Búnaðarbløð - 01.01.1903, Blaðsíða 3

Búnaðarbløð - 01.01.1903, Blaðsíða 3
3 Ein ferðandi ráðgevara treingja vit nógv til nú, og tess meir, jú meir verður upptikið av nýggjum í jarðabrúkinum. Eg nevni hesu fyrst, tí hetta kann gjøgnumførast heilt av tí almenna. Málið um royndarbrúk og bún- aðarskúla hevur verið havt á lofti ofta fyrr. Fyrstu ferð var í 1882, og varð tað tá kallað »forsøgs- og mønsterbrug«. 1884 bleiv frá tinginum eftir uppskoti | frá J. Dalsgaard úr Skálavík sent bræv til ministeriið um at fáa í iag í Førjum »forsøgs- og mønstergaard | og aarlig bevilling til gaardens drift.« • Hvar henda innstillingin bleiv av og hvat bleiv gjørt við hana, er ikki gott at vita; Føringar notu . einki gagn av henni, tað vita vit. 1889 kom bønarbræv frá J. Patursson í Kirkjubø til tingið um at fáa frá ríkiskassanum 500 kr. árliga í 10 ár til at fortseta tær roynđir, sum faðir hans hevði byrjað. Tingið svaraði noktandi. 1892 legði tingmadur J. H. Schrøter framm fyri tingið uppskot um at fáa í lag »forsøgs- og mønster- brug« í Kirkjubø. Saman við uppskotinum bleiv av festarinum J. Patursson framløgd ein plan yvir tað arbeiði, sum ætlan var at seta í verk við hesum, og sæst harav, at ætlan var at dríva garðin upp til mynstirbrúk fyri landið, bæði í jarðarøkt og í neyta-, rossa- og seyðarøkt, og hartil at taka næmingar, upp til 8 á hvørjum ári, sum kundu gera sær til góðar alt, sum har bleiv gjørt á garðinum og liartil fáa bókligan kunnugleika. Tingið samsintist í at biða landaráðið um at veita 1500 kr. árliga í 6 ár til eitt slíkt brúk, og at veita studning til næmingarnar, íð skuldu vera á garðinum í 2 ár, 50 kr. fyrra ár og 80 tað seinra. £ Ríkisstýrið bífall hesa sak, og royndarbrúk við búnaðarskúla bleiv sett í verk í Kirkjubø. Við tað at tingið ikki vildi, at studningurin til brúkið í Kir- kjubø skulđu standa við út yvir tað eina ferð fyrst fyrisetta áramálið, 6 ár, og J. Patursson av egnum peningi ikki kundi dríva egið royndarbrúk og skúla, er ikki komið so nógv burtur úr, tí eftir 6 árum kunnu ikki nógvar royndir vera fullførdar og fast- slidnar sum góðar. l*

x

Búnaðarbløð

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búnaðarbløð
https://timarit.is/publication/22

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.