Fróðskaparrit - 01.01.1979, Page 117

Fróðskaparrit - 01.01.1979, Page 117
Fyriskipanin frá 3.5.1723 um handil í Føroyum 125 kønu tykjast ikki geva gætur leftir tí rættiliga umvarðandi spurninginum, at taksturin fyri ull eisini fór at verða leið- vísandi fyri tann prís, ið tey fátæku skuldu rinda fyri ullina. Henda hugsan kemur ongastaðni fram í málsskjølunum. Viðvíkjandi »kvantumi« og øllum kjakinum um tað, er tað forvitnisligt at bera saman við roknskapirnar um avreidda ull og hosur, sum er til skjals fyri árini 1709—18 og 172057. Eftirkanning av teimum sýnir, at mong hava ikki avreitt ull og bert fá í tílíkari mongd, sum kemur í náminda av lutfall- inum, ið sett er í fyriskipanini. Hugsandi er, at fyriskipanin hevur verið umsitin eftir meting og soleiðis, at góð ullarár góvu ikki upp á seg meiri av hosum. Annað, ið bendir á umsiting av takstum eftir skiftandi meting, er, at tá ið betur fór at gangast við at sleppa av við hosurnar, varð avreidd minni og minni og at enda eingin ull, hóast tað at fyriskipanin var óbroytt. At »kvantum« kortini hevur verið eitt kæruevni, kemst helst av, at tað hóast alt við hvørt hevur kenst sum eitt haft, serstakliga tá ið tað valdaðist, hvussu vandlátur handils- forvaltarin var í málinum. Hóast samráðingarmenninir hjá ríkisvaldinum vóru væl kunnigir við tey ymsu sjónarmiðini, kundu teir ikki einans fara eftir teimum. Eina greiðast kemur tað til sjóndar hjá Raben; hann tóktist vera heldur fyri at taka »kvantum« av, um tað bar til. Hesum forðaðu tó vánalig sølulíkindi saman við óttanum fyri ikki at kunna hava tamarhald á hosufram- leiðsluni. Harafturímóti bar til innan fyri ávíst mark at rokna út útreiðslurnar í sambandi við hækkaðan ullartakst, soleiðis sum Smit rentuskrivari hevði gjørt. Eftir málsgongdini at døma átti Raben nógv í tí, at ullar- taksturin varð hækkaður; hann hevur ivaleyst hugsað, at tað var betri enn einki fyri føroyingar. Hin vegin tóktust flestir aðrir vera ivasamir um fíggjarligu avleiðingarnar fyri handilin; hetta kom til orða í áritunum. At hækka takstin í eini tíð, tá ið handilin valla var farin at geva vinning aftan á tey stóru tapini, var eisini stórtøkið. Men stórtøknið bæði í hesum spurningi og viðvíkjandi út-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.