Búnaðarbløð - 01.01.1903, Qupperneq 5

Búnaðarbløð - 01.01.1903, Qupperneq 5
5 Hvat skal g'erast fyri at fáa meiri fóður? 1/15—Yio av bøinum er tikin frá, so liggur hin víddin av tí dyrkaða landi okkara til gras, og spurning- urin um at ala meir fóður er tí næstan tann sami sum at spyrja, hvussi vit skullu fáa meir gras. Fara vit at kanna væl eftir á tí vídd, vit hava, so finna vit brátt, at tað eru mest tvey ting, sum hindra grasvøksturin hjá okkum, tað er: ovmikil væta og ovlítil tøðukraft. Tað sigur seg sjálvt, at í einum veðurlagi, sum okkara, við so nógvum regni, má bøurin líða nógv av vætu, og okkara uppskeringsmáti er ikki so góður, at hann til fulnar leiðir vatnið burtur, og bøurin verður tí mosagingin skjótt eftir, at hann er veltir ella breiddir, og mosi Og góður græsvøkstur trívast ikki saman. Opnar veitir í bønum er aldrin góðar, men kunnu gera nakra nyttu, tá tær eru beinar, og teigarnir eru slættir. Skeivar og krókutar veitir við teigum, sum halla niður til veitina øðru meðan, og við høgum bakka til hina síðina er nakað, sum ikki má tolast longur hjá okkum, helftin av teigalenđinum í bøi okkara ber lítið ella einki gras, tá so er vorið. Minst tí til, tá tú veltur næstu ferð, at beinka veitina, gera hana djúpari og leggja teigin slættan, hevði tú evnir og ráð at leggja veitirnar undir heilt, var tað sjálvsagt tað besta, og minst til, at tú kann fáa tít útleg í so máta afturbøt eftir lóg um ábøtur (grundforbedrin- ger.) Eit slíkt arbeiði lønar ómakin, tí mosin flýggjar har jørðin verður turr. At skera flagið tunnt ovan av, venda tí við og breiða tøð undir, er góður máti at fáa nógv gras; tann almindiliga kornveltingin hjá okkum er í so máta ógvuliga góð, men manga staðnis loysir korn- velting seg lítið, og er her hin fyrrnevndi mátin, bara at venda svørðinum, tilráðandi; at brúka plógv til slíka velting sparir almikið av arbeiði.

x

Búnaðarbløð

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Búnaðarbløð
https://timarit.is/publication/22

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.