnini, skúlalærarunum,
skúlatannlæknunum, barnagarðslærarunum, skúlabørnum, smábørnum og
foreldrum takki eg hjartaliga fyri undirtøku og hjálpsemi, Sven Helm og
Inger Rasmussen fyri loyvið at læna teirra tilfar til samanberingar, Boga
Hansen fyri hjálp til talviðgerðina og Føroya landsstýri og Tryggingar-
sambandinum Føroyar fyri fíggjarligan stuðul.