Fróðskaparrit - 01.01.1979, Blaðsíða 40
48
Land Tenure, Fowling Rights, and Sharing of the Catch
ÚRTAK
Ognarviðurskifti, veiðirxttindi og veiðibýti í
føroyskum fuglabjørgum.
Rannsóknir í sambandi við fuglaveiðina hava víst, at stórur munur
var millum bygdir í ognarviðurskiftum, veiðibýti og tílíkum.
Upprunaliga — t. e. stutt eftir landnámið — vóru ognarviðurskiftini
óivað greið, men so hvørt sum óðalsjørðin varð sundurbýtt í smáar lutir,
broyttust ríettindini til bjørgini, men ikki líka í øllum bygdum.
Havið er frítt, meðan jørð altíð hevur ein ella fleiri eigarar. Men hvør
eigur fuglin, sum er á sjónum undir bjørgunum, har hann eigur? Hesin
spurningur hevði við sær nútíðar lóggávu um friðing av fuglabjørgum og
forboð fyri skjóting.
Fuglurin verður roknaður sum lutir og lunnindir, og sum oftast hoyrdi
hann til bøin; í støðum varð veiðin rikin í sambandi við hagapartar (t. d.
áður i Miðvági). Aðrastaðni hoyrdu bjørgini beinleiðis til hagarnar (Vest-
manna). 1 Mykinesi hoyrdu tey einstøku lundalondini hvørt til sín lut
innangarðs, tó soleiðis at fleiri lutir innangarðs kundu eiga í sama lunda-
landi, og ein lutur innangarðs í fleiri lundalondum.
Sumt var frítt fyri ein og hvønn, t. d. urðalundin undir bjørgunum í
Hesti, og skarvur í Fugloy. Landpartur varð ikki latin. Harafturímóti
skuldi latast landpartur av fugli undan oynni í Mykinesi.
Um eitt lundaland ella ein rók fór av omanlopi, so varð javnað, so at
eigararnir fingu part í øðrum plássum.
Veiðibýtið, sum tað er nú á døgum, hevur til endamáls at tryggja eig-
arunum ein part av veiðini, meðan tað upprunaliga óivað hevur verið, at
veiðimenninir skuldu fáa part.
1 samgongu fekk ein og hvør part eftir ogn. Órættvísi kom skjótt í,
og teir smærru eigararnir fýltust á, at teir fingu minni part fyri sama
arbeiði. So statt er landpartur tað, sum eftir er, tá ið veiðimenn hava
fingið sín part.
Parturin hjá veiðimonnunum sjálvum, varð ofta býttur eftir fløktum
reglum, eitt dømi er á talvuni á bls. 44.
Nú er ofta stórur munur á fonginum, eitt nú eftir sum tað viðrar í
veiðitíðini. Menn royndu at tryggja javnan fong á ymsan hátt. Lítla
Dímun er gott dømi. Hvalba liggur í triðingum. Lundaveiðin í Lítlu
Dímun fór fram soleiðis, at ein triðingur legði fyri, næstu viku tók annar
við og so tann triði. Árið eftir byrjaði ein annar triðingur. Til nátaveiði
harafturímóti varð oyggin býtt í tríggjar partar, og allir vóru í oynni í
senn, hvør triðingur veiddi sín triðing. Árið eftir varð flutt við sólini,
og sami triðingur veiddi so statt bert 3. hvørt ár á sama plássi.
1 Dali var samtykt á grannastevnu, hvussu nógvur lundi skuldi fleygast
í Skorini tað árið. Hvør kundi so fara at fleyga so nógv, sum ogn hansara
tilskilaði honum.