Búnaðarbløð - 01.01.1903, Blaðsíða 8

Búnaðarbløð - 01.01.1903, Blaðsíða 8
8 jarninum burtur ímillum so mikið, at tað bara verður ein og ein planta eftir, 4—6 tum. millum hvørja. Hettar má gerast áður rótabløkkan er blivin ov høg, tí standa tær leingi so tættar sum tær vóru sáaðar, blívur hvør urtin høg og klantraslig og verður ikki til góða frukt. Lúka illgrasið burtur í turvogri, men goym út- tinningina til vátvegur kemur. Eftir úttinningina liggja tær plantur, sum eftir standa, slættar niður, men er vætan nóg mikil, eru tær líka frískar dagin eftir og vaksa nú skjótt, og tá bløkkurnar eru so stórar, at tær nema hvørja aðra, skal tinnast út aðruferð, soleiðis at onnur hvør plantan, íð eftir stendur, verður burturtikið við hyppujarninum ; tað verða tí nú til endan 8—10—12 tum. millum hvørja rót. Tak altíð tær smæstu burtur, tá tú tinnir út, og lúka altið illgrasið burtur, so tít tað kemur aftur, so leingi tú sloppur at. Miðjan juli, út móti Ólavsøku, eru bløkkurnar so stórar, at tað ikki kann gerast meir við lúking, men tá er moldin eisini so væl fjald, at illgrasið ikki trívist, og nú er tí ikki meir at gera við rótaveltuna, fyrr enn á heystins tíð; tó, sær tú at einstakar plantur renna uppá slok, so brót slokkin av. Røturnar vaksa leingi út á heystið, so fæst friður fyri krýatúrum, er best at lata tær standa til seint. Um rótin eina ferð er fryst, skaðar ikki, tá hon ikki verður upptikin fyrr, enn hon er tinað aftur, men tá máhontakast. Høgg halan og bløkkuna væl av. Røtur goymast væl í kaldum kjallara, sum frost ikki kemur til. At velta røtur, hevur nógv at siga, tí tær eru tann fóðurvøkstur, sum gevur mest fóður á soinu ví dd, tí tær eru eitt hitt besta krýatúrfóður, vit hava um veturin aftrat, hoyggji, holmi og handilsfóðri. tí tær virkað, at jørðin verður leys og moyr og frí fyri illgras, tí tað slepst so væl til at reinska meðan tær vaksa.

x

Búnaðarbløð

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búnaðarbløð
https://timarit.is/publication/22

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.