Fróðskaparrit - 01.01.1979, Page 115

Fróðskaparrit - 01.01.1979, Page 115
Fyriskipanin frá 3.5.1723 um handil í Føroyum 123 Eftir næsta fund, sum var 23. mars, kom Hanus Jóansson til Raben við einum umsóknarbrævi (memorial)47, har hann sum sendimaður segði seg samtykkja í, at »kvantum« skuldi vera óbroytt, men ullarprísurin verða hækkaður upp í 4 fl. Kirkjurnar skuldu enn sum áður kunna selja ull sína óvaskaða fyri 3 fl. Hetta umsóknarbræv sendi Raben sama dag til rentukam- arið við góðkenning (accept) og harumframt tilmæli um smáar taksthækkanir á øðrum vørum. Rentukamarið sendi 25. mars avrit av umsóknarbrævinum og tilmæli Rabens til Worm biskup til ummælis48. Ummælið kom beinan vegin (dagfest 26. mars) og var heldur hvassorðað49. Worm greiddi frá tí, ið av- rátt varð seinast (helst á fundinum 23. mars) um at halda fast við ullarprísin og »kvantum« fyri fyrst, og helt fyri, at um ein bóndi kundi kollrenna alt, ið avrátt hevði verið, skilti hann ikki, hví teir vóru samankomnir. Fyri sín part helt Worm fast við tað, ið avrátt hevði verið, men takstinum á góðu vørunum (fløti, smøri og lýsi) kundu teir góðu menn sjálvir ráða fyri. At ienda kom hann við eini viðmerking, ið mundi ikki sørt særa teir, ið hon var ætlað, — um møguleikarnar fyri at fáa handilin burturfestan aftan á takstbroyting. Grækarisi Miiller varð sýnt umsóknarbrævið frá Hanusi Jó- anssyni, og av tí at hann leingi hevði staðið upp á tær 4 fl fyri ullina, var gaman í hjá honum at samtykkja. Samtíðis legði hann afturat, at hann ynskti at lýsisprísurin varð hækk- aður nakað50. Eftir at nýggi ullarprísurin hevði fingið góðkenning (accept), vóru ikki stórir vansar við viðgerðini eftirsíðan. Tilmælið var undirskrivað av Gabel og Raben, men Worm skrivaði ikki undir. Tað varð áritað av Bartholin (fíggjarmálaumboðsmanni) og Monichen (kommitteraðum í rentukamarinum), at tað kundi sleppa ígjøgnum, men at ansað skuldi verða eftir, eftir hvørjum taksti áhugaðir vildu bjóða mest á næsta uppboði51. Úrskurður varð gjørdur 11. mai52, enn við áritinum um at geva gætur eftir hvørjum taksti, ið hægst varð boðið eftir. Tá ið úrskurðurin varð gjørdur, vóru teir útsendu føroying-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.