Várskot - 01.03.1905, Page 4

Várskot - 01.03.1905, Page 4
12 — hðvdingalig. men tú sat heima meðan sum dóttir faðirs tíns“. Eystein kon- gur svarar: „Nu nart tú við svpllin! Ikki mundi eg taka undir hesa røðu, um eg her einki kunđi svara. Tað tyktist mær nær, at eg sendi teg heiman sum systur mína, áðrenn tú var búgvin til ferðar“. Sjúrður kon- gur segði: „Tú man hava hoyrt, at eg átti mangar orrustur í Serklanđi, sum tú mant hava hoyrt gitið, og eg fekk sigur í teim ollum og altkyns dýrgripir, slikir sum teir eru ikki fyrr komnir higar til lands; eg var hildin mest verður hars sum eg fann gævastumenn, men eg hugsi, at tú ikki enn hevir kasta heimføðingin av tær.“ Eystein kongur segði: „Eg havi frætt, at tú atti nakrar orrustur utanlands, men nytsamligari var tað fyri land várt, sum eg gjorđi meðan: eg reisti fimm kirkjur frá grundini, eisini gjordi eg eina havn við Agđanes, hvar áður var havnaleys strond, og hvor maður mátti fara fram við, tá hann fór norður ella suður við lanđi; eg gjordi eisini tornið (sjóvarðan) í Ijin- holmssundi og hollina í Bjorgyn, me- ðan tú barđi hlámun fyri fjanđan á Serklandi; eg ætli tað vera lítið gagn fyri ríki várt“. Sjúrður kongur segði: „Eg fór á hesi ferð heilt út til Jórdan, og eg svam yvir um ánna; men úti á áarbakkanum eru nókur smátrø, og har í trøunum knýtti eg ein knút, og segði eg so fyri, at tu bróðir, skúldi loysa hann ella eiga tær treytir, íð har vóru á lagdar.“ Eystein kongur segði: „Ikki man eg loysa tann knút, sum tú knýtti mær; men knýtt kunđi eg tær tann knút, sum tú nógv minni kunđi fingið loyst, ta ferðini tú við einum skipi sigldi inn í mín her, tá tri komst í land.“ Eftir tað tagnaðu teir báðir, og vóru báðir vreiðir. (Ur Heimskringlu). Eitt stjórnuskot. ú svenska frúgvin, eg kann teg ei gloyrna! Títt ljósleitta bílæt tað skal og væl loyna! Titt smíl skal eg fjala í innarsti vrá, og aldrinn títt minni mær víkja skal frá. Eitt stjórnuskot kom tú •— so livarv tú, tú bjarta! men ljósrípan situr mær eym enn i hjarta. So er siður í Svøríki besti: Maður skal kurteist seg bera og hóligur vera á funđi við fremmanda gesti. Menn tú helt í heiður ei landsins sið: søktu sær mið,

x

Várskot

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Várskot
https://timarit.is/publication/17

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.