Búnaðarbløð - 01.01.1903, Blaðsíða 12
12
Sibirisk smør til Førjar.
Ja, tað ljóðar løgið, inen satt er tað, at keypmenn í
Førjum hava fingið sibirisk smør til landið. Soleiðis
eru sambond útlandsins nú, at tað loysir seg at flyta
smør úr Sibirialandi um Danmørk og heim til Førjar.
Hvussi eru sambond okkara?
Men vit kunnu eisini leiða nakað annað út av
hesum og tað er: Kunnu vit gera so nógv smør, sum
vit nýta innanlands og kunnu vit tað, hví gera vit
tað tá ikki? Vit hava um 4000 mjólkneyt í Førjum,
hvør kúgv gevur ca. 900 pt. av mjólk, tað er tilsaman
3,600,000 pt. 15 pt. geva 1 pd. smør og mjólk okkara
øll gevur tí 240,000 pd. smør.
Sjálvt um hettar stóra talið er væl so stórt, so
sigur tað seg sjálvt, at eina so stóra rúgvu av smøri
høvdu vit neyvan fingið bilbugt við, uin vit so einki
ótu uttan smør og køku.
Men vit fáa ikki so nógv smør! vit hava ikki
V10 partin, ikki ^ part so nógv av smøri, sum er
søluvara.
Fyri nøkrum árum síðan, kom til Kirkjubøar ein
skilvinda at skilja róman frá injólkini og ein tíðsháttar-
lig smørviðgerð bleiv sett í verk á garðinum. Gentur
komu har at læra mjólka- og smørviðgerð.
Ein eftir aðra blivu skilvinđurnar keyptar, tá
hesar gentur komu aftur av skúlanum, og skjótt var
skilvinda í nógvum bygdum, og bleiv hon brúkt nógv,
fyrst av húsinum sum átti hana, og síðan av øðrum
í hug høvdu til at fáa nakað úr mjólk síni, soleiðis
at skilvindueigarin fekk J/g—x/6 av rómanum. Hettar
kundi ikki annað sigast enn at vera eitt gott grundar-
lag fyri tí besta, felagssmørvirking fyri hvørja
bygd ella fyri fleiri bygdir saman.
Einstakar bygdir skipaði seg eisini soleiðis við
einum smørvirkihúsi fyri alla bygdina.
Skjótt var tað eisini, at smørið frá øllum hesum
støðum við teim nýggju amboðum og útlørdu gentum
fekk gott orð á seg, og besta navn fekk smørið frá
teim støðum, har mest bleiv virka í einum húsi, t. d.