Fróðskaparrit - 01.01.1979, Qupperneq 103
Marine Seismic Investigation
111
Á føroyska landgrunninum eru gjørdar botnkanningar av ymiskum slag
hesu seinastu árini, bæði av fremmandum og okkum sjálvum. Fyribils
úrslit okkara eru kunngjørd í Fróðskaparriti 1973, 1974, 1975, 1977 og
í einari licentiatritgerð 1977. Tey fevna um eitt botnkort út á 200 m
dýpi, viðgerð av botntilfari frá havbotninum uttan um Føroyar og um
sigulmagnskanningar.
Til at fáa at vita meira um tey jarðfrøðiligu viðurskiftini niðri í sjálv-
um botninum og um hvussu langt basalttilfarið í landgrunninum røkkur
út, vóru skjálvtamátingar (seismiskar rannsóknir) og upptøka av ljóð-
myndum, (»side scan«, 3. mynd) settar í verk seinasta summar. Hetta var
gjørt sum samarbeiði millum Føroya Jarðfrøðisavn (Føroya landsstýri)
og Danmarks Geologiske Undersøgelse. Rannsóknirnar fóru fram í døg-
unum 6.—22. juli og til rannsóknararbeið var havrannsóknarskipið »Dana«
við neyðugum tólum lánt frá Grønlands Geologiske Undersøgelse. Upp-
mátingarleiðin var umleið 2300 km (1. mynd). At viðgera alt hetta
rúgvumikla tilfar fer at taka rúma tíð, nøkur fyribils úrslit verða tí
løgd fram her.
Tað mesta av botninum út eftir landgrunninum er basalt eins og oyggj-
arnar sjálvar. Skjálvtamátingar vísa, at basaltbotnurin røkkur út til um-
leið 200 m (2. mynd). Botnurin er ofta trøpputur, slitin og fláirnar halla
út í móti útryðjunum eystan fyri og vestan fyri oyggjarnar. Lægdir í botn-
inum, helst máaðar av ísi, eru ikki óvanligar innansyndis, tær eru summar
tómar, t. d. í Skopunarfirði og summar fyltar við 50—150 m av legu-
grýti, morenutilfari, sandi ella leiri, t. d. í Nólsoyarfirði og Djúpunum.
Uttarlaga á landgrunninum ella á hellingini gongur basaltbotnurin inn
undir legugrýti. Samankomingin millum basalt og legugrýti er nakað ymisk.
1 landsynning, í sunnan og í útsynning úr Føroyum er basaltbotnskráin
2°—10°, sjáldan meira, har basaltbotnurin gongur undir legugrýti.
Eystan fyri oyggjarnar, norðan fyri 62°, er botnskráin við samankom-
ingina millum basalt og legugrýtið lítil, so tað er ikki djúpt niður á
basaltbotnin úti á Nólsoyarbanka, har hann kanska onkustaðni kemur
undan.
Norðanfyri og í útnyrðing úr Føroyum (siglingarlinjur 35, 37, 39 og
60) er botnurin, sum her tykist vera legugrýti, ójavnur teir 10—15 uttastu
km á landgrunninum.
Beint vestur av norðaru oyggjunum gongur basaltbotnurin longri út
enn kanningarøkið í ár.
Tjúkt legugrýti kemur fyri uttarlaga á landgrunninum eystan fyri
Føroyar. Á 4. mynd (siglingarlinja 11) sæst samankomingin millum legu-
grýti og basalt nærindis 200 m dýpdarlinjuni. Legugrýtið kann vera
sundurbýtt í tveir høvuðsbólkar, ein niðari og eldri, ein ovari og yngri.
Niðari bólkurin er væl lagskipaður við lítlum halli úteftir, elstu fláirnar
eru samlagdar samankomingini millum basalt og legugrýti. Tær breiðu