Fróðskaparrit - 01.01.1979, Qupperneq 117
Fyriskipanin frá 3.5.1723 um handil í Føroyum
125
kønu tykjast ikki geva gætur leftir tí rættiliga umvarðandi
spurninginum, at taksturin fyri ull eisini fór at verða leið-
vísandi fyri tann prís, ið tey fátæku skuldu rinda fyri ullina.
Henda hugsan kemur ongastaðni fram í málsskjølunum.
Viðvíkjandi »kvantumi« og øllum kjakinum um tað, er tað
forvitnisligt at bera saman við roknskapirnar um avreidda ull
og hosur, sum er til skjals fyri árini 1709—18 og 172057.
Eftirkanning av teimum sýnir, at mong hava ikki avreitt ull
og bert fá í tílíkari mongd, sum kemur í náminda av lutfall-
inum, ið sett er í fyriskipanini. Hugsandi er, at fyriskipanin
hevur verið umsitin eftir meting og soleiðis, at góð ullarár góvu
ikki upp á seg meiri av hosum. Annað, ið bendir á umsiting
av takstum eftir skiftandi meting, er, at tá ið betur fór at
gangast við at sleppa av við hosurnar, varð avreidd minni og
minni og at enda eingin ull, hóast tað at fyriskipanin var
óbroytt. At »kvantum« kortini hevur verið eitt kæruevni,
kemst helst av, at tað hóast alt við hvørt hevur kenst sum eitt
haft, serstakliga tá ið tað valdaðist, hvussu vandlátur handils-
forvaltarin var í málinum.
Hóast samráðingarmenninir hjá ríkisvaldinum vóru væl
kunnigir við tey ymsu sjónarmiðini, kundu teir ikki einans
fara eftir teimum. Eina greiðast kemur tað til sjóndar hjá
Raben; hann tóktist vera heldur fyri at taka »kvantum« av,
um tað bar til. Hesum forðaðu tó vánalig sølulíkindi saman
við óttanum fyri ikki at kunna hava tamarhald á hosufram-
leiðsluni. Harafturímóti bar til innan fyri ávíst mark at rokna
út útreiðslurnar í sambandi við hækkaðan ullartakst, soleiðis
sum Smit rentuskrivari hevði gjørt.
Eftir málsgongdini at døma átti Raben nógv í tí, at ullar-
taksturin varð hækkaður; hann hevur ivaleyst hugsað, at tað
var betri enn einki fyri føroyingar. Hin vegin tóktust flestir
aðrir vera ivasamir um fíggjarligu avleiðingarnar fyri handilin;
hetta kom til orða í áritunum.
At hækka takstin í eini tíð, tá ið handilin valla var farin
at geva vinning aftan á tey stóru tapini, var eisini stórtøkið.
Men stórtøknið bæði í hesum spurningi og viðvíkjandi út-