Búnaðarbløð - 01.01.1903, Blaðsíða 9
9
Nakað lítið um fjósbygging.
T®y vilkor, sum eru fyri, at eitt fjós skal vera
gott, er:
Ljóst, heitt og rúmligt.
Veggirnir av kampagróti tvílagað, tett við cement;
ein flagveggur uttan á grótvegginum flógvar væl um
húsið, men er ringur at fáa til at halda leingi, serliga
tá vindeygini skullu vera nógv, soleiðis sum tað nú
krevist av einum hvørjum fjósi, tí ljóst má fyri alt
vera inni, tað ger fjósið hugnaligt fyri krýatúrið at
standa í og lætligari fyri fjóskonuna at ambata neyt-
inuin.
Heit og trekfrítt má vera inni, holur í vegginum
eri ótalandi, brotnir rútar og ringir vindeygakarmar
eiga ikki at síggjast. Jarnkarmar eru tí nógv verdir
at liava í fjósinum, og skullu teir cementast væl inn í
veggin.
Hurðar og hurðakarmar má hyggjast væl eftir,
karmarnir mugu falla væl til veggin, og hurðin væl í
karmin; best er at hava fleiri hurðar, eina til neytini
at ganga um og eina til fjósfólkið. Lat so hesa hø-
vuðshurðina vera dupulta, ella hav eina gongd fyri
framman fjósið, tí tann kaldi trekkur, sum stendur
inn gjøgnum eina slíka hurð, sum íðiliga verður gingin
um, minkar nógv um mjólkina.
Heitt má vera inni hjá krýatúrinum, men eisini
frísk luft, og tað fáa vit eina best við at hava ein
rút í vindeyganum til at lata upp, ella um bara ein
hædđ er á húsinum, so trekpípur úr loftinum upp
gjøgnum takið.
Timburveggir í fjósi er lítið ráðiligt hjá okkum
at hava, við tað at viður er dýrur og rotnar skjótt í
okkara váta veðurlagi, og av varmanum og fjós-
roykinum innanfrá. Timburveggir mugu altíð vera
tvífaltir og stungið ímillum við mosa, mold ella
spønum.
Gólvið er einki at siga um, uttan tað skal vera
turt og nossligt, lætt at gera reint og trekfrít. Hvat
vit skulu brúka til gólv, vilja viðurskiftini á staðnum
2