Fróðskaparrit - 01.01.1979, Side 107

Fróðskaparrit - 01.01.1979, Side 107
Fyriskipanin frá 3.5.1723 um handil í Føroyum 115 við handlinum í 1709, fekk tað alt í einum fleiri áhugamál; umframt tað at halda uppi fólki og vinnulívi mátti ríkið eisini hugsa um fíggjarúrtøkuna, serliga sum avgjald fyri leig- una av handlinum. Henda burturleiga var í rentukamarinum ætlað til at verða stutt eftir, at Norðurlandabardagin mikli var av. Meðan Norðurlandabardagin mikli var, hevði ríkið stórt tap av handlinum. Hetta komst fyri ein part av bardaganum, men størsta orsøkin til tapið var ullin, sum varð seld fyri prísir, ið lógu væl niðan fyri avreiðingarprísin, og hosurnar, sum at kalla ikki var sleppandi av við. Við hesum í huga gjørdi rentu- kamarið í 1714 uppskot um nýggjan takst5; tað týdningarmesta við honum var, at ullarprísurin varð lækkaður úr 6 fl niður í 3 fl 12 skinn fyri vágina. Afturfyri varð taksturin á fløti og lýsi hækkaður6. 1 takstuppskotinum varð ikki tikin beinleiðis støða til at broyta »kvantum«, men óbeinleiðis varð hosunøgdin uppaftur meira skerd, við tað at »kvantum« varð roknað eftir virði (fyri eina ullarvág á 3 fl 12 skinn skuldu nú bert kunna verða avreiddar hosur fyri í mesta lagi 10 fl 16 skinn). Men kongur gjørdi av at bíða við málinum, men tó skuldu føroy- ingar verða mintir um at gera góðar hosur7. Tað var alt truplari at sleppa av við hosur, og tað hevði við sær, at í 1717 máttu teir beina fyri 120.000 pørum, sum vóru oyðilagdar á goymslu8. 1 rentukamarinum varð enn hugs- að um takstbroyting, og takstuppskotið frá 1714 varð sent landfútanum í 17189. Rentukamarið bað um hansara og før- oyinga viðmerkingar til uppskotið; samtíðis fekk hann kortini boð um at lata føroyingar skilja, at uppskotið var teimum til bata. Nakað svar tykist ikki vera til skjals, men tá ið tann ný- útnevndi stiftsyvirmaðurin Peter Raben10 fyrst í september 1720 vitjaði í Tórshavn við »Søeridderen«, hevði honum verið skipað at skifta orð við føroyingar um takstin11. Við sær hevði hann eitt uppskot frá rentukamarinum; á tað hevur hann skrivað sína fatan av tí, sum føroyingar hildu12. Harumframt eru í brævabókini hjá Sámali Pæturssyni løgmanni avrit av
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.