Búnaðarbløð - 01.01.1903, Side 3
3
Ein ferðandi ráðgevara treingja vit nógv til nú,
og tess meir, jú meir verður upptikið av nýggjum í
jarðabrúkinum.
Eg nevni hesu fyrst, tí hetta kann gjøgnumførast
heilt av tí almenna. Málið um royndarbrúk og bún-
aðarskúla hevur verið havt á lofti ofta fyrr. Fyrstu
ferð var í 1882, og varð tað tá kallað »forsøgs- og
mønsterbrug«. 1884 bleiv frá tinginum eftir uppskoti
| frá J. Dalsgaard úr Skálavík sent bræv til ministeriið
um at fáa í iag í Førjum »forsøgs- og mønstergaard
| og aarlig bevilling til gaardens drift.«
• Hvar henda innstillingin bleiv av og hvat bleiv
gjørt við hana, er ikki gott at vita; Føringar notu
. einki gagn av henni, tað vita vit.
1889 kom bønarbræv frá J. Patursson í Kirkjubø
til tingið um at fáa frá ríkiskassanum 500 kr. árliga
í 10 ár til at fortseta tær roynđir, sum faðir hans
hevði byrjað. Tingið svaraði noktandi.
1892 legði tingmadur J. H. Schrøter framm fyri
tingið uppskot um at fáa í lag »forsøgs- og mønster-
brug« í Kirkjubø. Saman við uppskotinum bleiv
av festarinum J. Patursson framløgd ein plan yvir tað
arbeiði, sum ætlan var at seta í verk við hesum, og
sæst harav, at ætlan var at dríva garðin upp til
mynstirbrúk fyri landið, bæði í jarðarøkt og í neyta-,
rossa- og seyðarøkt, og hartil at taka næmingar, upp
til 8 á hvørjum ári, sum kundu gera sær til góðar
alt, sum har bleiv gjørt á garðinum og liartil fáa
bókligan kunnugleika.
Tingið samsintist í at biða landaráðið um at veita
1500 kr. árliga í 6 ár til eitt slíkt brúk, og at veita
studning til næmingarnar, íð skuldu vera á garðinum
í 2 ár, 50 kr. fyrra ár og 80 tað seinra.
£ Ríkisstýrið bífall hesa sak, og royndarbrúk við
búnaðarskúla bleiv sett í verk í Kirkjubø. Við tað
at tingið ikki vildi, at studningurin til brúkið í Kir-
kjubø skulđu standa við út yvir tað eina ferð fyrst
fyrisetta áramálið, 6 ár, og J. Patursson av egnum
peningi ikki kundi dríva egið royndarbrúk og skúla,
er ikki komið so nógv burtur úr, tí eftir 6 árum
kunnu ikki nógvar royndir vera fullførdar og fast-
slidnar sum góðar.
l*