Várskot - 01.03.1905, Side 4
12 —
hðvdingalig. men tú sat heima meðan
sum dóttir faðirs tíns“. Eystein kon-
gur svarar: „Nu nart tú við svpllin!
Ikki mundi eg taka undir hesa røðu,
um eg her einki kunđi svara. Tað
tyktist mær nær, at eg sendi teg
heiman sum systur mína, áðrenn
tú var búgvin til ferðar“. Sjúrður kon-
gur segði: „Tú man hava hoyrt, at
eg átti mangar orrustur í Serklanđi,
sum tú mant hava hoyrt gitið, og eg
fekk sigur í teim ollum og altkyns
dýrgripir, slikir sum teir eru ikki
fyrr komnir higar til lands; eg var
hildin mest verður hars sum eg fann
gævastumenn, men eg hugsi, at tú ikki
enn hevir kasta heimføðingin av tær.“
Eystein kongur segði: „Eg havi frætt,
at tú atti nakrar orrustur utanlands,
men nytsamligari var tað fyri land
várt, sum eg gjorđi meðan: eg reisti
fimm kirkjur frá grundini, eisini gjordi
eg eina havn við Agđanes, hvar
áður var havnaleys strond, og hvor
maður mátti fara fram við, tá hann
fór norður ella suður við lanđi; eg
gjordi eisini tornið (sjóvarðan) í Ijin-
holmssundi og hollina í Bjorgyn, me-
ðan tú barđi hlámun fyri fjanđan á
Serklandi; eg ætli tað vera lítið gagn
fyri ríki várt“. Sjúrður kongur segði:
„Eg fór á hesi ferð heilt út til Jórdan,
og eg svam yvir um ánna; men
úti á áarbakkanum eru nókur smátrø,
og har í trøunum knýtti eg ein knút,
og segði eg so fyri, at tu bróðir, skúldi
loysa hann ella eiga tær treytir, íð
har vóru á lagdar.“ Eystein kongur
segði: „Ikki man eg loysa tann knút,
sum tú knýtti mær; men knýtt kunđi
eg tær tann knút, sum tú nógv minni
kunđi fingið loyst, ta ferðini tú við
einum skipi sigldi inn í mín her, tá
tri komst í land.“
Eftir tað tagnaðu teir báðir, og
vóru báðir vreiðir.
(Ur Heimskringlu).
Eitt stjórnuskot.
ú svenska frúgvin,
eg kann teg ei gloyrna!
Títt ljósleitta bílæt
tað skal og væl loyna!
Titt smíl skal eg fjala
í innarsti vrá,
og aldrinn títt minni
mær víkja skal frá.
Eitt stjórnuskot kom tú •—
so livarv tú, tú bjarta!
men ljósrípan situr
mær eym enn i hjarta.
So er siður í Svøríki besti:
Maður skal kurteist seg bera
og hóligur vera
á funđi við fremmanda gesti.
Menn tú helt í heiður
ei landsins sið:
søktu sær mið,