Fróðskaparrit - 01.01.1979, Page 40

Fróðskaparrit - 01.01.1979, Page 40
48 Land Tenure, Fowling Rights, and Sharing of the Catch ÚRTAK Ognarviðurskifti, veiðirxttindi og veiðibýti í føroyskum fuglabjørgum. Rannsóknir í sambandi við fuglaveiðina hava víst, at stórur munur var millum bygdir í ognarviðurskiftum, veiðibýti og tílíkum. Upprunaliga — t. e. stutt eftir landnámið — vóru ognarviðurskiftini óivað greið, men so hvørt sum óðalsjørðin varð sundurbýtt í smáar lutir, broyttust ríettindini til bjørgini, men ikki líka í øllum bygdum. Havið er frítt, meðan jørð altíð hevur ein ella fleiri eigarar. Men hvør eigur fuglin, sum er á sjónum undir bjørgunum, har hann eigur? Hesin spurningur hevði við sær nútíðar lóggávu um friðing av fuglabjørgum og forboð fyri skjóting. Fuglurin verður roknaður sum lutir og lunnindir, og sum oftast hoyrdi hann til bøin; í støðum varð veiðin rikin í sambandi við hagapartar (t. d. áður i Miðvági). Aðrastaðni hoyrdu bjørgini beinleiðis til hagarnar (Vest- manna). 1 Mykinesi hoyrdu tey einstøku lundalondini hvørt til sín lut innangarðs, tó soleiðis at fleiri lutir innangarðs kundu eiga í sama lunda- landi, og ein lutur innangarðs í fleiri lundalondum. Sumt var frítt fyri ein og hvønn, t. d. urðalundin undir bjørgunum í Hesti, og skarvur í Fugloy. Landpartur varð ikki latin. Harafturímóti skuldi latast landpartur av fugli undan oynni í Mykinesi. Um eitt lundaland ella ein rók fór av omanlopi, so varð javnað, so at eigararnir fingu part í øðrum plássum. Veiðibýtið, sum tað er nú á døgum, hevur til endamáls at tryggja eig- arunum ein part av veiðini, meðan tað upprunaliga óivað hevur verið, at veiðimenninir skuldu fáa part. 1 samgongu fekk ein og hvør part eftir ogn. Órættvísi kom skjótt í, og teir smærru eigararnir fýltust á, at teir fingu minni part fyri sama arbeiði. So statt er landpartur tað, sum eftir er, tá ið veiðimenn hava fingið sín part. Parturin hjá veiðimonnunum sjálvum, varð ofta býttur eftir fløktum reglum, eitt dømi er á talvuni á bls. 44. Nú er ofta stórur munur á fonginum, eitt nú eftir sum tað viðrar í veiðitíðini. Menn royndu at tryggja javnan fong á ymsan hátt. Lítla Dímun er gott dømi. Hvalba liggur í triðingum. Lundaveiðin í Lítlu Dímun fór fram soleiðis, at ein triðingur legði fyri, næstu viku tók annar við og so tann triði. Árið eftir byrjaði ein annar triðingur. Til nátaveiði harafturímóti varð oyggin býtt í tríggjar partar, og allir vóru í oynni í senn, hvør triðingur veiddi sín triðing. Árið eftir varð flutt við sólini, og sami triðingur veiddi so statt bert 3. hvørt ár á sama plássi. 1 Dali var samtykt á grannastevnu, hvussu nógvur lundi skuldi fleygast í Skorini tað árið. Hvør kundi so fara at fleyga so nógv, sum ogn hansara tilskilaði honum.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.