Fróðskaparrit - 01.01.1979, Page 112

Fróðskaparrit - 01.01.1979, Page 112
120 Fyriskipanin frá 3.5.1723 um handil i Føroyum degi karða og spinna tað 3/í pund av ull, sum fór til einar langar hálvfínar hosur. Hetta røkk ikki til lægsta livikostnað, sum segðist vera 6 skillingar um dagin. Her var nógv avgjørt, tí tað var ikki nær ella náminda so seinført at virka ullina35. Ei heldur var hetta nøkur dygg próvgrund, tí um tað loysti seg ikki at binda hosur, var avtøkan av »kvantumi« eingin bati, og um ullarprísurin varð hækkaður, gav hosubindingin uppaftur minni av sær. Tað einasta, sum frágreiðingin kundi hava batað, var við at geva eina mynd av neyð og vesaldómi, so at hugurin til eftirlæti yvirhøvur gjørdist betri. Klagurnar um hallið hjá prestunum og kirkjunum, um ullarprísurin varð lækkaður, vóru heldur ikki nøkur góð próvgrund, tí longu fyrr hevði verið orðað um, hvussu góð ráð prestarnir høvdu, og hvussu væl tað bar til hjá kirkjunum at selja ullina bein- leiðis. Á fundinum 22. desember helt Worm biskupur røðu38, har hann tók undir við seinna bønarbrævinum frá føroyingum og studdi teir í einum og øllum, men hann fanst harðliga at fút- anum, serliga tí, hann hevði sagt um prestarnar. Við neyðar- støðuni hjá kirkjunum í huga helt biskupur, at tað einasta rætta var at seta ullarprísin aftur til 6 fl fyri vágina; tað fór eisini at greiða vansan við hosusøluni, tí tá fór at verða bundið væl minni av hosum. Hetta uppskot hevði beint fyri øllum vónum um á nøkrum sinni at fáa vinning av handlinum, og hinir luttakararnir hava ikki kunnað tikið undir við tí. Tað er ikki sørt, at teir eru ilskir í uppskotinum til tilmælið, og næstu tíðina var Worm biskupur at kalla ikki uppi í samráðingunum. Tveir dagar eftir var Hanus Jóansson hjá Raben, helst eftir áheitan frá honum. Ið hvussu er var tað Raben, ið segði frá teimum omanfyri nevndu samráðingum millum hansara og før- oyingar í 1720. Á tí sinni varð avtøkan av »kvantumi« nevnd sum tað, ið mest um vardi; hesum samtykti Hanus Jóans- son eisini í37. Øðrvísi enn Hanus Jóansson hevði Grækaris Miiller meira áhuga á ullarprísinum, og 29.1.1724 setti hann fram eitt nýtt
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.