Fróðskaparrit - 01.01.1979, Side 108

Fróðskaparrit - 01.01.1979, Side 108
116 Fyriskipanin frá 3.5.1723 um handil í Føroyum brøvum til Raben frá 5. og 6. september við takstuppskotum13. Hesi brøv hevur Raben helst fingið við sama høvi. Høvuðsevnið í nýggja takstuppskotinum frá rentukamar- inum var aftur at lækka ullarprísin niður í 2 fl 14 skinn fyri vágina, og at hækkanirnar í prísinum á lýsi og fløti í uppskot- inum frá 1714 vórðu skerdar. Føroyingar skutu upp at lækka ullarprísin niður í 3 fl fyri vágina og hækka smávegis prísin á smøri, lýsi, fløti og fiski. Teir hava neyvan kent uppskotið, ið Raben hevði við sær, tí tilboð teirra um fløtprís var lægri enn tað, ið rentukamarið vildi lata. Uppskotið hjá Sámali Pæturssyni líktist yvirhøvur tí, sum Raben fataði sum tilboð føroyinga, uttan hjá honum var ullin sett til 4 fl fyri vágina. Við samráðingar um takstin 3 ár eftir í Keypmannahavn hevur Raben greitt frá samráðingum við føroyingar um ullar- takstin og »kvantum«14. Raben hevði tá spurt bøndurnar, um teir vóru nøgdir við 3 fl fyri vágina av ull. Hesum høvdu bøndurnir samtykt í, men dagin eftir, tá ið teir vóru saman- komnir í stovuni hjá keypmanninum, høvdu teir kravt 4 fl. Síðan hevði Raben strongt á teir at fáa at vita, hví teir høvdu broytt krav sítt, og serstakliga ein nevndur Tummas í Vágum (»Thomas i Vagø«), hevði sagt, at prestarnir høvdu fingið teir til tað. Raben fekk teir so til at samtykkja í, at teir kundu hjálpast við 3 fl, um teir kundu sleppa frá »kvantumi«. Orðunum hjá Tummasi í Vágum eru eyðvitað ikki fult eftir- farandi, men tey hóska við tað, sum seinni hendi og áhuga prestanna fyri høgum ullarprísi. Nakað tað sama kom Raben til, tá ið hann skrivaði frágreiðing sína til rentukamarið 9.10. 1720, har sum hann segði almúguna vera fúsa til broyting, men at nakrir av prestunum vóru ímóti og høvdu kirkjurnar til viðberingar15. Takstuppskotini vórðu tó beind til viks í rentukamarinum eina tíð, meira umráðandi var nú arbeiði við at fyrireika burturfestingina av handlinum, ið stundaði til. Hesum spurdist tó einki burturúr; trý uppboð vórðu hildin í 1721, men til fánýtis. Ein hin størsta forðingin fyri burturfesting hevði verið taksturin, og hetta blásti aftur lív í royndirnar at fáa hann broyttan.
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.