Ólavsøku-teiti - 29.07.1915, Blaðsíða 9
og ikki var skýggj á himli, bara stjørnur og aftur
stjørnur — og so hálva náttsins drottning. Men
hált var i havnargøtum, og hálvmánin, ið spakuliga
reikaði sær fram aftan fyri kirkjutornið, og gjørdi
at ein trúði seg burturflyttan til Jerusalem ella Kon-
stantinopel og fyri sær at síggja eina mohameđanska
»moská«, spreiddi eitt undarligt glámlýsi yvir
gøturnar; ein mátti vara sær væl fyri ikki at detta.
— Teir 5 > svarti < , ið Balzar hevði sett til lívs,
áðrenn hann fór út á sína biðlarferð, høvdu ikki
júst gjørt mjørkan minni í heila hans ella styrkt um
hansara snúgvaðu stuðlar, og tá ið Marjin og hann
vóru komin okkurt um helvt oman 1 brøttubrekku,
hendi ta óhappið, ið nærum kostaði Balzari hansara
dintil; beinini fóru við eitt unđan honum. og hann
datt, so langur sum hann var, i rennina við vegin.
»Hetta var ein óhugnalig byrjan,« mutlaði Balzar
eymkandi seg, tá ið hann langt um leingi aftur var
komin á føtur. Marjin, ið hugsaði, at hon ikki
skuldi vísa seg smædnan, bjóðaði sær at styðja
honum, um hann vildi gera so væl at taka hana
undir armin. Spakuliga reikaðu tey av stað aftur.
Tá ið Balzar og Marjin høvdu sessað seg á
skansabeinkinum, byrjaði Balzar at tosa. Hegar-
til hevði verið tøgn teirra millum, og Marjin vænt-
aði og vónaði nú, at Balzar skuldu tala kærleiks-
orð, tí hjarta hennara var fult av kærleiksásti.
Men skammiliga brustu hennara vónir hesum við-
víkjandi.
Balzar byrjaði soleiðis: »Kúgvin hjá N. N.
đoyði í gjáramorgunin av bróstsjúku; tað var eitt
stórt spell, tí hon var prúð og væl í holđum og
mjólkaði sera nógv.« »So, soU helt Marjin. Tøgn
var nú eitt bil. So helt Balzar aftur fyri: »Ryssan
hjá P. P., ólukkudýrið, breyt beinið uppi í Marknar-
gili nú ein dagin. Men Niels smiðaði henni eitt
træðbein, og væl bar til at ganga oman til staðin.
— Tann snjóflekkan, ið eg fekk frá Morskranesi
i fjør, vax sera væl, men eg setti eisini tíðliga
niður og hyppaði skjótt.« Marjin visti ikki, hvat
hon skuldi svara til alt hetta. Vildi Balzar ikki
fríggja, so mátti hon. »Góði Balzar,« sigur hon so
við eitt: »Hevir tú ongan tíð mussað konufólk?«
Balzar rodnaði upp um bæði oyru, og gav ikki
aftursvar til henda spurningin. Hann bleiv við at
tosa um vind og veður, kýr og hestar og eplir og
hoyggj. Men nú kom spinnandi øði í Marjina.
Hon reisti&t bráddliga, og mælti illskliga: »Nú
fari eg til hús í stundini.« »So má eg væl fara
við,« meinti Balzar.
Tey vóru komin til hurðina á Rólantsborg, og
enn var tøgn. Marjin grunaði og grunaði yvir, hvat
hon væl skuldi gera. Ikki kundi hon fara inn, fyrr
enn hon hevði roynt, hvat ið roynast kundi, tí hon
hevði jú lovað, at í kvøld skuldi grísar galda . . .
So breiddi hon út báðar armar, tók um hálsin á
Balzari og kysti hann av dýrdarmagni ein av teim
røttu gomlu kossunum við klamsi í. Men tá var
tað sum fór torðan í Balzar. Sum eitt skot reyk
hann frá Marjuni, og eins og lambið rennur undan
úlvinum, spelaði hann av stað.
Marjin stóð eftir á berum, skommfull og við
sorgarbundnum hjarta. llevði »nonnukleystrið« á
Hvítanesi ikki verið niðurlagt, var hon óivað farin
í tað.
Balzar og Marjin hittust ikki aftur. Balzar
var forharmaður yvir sín undarliga atburð og sítt
svíkjandi dirvi. Hevði hann bara ikki drukkið
teir 5 s v ø r t u , hevði óivað alt verið øðrvísi.
Tað var hansara einasta troyst.
Høsna-„Strejka“,
í Noreg hevir »strejka« verið væntandi, og
her í Havn hava høsnini gjørt »strejki«; eingin høna
fæst at liggja, og tessvegna ætla eigarnir afhesum
hønum sær at senda bønarbræv til onkran av
teimum, ið hava skil á slíkum, um at »parlamentera«
við tær fjaðursáru hønirnar, og um tað nýtist at
hótta við »lock-out«. So sigst! Um tað er satt,
vita vit ikki.
Olavsøku-T eiti.
Mest sum allir Feroyingar, iff fáast viđ at skriva
í bløđum, vilja óivaff kunna vera á einum máli og
geva mær rætt, tá eg sigi, at ta føroyska máliff
er væl ný t ul ig t til journalistisk arbeiffir. Og
eru nógv samsint um, at hugnaligt kundi veriff hjá
okkum Føroymgum at átt eitt syndur fleiri bókmentur
enn tær, iff enn eru skaptar her á la'idi.
'1 il Ólavsøku 1916 ætli eg — urn til ber — aftur
at geva út eitt Teiti, kanske 2 ella 3 ferffir so stórt
sum hetta; men sjálvandi kann ikki verffa hugsandi
um at fáa eina slíka fyritøku í lag, utan at nógvir
vilja tekna seg fyri at halda eitt sovorffiff blaff, og
taki eg mær ti loyvi til at biffja teir, iff vilja styffja
hetta, um at siga mær frá skjótast møguligt, fyri at
eg í góffari tiff kann samráffast viff menn, sum vilja
skriva í og gera tekningar o. a. til eitt slíkt „ Jeiti“.
Lesarnir vilja óivaff leggja merki til taff prýff-
uliga „høvdið“ til hetta blaffiff. Taff er teknaff av
lærara J. Waagstein. — „Clicheirnar“ av Tórs-
havn og Vágseiffi havi eg lænt frá Mr. A. Br en d.
Hinar hevir Eli e s er J o e n s e n , Klaksvik, gjørt.
— Yrkingina undir bílætinum af Tórshavn havi eg
fingiff loyvi til at taka úr „Ungu Føroyar", ogfyrsti
partúrin av ti (til — — —), iff stendur undir Vágs-
eiffi, er tikiff úr røffu, sum skaldiff J. H. O. Dj ur -
huu s helt í Keypmannahavn á jólum 1914..
POUL NICLASEN.
DIMMALÆTTING
AMTSTIDENDE FOR FÆRØERNE
Færøernes største og mest udbredte Blad. udkom-
mer 2 Gange ugentlig og bringer de mest aktuelle
Nyheder og Telegrammer.
Abonnementspris: 4 Kr. aarlig.
A vertissementspris; 10 Øre pr. Petitlinie paa
3. og 4. Siđe, 15 Øre paa Forsiden. Inserater 12
Øre pr. Petitlinie.
DÚGVAN
AFIIOLDSBLAD FOR FÆRØERNE.
Udkommer 1 Gang maanedlig, illustreret og
indeholdende saavel aktuelt, lokalt som afholds-
agitatorisk 1 æsestof.
Abonnement: 1 Kr. aarlig for Thorshavn, 1 Kr.
16 Øre for Bygderne, frit tilsendt i Posten.
Enhver, der vil være med i Kampen mod
Alkoholmisbrugen her paa Øerne, bør abonnere paa
og avertere i »Dúgvan«.
Abonnenter bedes tegne sig hos Poul Nicla-
sen, til hvem ogsaa Annoncer indleveres.
NAADE °° SANDHED
— FOR UNGE OG GAMLE —
kristeligt illustreret Maanedsblad for Færøerne.
Koster kun 45 Øre halvaarlig eller 85 Øre for
et helt Aar. Bestilles hos Posten eller hos Ud-
giverne. Adrs.: Missionær A. Brend,
Thorshavn.