Búnaðarbløð - 01.01.1903, Blaðsíða 15
15
Búnaðarfund um Ólavsøkuleiti!
Uevði tað ikki verið royndina vert at havt ein fund
um Ólavsøkuleiti, tá annars nógv fólk kemur til
býs, hvar tosast kundi um ymislig viðurskifti, land-
búnaðinum viðvíkjandi? Eg biði teir, sum hug hava
fyri einum fundi, siga mær frá, og er tað nakar, íð
hevur eitthvat, hann vildi havt framm til umrøðu, so
lati meg eisini vita av ti, helst í góðari tíð, so at alt
kann orðnast betímiliga.
Kirkjubø í januar 1903.
^ M. Winther-Lutzen.
Búnaðarskúlin á Hólum (íslandi.)
Eftir »Austri.«
yið búnaðarskúlan á Hólum eru nú 12 næmingar.
Skúlaskipanin er nú broytt soleiðis, at bóklig og
verkslig kensla eru skilđar.
Jørðin er burturleiga fyri 4 pct. av øllum eignum
(jørð og leysafæ.)
Bókliga kenslutíðin er um veturin, mánað,
og fáast næmingarnir hesa tíðina bara við bókligar
sýslir. Teir, sum hug hava, kunnu um summarið á
Hólargarðinum fáa kenslu í jarðabrúkshandalagi, í
umsiting og skógarrøkt, ella skúlin fær teimum summar-
arbeiði hjá góðum bøndrum har í nántd, hvar teir
kunnu læra ymisligt, sum til búnaðin hoyrir.
Kenslulagið við skúlan er broytt eftir útlendskum
búnaðarskúlum, og hevur tí skúlin keypt fyri 1200
kr. av kenslulutum, mest evnafrøði tilhoyrandi, líkeins
hevur skúlin gott steina-, fræ- og urtasavn, og hartil
allar góðar kenslulutar, jarða- og alifrøði viðvíkjandi.
011 kenslan fer framm við fyrilestri.
Kenslugr einar við skúlan eru margar; her skal
nevnast: ymisligar reikningar, bókføring, steina- og
jarðafrøði, urtafrøði, evnafrøði, djórafrøði, alidjóra-