Fróðskaparrit - 01.01.1979, Page 103

Fróðskaparrit - 01.01.1979, Page 103
Marine Seismic Investigation 111 Á føroyska landgrunninum eru gjørdar botnkanningar av ymiskum slag hesu seinastu árini, bæði av fremmandum og okkum sjálvum. Fyribils úrslit okkara eru kunngjørd í Fróðskaparriti 1973, 1974, 1975, 1977 og í einari licentiatritgerð 1977. Tey fevna um eitt botnkort út á 200 m dýpi, viðgerð av botntilfari frá havbotninum uttan um Føroyar og um sigulmagnskanningar. Til at fáa at vita meira um tey jarðfrøðiligu viðurskiftini niðri í sjálv- um botninum og um hvussu langt basalttilfarið í landgrunninum røkkur út, vóru skjálvtamátingar (seismiskar rannsóknir) og upptøka av ljóð- myndum, (»side scan«, 3. mynd) settar í verk seinasta summar. Hetta var gjørt sum samarbeiði millum Føroya Jarðfrøðisavn (Føroya landsstýri) og Danmarks Geologiske Undersøgelse. Rannsóknirnar fóru fram í døg- unum 6.—22. juli og til rannsóknararbeið var havrannsóknarskipið »Dana« við neyðugum tólum lánt frá Grønlands Geologiske Undersøgelse. Upp- mátingarleiðin var umleið 2300 km (1. mynd). At viðgera alt hetta rúgvumikla tilfar fer at taka rúma tíð, nøkur fyribils úrslit verða tí løgd fram her. Tað mesta av botninum út eftir landgrunninum er basalt eins og oyggj- arnar sjálvar. Skjálvtamátingar vísa, at basaltbotnurin røkkur út til um- leið 200 m (2. mynd). Botnurin er ofta trøpputur, slitin og fláirnar halla út í móti útryðjunum eystan fyri og vestan fyri oyggjarnar. Lægdir í botn- inum, helst máaðar av ísi, eru ikki óvanligar innansyndis, tær eru summar tómar, t. d. í Skopunarfirði og summar fyltar við 50—150 m av legu- grýti, morenutilfari, sandi ella leiri, t. d. í Nólsoyarfirði og Djúpunum. Uttarlaga á landgrunninum ella á hellingini gongur basaltbotnurin inn undir legugrýti. Samankomingin millum basalt og legugrýti er nakað ymisk. 1 landsynning, í sunnan og í útsynning úr Føroyum er basaltbotnskráin 2°—10°, sjáldan meira, har basaltbotnurin gongur undir legugrýti. Eystan fyri oyggjarnar, norðan fyri 62°, er botnskráin við samankom- ingina millum basalt og legugrýtið lítil, so tað er ikki djúpt niður á basaltbotnin úti á Nólsoyarbanka, har hann kanska onkustaðni kemur undan. Norðanfyri og í útnyrðing úr Føroyum (siglingarlinjur 35, 37, 39 og 60) er botnurin, sum her tykist vera legugrýti, ójavnur teir 10—15 uttastu km á landgrunninum. Beint vestur av norðaru oyggjunum gongur basaltbotnurin longri út enn kanningarøkið í ár. Tjúkt legugrýti kemur fyri uttarlaga á landgrunninum eystan fyri Føroyar. Á 4. mynd (siglingarlinja 11) sæst samankomingin millum legu- grýti og basalt nærindis 200 m dýpdarlinjuni. Legugrýtið kann vera sundurbýtt í tveir høvuðsbólkar, ein niðari og eldri, ein ovari og yngri. Niðari bólkurin er væl lagskipaður við lítlum halli úteftir, elstu fláirnar eru samlagdar samankomingini millum basalt og legugrýti. Tær breiðu
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.