Búnaðarbløð - 01.01.1903, Blaðsíða 5
5
Hvat skal g'erast fyri at fáa
meiri fóður?
1/15—Yio av bøinum er tikin frá, so liggur hin víddin
av tí dyrkaða landi okkara til gras, og spurning-
urin um at ala meir fóður er tí næstan tann sami
sum at spyrja, hvussi vit skullu fáa meir gras.
Fara vit at kanna væl eftir á tí vídd, vit hava,
so finna vit brátt, at tað eru mest tvey ting, sum
hindra grasvøksturin hjá okkum, tað er: ovmikil væta
og ovlítil tøðukraft.
Tað sigur seg sjálvt, at í einum veðurlagi, sum
okkara, við so nógvum regni, má bøurin líða nógv
av vætu, og okkara uppskeringsmáti er ikki so góður,
at hann til fulnar leiðir vatnið burtur, og bøurin
verður tí mosagingin skjótt eftir, at hann er veltir
ella breiddir, og mosi Og góður græsvøkstur trívast
ikki saman. Opnar veitir í bønum er aldrin góðar,
men kunnu gera nakra nyttu, tá tær eru beinar, og
teigarnir eru slættir.
Skeivar og krókutar veitir við teigum, sum halla
niður til veitina øðru meðan, og við høgum bakka til
hina síðina er nakað, sum ikki má tolast longur hjá
okkum, helftin av teigalenđinum í bøi okkara ber
lítið ella einki gras, tá so er vorið. Minst tí til, tá
tú veltur næstu ferð, at beinka veitina, gera hana
djúpari og leggja teigin slættan, hevði tú evnir og
ráð at leggja veitirnar undir heilt, var tað sjálvsagt
tað besta, og minst til, at tú kann fáa tít útleg í so
máta afturbøt eftir lóg um ábøtur (grundforbedrin-
ger.)
Eit slíkt arbeiði lønar ómakin, tí mosin flýggjar
har jørðin verður turr.
At skera flagið tunnt ovan av, venda tí við og
breiða tøð undir, er góður máti at fáa nógv gras;
tann almindiliga kornveltingin hjá okkum er í so
máta ógvuliga góð, men manga staðnis loysir korn-
velting seg lítið, og er her hin fyrrnevndi mátin, bara
at venda svørðinum, tilráðandi; at brúka plógv til slíka
velting sparir almikið av arbeiði.