Búnaðarbløð - 01.01.1903, Blaðsíða 13

Búnaðarbløð - 01.01.1903, Blaðsíða 13
13 Skálavík, hvar øll bygdin var saman um eitt, og hettar smørið fekk hin hægsta prísin. Soleiðis skuldi tað sýnst sum alt var komið í besta lag, men tí verri í staðin fyri at fylgja tí vegi, íð vístir var við t. d. smørvirkihúsinum í Skálavík, er komið eitt afturstig. Eingin var at leggja lag á, so fólk kunđu skipa seg saman, og í tanns stað skiltist alt sundur. Ein maður sá, at skilvindan hjá hinum loysti seg, so fekk hann sær eina við. Har ein skilvinda var í eini bygđ, komu brátt fleiri, og nú hava vit slík dømir at sýna framm, at ein bygd sum Mikladalur á Kalsoy hevur 3 skilvindur. Smørið er blivið hareftir. Tær gentur, sum lært hava, gera sjálvsagt líka gott smør nú sum fyrr, men tær hava minni at gera úr. Tað góða smørið er tí minkað og minkar við tað, at skilvinđurnar í hyørju bygd verða fleiri. Uttan lærdóm gerst ikki gott smør, tí smør er hitt vandamiklasta evni, sum vit bóndafólk hava at búða til. Yilja vit hava smør til søluvaru, og smør sum tað loysir seg at selja, so er vegurin samvirking fyri eina bygd ella fyri fleiri bygdir í nær liggja saman. yit hava ein góðan fyrimun framm um grannalond i okkara við tað, at veturin hjá okkum er so táður, at mest alt arbeiði úti kan gerast. 4 Uppskering í bø og haga eru vetraarbeiðir, líka- leiðis ymislig garðagerð, og er tú so væl staddur, at bøur tín liggur væl saman, so nýt vetratíðina at leggja tær góðan veg, so hestir og vognir kann brúkast. Vetratíðin er okkara myrka tíð og er ofta tung at slíta seg ígjøgnum, brúka ta tíðina til at liampa um búgvið, ger tað hugnaligari fyri teg og tíni, rudda bøin og legg hann turran, hampa um túnini, vala um

x

Búnaðarbløð

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búnaðarbløð
https://timarit.is/publication/22

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.