Fróðskaparrit - 01.01.1979, Blaðsíða 112
120
Fyriskipanin frá 3.5.1723 um handil i Føroyum
degi karða og spinna tað 3/í pund av ull, sum fór til einar
langar hálvfínar hosur. Hetta røkk ikki til lægsta livikostnað,
sum segðist vera 6 skillingar um dagin. Her var nógv avgjørt,
tí tað var ikki nær ella náminda so seinført at virka ullina35.
Ei heldur var hetta nøkur dygg próvgrund, tí um tað loysti
seg ikki at binda hosur, var avtøkan av »kvantumi« eingin
bati, og um ullarprísurin varð hækkaður, gav hosubindingin
uppaftur minni av sær. Tað einasta, sum frágreiðingin kundi
hava batað, var við at geva eina mynd av neyð og vesaldómi,
so at hugurin til eftirlæti yvirhøvur gjørdist betri. Klagurnar
um hallið hjá prestunum og kirkjunum, um ullarprísurin varð
lækkaður, vóru heldur ikki nøkur góð próvgrund, tí longu
fyrr hevði verið orðað um, hvussu góð ráð prestarnir høvdu,
og hvussu væl tað bar til hjá kirkjunum at selja ullina bein-
leiðis.
Á fundinum 22. desember helt Worm biskupur røðu38, har
hann tók undir við seinna bønarbrævinum frá føroyingum og
studdi teir í einum og øllum, men hann fanst harðliga at fút-
anum, serliga tí, hann hevði sagt um prestarnar. Við neyðar-
støðuni hjá kirkjunum í huga helt biskupur, at tað einasta
rætta var at seta ullarprísin aftur til 6 fl fyri vágina; tað fór
eisini at greiða vansan við hosusøluni, tí tá fór at verða bundið
væl minni av hosum.
Hetta uppskot hevði beint fyri øllum vónum um á nøkrum
sinni at fáa vinning av handlinum, og hinir luttakararnir hava
ikki kunnað tikið undir við tí. Tað er ikki sørt, at teir eru
ilskir í uppskotinum til tilmælið, og næstu tíðina var Worm
biskupur at kalla ikki uppi í samráðingunum.
Tveir dagar eftir var Hanus Jóansson hjá Raben, helst eftir
áheitan frá honum. Ið hvussu er var tað Raben, ið segði frá
teimum omanfyri nevndu samráðingum millum hansara og før-
oyingar í 1720. Á tí sinni varð avtøkan av »kvantumi« nevnd
sum tað, ið mest um vardi; hesum samtykti Hanus Jóans-
son eisini í37.
Øðrvísi enn Hanus Jóansson hevði Grækaris Miiller meira
áhuga á ullarprísinum, og 29.1.1724 setti hann fram eitt nýtt