Búnaðarbløð - 01.01.1903, Síða 8
8
jarninum burtur ímillum so mikið, at tað bara verður
ein og ein planta eftir, 4—6 tum. millum hvørja.
Hettar má gerast áður rótabløkkan er blivin ov høg,
tí standa tær leingi so tættar sum tær vóru sáaðar,
blívur hvør urtin høg og klantraslig og verður ikki
til góða frukt.
Lúka illgrasið burtur í turvogri, men goym út-
tinningina til vátvegur kemur.
Eftir úttinningina liggja tær plantur, sum eftir
standa, slættar niður, men er vætan nóg mikil, eru
tær líka frískar dagin eftir og vaksa nú skjótt, og tá
bløkkurnar eru so stórar, at tær nema hvørja aðra,
skal tinnast út aðruferð, soleiðis at onnur hvør plantan,
íð eftir stendur, verður burturtikið við hyppujarninum ;
tað verða tí nú til endan 8—10—12 tum. millum hvørja
rót. Tak altíð tær smæstu burtur, tá tú tinnir út,
og lúka altið illgrasið burtur, so tít tað kemur aftur,
so leingi tú sloppur at. Miðjan juli, út móti Ólavsøku,
eru bløkkurnar so stórar, at tað ikki kann gerast
meir við lúking, men tá er moldin eisini so væl fjald,
at illgrasið ikki trívist, og nú er tí ikki meir at gera
við rótaveltuna, fyrr enn á heystins tíð; tó, sær tú
at einstakar plantur renna uppá slok, so brót slokkin av.
Røturnar vaksa leingi út á heystið, so fæst friður
fyri krýatúrum, er best at lata tær standa til seint.
Um rótin eina ferð er fryst, skaðar ikki, tá hon ikki
verður upptikin fyrr, enn hon er tinað aftur, men tá
máhontakast. Høgg halan og bløkkuna væl av.
Røtur goymast væl í kaldum kjallara, sum frost
ikki kemur til.
At velta røtur, hevur nógv at siga, tí tær eru
tann fóðurvøkstur, sum gevur mest fóður á soinu
ví dd,
tí tær eru eitt hitt besta krýatúrfóður, vit hava
um veturin aftrat, hoyggji, holmi og handilsfóðri.
tí tær virkað, at jørðin verður leys og moyr og frí
fyri illgras, tí tað slepst so væl til at reinska meðan
tær vaksa.