Fróðskaparrit - 01.01.1979, Page 107
Fyriskipanin frá 3.5.1723 um handil í Føroyum
115
við handlinum í 1709, fekk tað alt í einum fleiri áhugamál;
umframt tað at halda uppi fólki og vinnulívi mátti ríkið
eisini hugsa um fíggjarúrtøkuna, serliga sum avgjald fyri leig-
una av handlinum. Henda burturleiga var í rentukamarinum
ætlað til at verða stutt eftir, at Norðurlandabardagin mikli
var av.
Meðan Norðurlandabardagin mikli var, hevði ríkið stórt
tap av handlinum. Hetta komst fyri ein part av bardaganum,
men størsta orsøkin til tapið var ullin, sum varð seld fyri prísir,
ið lógu væl niðan fyri avreiðingarprísin, og hosurnar, sum at
kalla ikki var sleppandi av við. Við hesum í huga gjørdi rentu-
kamarið í 1714 uppskot um nýggjan takst5; tað týdningarmesta
við honum var, at ullarprísurin varð lækkaður úr 6 fl niður
í 3 fl 12 skinn fyri vágina. Afturfyri varð taksturin á fløti og
lýsi hækkaður6. 1 takstuppskotinum varð ikki tikin beinleiðis
støða til at broyta »kvantum«, men óbeinleiðis varð hosunøgdin
uppaftur meira skerd, við tað at »kvantum« varð roknað eftir
virði (fyri eina ullarvág á 3 fl 12 skinn skuldu nú bert kunna
verða avreiddar hosur fyri í mesta lagi 10 fl 16 skinn). Men
kongur gjørdi av at bíða við málinum, men tó skuldu føroy-
ingar verða mintir um at gera góðar hosur7.
Tað var alt truplari at sleppa av við hosur, og tað hevði
við sær, at í 1717 máttu teir beina fyri 120.000 pørum, sum
vóru oyðilagdar á goymslu8. 1 rentukamarinum varð enn hugs-
að um takstbroyting, og takstuppskotið frá 1714 varð sent
landfútanum í 17189. Rentukamarið bað um hansara og før-
oyinga viðmerkingar til uppskotið; samtíðis fekk hann kortini
boð um at lata føroyingar skilja, at uppskotið var teimum til
bata.
Nakað svar tykist ikki vera til skjals, men tá ið tann ný-
útnevndi stiftsyvirmaðurin Peter Raben10 fyrst í september
1720 vitjaði í Tórshavn við »Søeridderen«, hevði honum verið
skipað at skifta orð við føroyingar um takstin11. Við sær hevði
hann eitt uppskot frá rentukamarinum; á tað hevur hann
skrivað sína fatan av tí, sum føroyingar hildu12. Harumframt
eru í brævabókini hjá Sámali Pæturssyni løgmanni avrit av